Nýggjur handil í Jónas Broncksgøtu

Í dag letur handilin »Frú S« upp í Jónas Broncksgøtu 8 í Havn. Tað er Susan Højgaard, sum í longri tíð hevur havt ætlanir at fara undir handilsvirksemi, sum nú hevur gjørt álvara av sínum ætlanum

Jónas Broncksgøta í Havn er ikki tann gøtan, sum hevur flestar handlar.

Ein kiosk niðast í gøtuni, onkur hissini bilsøla hevur eisini hildið til har, men nú eru nøkur ár síðani nakað handilsvirksemi av álvara var í gøtuni.

Men, sum við øllum, so broytist tað eisini, tí í dag letur upp nýggjur handil, sum fer at selja brúkslutir.

Handilin gongur undir heitinum »Frú S«, og tað er Susan Højgaard, sum eigur handilin.

Susan sigur, at hetta er ein gamal dreymur hjá henni, sum nú verður veruleiki.

? Eg havi í nógv ár ætlað mær at fara undir at handilsvirksemi, men tað er ongantíð vorðið til nakað. Nú gjørdu vit so nakað við tað. Í oktober í fjør var eg í Danmark og hugdi at líknandi handlum í Danmark. Eg tosaði við fleiri teirra og fekk at vita hvørjum teir keyptu frá, sum mær dámdi best, sigur Susan.

Síðani setti hon seg í samband við fleiri leverandørar og smátt um smátt fall alt upp á pláss.

Í februar mánað í ár var hon niðri á messu og so var klárt at fara undir tær seinastu fyrireikingarnar.


Alt til húsini

ella íbúðina

Susan sigur, at hon hevur lagt seg eftir at hava brúkslutir til hús og íbúðir.

? Eftir tí eg veit, so er eingin handil av hesum slag í landinum, men eg haldi at tað er brúk fyri einum, sigur hon.

Umframt brúkslutum hevur Susan eisini avgjørt at selja skáp og aðrar møblar.

Handilin »Frú S« fer at halda til í kjallaranum í Jónas Broncksgøtu 8. Handilin er opin mánadag til leygardag. Latið verður upp klokkan 10, og vanligar dagar er opið til klokkan 1730. Fríggjadag er opið til klokkan 1830 og leygardag til klokkan 14.

Í dag - fyrsta dagin opið er - bjóðar Susan teimum vitjandi kaffi og køkur.