Tað byrjaði fyri góðum tveimum árum síðani. Á jólum 2005. Fjósaprojektið ORCA hjá Jens L. Thomsen. Nakrir ungir menn samlaðust. Ljóðføri skuldu byggjast. Studio skuldi setast upp i fjósinum hjá pápa Jens; bóndanum Innan Glyvur. Gamlaárskvøld til 2006 stóð verkætlanin á beinunum, og tiltikna fjósakonsertin varð hildin. Í dag er konsertin komin út á fløgu og DVD. Orca brýtur øll mørk, og útgávan er einki minni enn eitt meistaraverk, heldur ummælari okkara
»Ja! Hetta er tað!« var tað fyrsta, ið eg hugsaði, tá eg hoyrdi júst útkomnu fløguna »Livandi Oyða« eftir fjósaprojektið ORCA hjá Jens L. Thomsen. Hetta er tað, sum manglar akkurát nú á føroyska tónleikamarknaðinum. Ein 100 prosent original fløga, sum flytur mørk. Hetta er ikki fyrsta fløgan, sum kann flyta mørk, hvat viðvíkur føroyskari tónleikahugsan, men hetta er tann fyrsta, ið er komin út her heima við sjálvgjørdum ljóðførum, spildurnýggjum ljóði og spennandi konsepti, øllum í senn. Hon flytur ikki bara mørkini; hon brýtur tey!
Fjósaprojektið ORCA
ORCA eitur verkætlanin, og toymið handan verkætlanina kallast R-boys. Hetta toymið stendur av fimm monnum, ið hvør sær framføra á nøkur ógvuliga áhugaverd og sjáldsom ljóðføri. R-boys eru: Jens L. Thomsen (Clickhaze, Høgni Lisberg) á pelabass, oljuharpu, øks, vinkulslípara, sement-blandara, steinar og R-kór; Kári Sverrisson (Enekk) á vokal, boga og sag og oljuharpu; Bogi á Lakjuni (Clickhaze, Petur Pólson, Knút H. Eysturstein) á oljuharpu, pelabass, tunnusett, sýrudunk, jarnbrot, smergulskivu og R-kór; Magni Højgaard (Marigold) á fløskuorgul, smergulskivu, tunnusett, hamar og seym og R-kór; Jógvan Andreas á Brúnni (Gestir) á tunnusett, kust, oljuharpu, sýrudunk og R-kór.
Við R-boys í verkætlanini ORCA eru mætir einstaklingar sum Ólavur Jákupsson (Gestir), Jón Tyril (Clickhaze), Niels L. Thomsen (Bóndin Innan Glyvur) og kúgv nr 63 (!), umframt kór-røddir frá fuglunum uppi í Urðunum og remiks frá Com-Data (Ólavur Jákupsson og Jens L. Thomsen), The Third Eye Foundation, Oktopus og Bookworms.
Ljóðar hetta merkverdugt? Ja, men ljóðførini eru eisini heimagjørd; smíðað og sagað úr tilfarið, sum mennirnir hava savnað og sett saman í fjósinum. Upptøkurnar eru settar inn á teldu og eru blivnar miksaðar og samplaðar. Løgini eru blivin send út í heim til ymsar tekniskar snillingar, ið hvør sær hava miksað og samplað víðari og givið løgunum ein ham afturat. Soleiðis hevur tað borið til at givið seks løg út, ið eru tikin upp í fjósinum, umframt fimm remiks; tvær live video-upptøkur úr fjósinum, tvey video gjørd til tvey av remiksunum og ein stuttan dokumentar um, hvussu ljóðførini eru gjørd. Úrslitið er stórsligið.
Meðan fløgan snurrar
Stórsligið er eitt ógvusligt orð, eg veit, men tað sigur tað so væl. Tað, sum »Livandi Oyða« er. Verkætlanarheitið »ORCA« sigur tað eisini væl. Stórsligin orka. Og virðing. Tónlistarlig, leitandi, eksperimenterandi virðing. Tónleikur verður framleiddur endaleyst, og tað finnast ikki orð fyri, hvussu nógvur fantastiskur tónleikur er til. Tónlistarliga tilveran er vorðin so rúgvusmikil, at tað er torført veruliga at gera nakað nýtt. Nakað, sum knallar til! Nakað, sum eingin hevur gjørt fyrr, og sum vigar tungt á nýskapandi vektini. Men tað er ótrúligt, hvussu »Livandi Oyða« rakar plett á júst hesi skálini og útvigar alt tað, sum vit annars halda er progressivt. Ikki tí, at hitt ikki er feitt! Hitt, sum er slóðbrótandi og nýhugsandi. Verkætlanin ORCA er bara so mikið genial, at hon slær genialitetin hjá øllum hinum út. Ì øllum førum ta løtuna, meðan fløgan snurrar í anlegginum.
Sveimandi og skakandi
Tekstirnir á fløguni eru fýra í tali. »Fjøllini standa úti« og »Livandi oyða« eru frá savninum hjá Jóanesi Nielsen »Brúgvar av svongum orðum«, ið varð útgivið í 2002. »Volmar« og »Myrkursins muður« eru eftir Jens L. Thomsen. Løgini hava R-boys smíðað, tó í ymsum samansetingum av manningini.
Í tónleikinum hoyrast – ikki heilt uttan grund – elementir frá føroyskum bólkum sum Clickhaze, Enekk og Petur Pólson. Serliga í løgunum sjálvum og í rútmu samansetingunum. Tónleikurin er egin, men ein merkir í tónunum huglagsmyndir hjá eitt nú Massive Attack, Moloko, Tricky og Portishead. Í bakgrundini hoyrast ljóð frá fuglum og neytum.
Lagið »Volmar« er upprunaliga instrumentalt, men er eisini remiksað við røddini hjá Ólavi Jákupssyni av The Third Eye Foundation saman við Com-Data. Remiksaða útgávan er ræðuliga lekkur. Her hoyrist serliga Clickhaze íblásturin afturat teimum omanfyri nevndu útlendsku bólkunum, meðan røddin hjá Ólavi sveimandi og skakandi syngur tekstin hjá Jens: »Volmar súkklar niðan brekku, dettur. Reisist ikki aftur. Volmar súkklar niðan brekku, dettur. Letur eygað aftur«.
Eitt annað remiks, ið fall beint í mína jørð, var »Grøðing«, ið Bookworms hava gjørt burturúr minutt-langa fjósalagnum »Heilabruni«, eisini saman við Com-Data. Tað er rátt og skróvandi, men samtíðis vakurt, kontant og klingandi. Ein lekkur samanseting av ljóðum, ið eg annars slett ikki hevði ímyndað mær kundu fáast burturúr einum lutvíst friðarligum og myrkum lagi sum »Heilabruni«.
Fjøllini syngja í ørviti
Mær dámar best »Fjøllini standa úti«, bæði upprunaútgávuna og remiksið, sum Com-Data hava gjørt. Arrangementið er væl gjørt, knívskorið. Fangandi soleiðis, sum tað eigur at vera. Serliga tað eina brotið í útgávuni, ið er remiksað, har Kári Sverrisson syngur »Fjøllini. Fjøllini. Fjøllini hava fepur!« og so kemur eitt larmut, rútmubaserað petti, ið ristir ígjøgnum kroppin á tær. Eg føli næstan, hvussu fjøllini hava fepur. At tey standa úti í kuldanum og syngja í ørviti. »Sum stórir operasangarar klæddir í grasi, syngja fjøllini«, ið Jóanes Nielsen so meistaraliga hevur skrivað.
Heildin er fantastisk, ein fullkomin pakki. Ein sýrut, eksperimenterandi, elektronisktljóðandi blanding av løgum og tónum, ið geva assosiatiónir til føroyska náttúru, stórbýarlív, frið yvir grønar dalar, larm og stress og alt í senn. Hetta huglagið er eisini væl lýst á húsanum, har fløgurnar báðar snøgt sita í. Húsin er sniðgivin av Høgna Egholm Magnussen. Hann myndar ein eksploderandi stórbý; høg hús í logandi eldi við gráum skýggjum og flákrandi øsku. Aftaná eina løtu broytist heildin og sær síðani út sum um, at tað er húsin sjálvur, ið brennur, og at myndin av stórbýinum smeltar í loganum. Á sjálvari permuni er eitt skepilsi, ið sær út sum ein seyður í sólbrillum, svørtum klædningi og reyðum slipsi. Aftur ein væl gjørd og eisini stuttlig samanseting av primitivari náttúru og meira tjekkaðum stórbýarstíli.
Allir tumlar upp
Eg veit, at summi hugsa »Hvat meinar tú við? Ein og hvør kann seta seg inn í eitt fjós og hamra á nakrar tunnur, meðan kýrnar brøla afturvið«. Sjálvandi kann ein og hvør gera tað, men ein og hvør kann ikki fáa eitt slíkt hugskot bara soleiðis; ein og hvør kann ikki skapa eitt so gjøgnumført konsept burturúr einum slíkum hugskoti; og ein og hvør hevur ikki eginleikarnar til at framleiða eitt so sparkandi feitt produkt, at tað gevur gásarhold ígjøgnum jørðina og upp millum bibburnar á tær, hvørja ferð tú lurtar eftir tí. So sjáldsom hugskot koma innímillum til nakrar útvaldar einstaklingar, sum einans við framúr listarligum handverki kunnu formidla hugskotini til nakað so einfalt sum eina fløgu. Ein lut, ið hvørt menniskja skilir og kann móttaka hugskotini ígjøgnum.
»Livandi Oyða« er ein útgáva, ið eg meti fer at slóða veg fyri mongum spennandi, nýskapandi tónleikaverkætlanum i komandi tíð. Tað er einki keðiligt at seta fingurin á. Løgini hava øll hvør sítt spennandi og serstaka ljóð. Útgávan er so original, sum hon kann vera, tá hugsað verður um heimagjørdu ljóðførini eins væl og elektroniska ljóðið, sum í grundini slett ikki er elektroniskt, men er skapt burturúr samplingum av veruligum ljóðum.
Eg vil mæla øllum til at fáa sær fløguna í hendi, at lurta og hyggja. Tí óansæð um tær ikki dámar tónleikin, so er verkið áhugavert. Áhugavert á ein hátt, ið opnar fyri nýggjum møguleikum; ið víðkar sjónarringar og gevur eina kenslu av listarligum frælsi.
Hevði eg átt fleiri tumlar, høvdu allir peikað beint upp í loft. Eg havi einans tveir, men hesir eru báðir steyrrættir fyri tí meistaraverki, ið »Livandi Oyða« er. Fjósaprojektið ORCA fær herðaklapp, nógvar ballónir og konfetti frá mær. Eg síggi fram til at uppliva glíðibreytina til nýggjari, eksperimenterandi tíðir, ið verkætlanin ivaleyst fer at skumpa undir.
FJØLLINI STANDA ÚTI
- Jóanes Nielsen
Fjøllini standa úti
Huld í támi og surrandi flugum
Sveipað í vindi
Og lítla ljóðinum frá svongum rótum
Áirnar stoyta seg út í onki
Fjøllini syngja
Sum stórir operasangarar klæddir í grasi
Syngja fjøllini
Leggi stetoskopið móti bringuni
Eitt hjarta av gróti og vatni
Dukar móti oyrunum
Eg spyrji hjartað
Hvussu hevur tú tað
Fjøllini standa einsamøll úti
Ongin bjóðar teimum inn
Míni fjøll standa køld úti í myrkrinum
Tey frysta
Míni fjøll
Stórar rúgvur av sjúkum gróti
Fjøllini líða av svøvnloysi
Leggi stetoskopið móti einum blomstri
Gjøgnum tveir plastikkleidningar
Angar klænt lív
Fjøllini hava fepur
Míni fjøll syngja í ørviti
Anga av rósum og villum jarðberum
Fjøllini sleppa ikki inn um kvøldarnar
Onki hotell tekur ímóti teimum
Tað er kalt at hava stjørnurnar til tekju










