B71 er á veg av Skála við einum stigi. Úrslitið var 1-1, eftir at B71 í 70 minuttir var frammanfyri 1-0. Brian Okpala legði B71 framum í áttanda minutti, og tað var ikki fyrrenn tað restaðu tríggir minuttir [...] Undan síðsta umfari hevur Skála 49 stig. AB hevur 43 stig, og B71 hevur 41 stig. Í síðsta umfari hittast B71 og AB á Sandi. Um tað eydnast B71 at vinna, so fara sandoyingar at flyta upp. Um tað verður javnleikur [...] endar millum trý tey fremstu. Undan síðsta umfari hevu Skála 50 stig, Víkingur og AB hava 43 stig, B71 hevur 41 stig, og NSÍ hevur 37 stig.
Loksins var dysturin millum KÍ og B71 avgreiddur. Hann hevur verið útsettur síðani síðst í mai. Tað er summarfestivalhýrur í Klaksvík, og ofta plagdi at verða sagt, at tað ikki gekk so væl við fótbóltinum [...] bar fyri sættu ferð í 1. deild. B71 sigursmálið skoraði Óli á Reynatúgvu, sum var innskiftur í 65. minutti. Í kvøld var hann sambært FaroeSoccer fyri 24. ferð á besta B71 liðnum, og tað var vorðið sum [...] at B71 hevur 25 stig og er á sætta plássi. KÍ er á áttanda plássi við 15 stigum. Tað eru trý stig aftur til FC Hoyvík sum er á níggjunda plássi. Sunnudagin fær KÍ vitjan av Víkingi, og tá fer B71 at spæla
verður tað eisini, um B71 á heimavølli ímóti Undrið FF ikki fer at vinna fulla úrtøku. Í síðsta umfari fer TB at spæla á útivølli ímóti Undrið FF, og tá fer B71 at spæla í Fuglafirði. B71 er nú fimm stig aftanfyri [...] sigursmálið hjá B71 í dag skoraði Kristian Krog Hentze longu í triðja minutti. Hetta var triðja málið hjá 20 ára gamla Kristiani Krog Hentze í ár. Uppleggið átti Hans Oddson Hentze. Tølini siga, at B71 í heyst [...] aftanfyri TB. Um tað skal eydnast B71 at vinna uppflyting, so skulu sandoyingar vinna fulla úrtøku bæði ímóti Undrið FF á heimavølli og á útivølli ímóti ÍF, og so skal TB einki stig fáa, hvørki ímóti ÍF
úrskurð í trætumálinum millum B71 og B36. Spælarin hevði avtalu við B71 fyri hetta kappingarárið, men aganevndin hjá FSF segði, at hann kundi flyta til B36 at spæla. Hetta vil B71 ikki góðtaka, og felagið hevur [...] Yvirkærunevndina. Í úrskurðinum hjá Aganevndini verður sagt, at málið kann ikki kærast víðari, men B71 vísir til grein 12, punkt c í Agareglugerðini, har sagt verður, at mál um “bann fyri at flyta leikarar”
Tað var B71, sum vann eitt stig, og tað var FC Hoyvík, sum misti tvey stig, tá ið FC Hoyvík seinnapartin var á Sandi. Úrslitið var 2-2. Tveir minuttir undan leikloki javnaði B71 til 2-2. Málskjútti var [...] var 18 ára gamli Jónas Warner, sum undan hesum kappingarárinum flutti úr B36 og til B71. Tá hevði FC Hoyvík verið frammanfyri 2-1 í 50 minuttir. Stórt korter var farið, tá ið FC Hoyvík legði seg á odda 1-0 [...] Villiam Emil Klein FC Hoyvík framum 2-1. Og so var tað, at B71 tveir minuttir undan leikloki javnaði til 2-2. Nýggi danski álopsspælarin hjá B71, Valdemar Schousboe, varð skiftur inn, tá ið ein tími var
B71 skrivar á Facebook-vanga sínum, at eins og B71 ikki koyrir uttan stuðul og sjálvbodna arbeiðskraft, megna onnur feløg tað heldur ikki. - Tí royna vit so títt og knapt vit kunnu at løna vælvildini aftur [...] fyri báðar partar. B71 slapp undan at koyra góð klæðir burtur og nýggja “bróðurfelag” okkara í Gambia fingu nógv sett av klæðum, ið Bakary sigur at teir eru yvirfegnir um, skrivar B71. [...] fjør setti B71 30 ára gamla Bakary Bojang úr Gambia í starv sum ungdómsvenjara. Hann fekk so alla hesa gomlu útgerðina við sær at lata gamla felagi sínum í Gambia. Hann spældi eisini við B71 í 2011 og 2012
B71 og sandoyingar hava lagt rygg til nógv tap og eisini stór tap í ár.Í dag eydnaðist tað at vinna fyri triðju ferð í ár, og tað var vorðið sum sigur. B71 vann 7-2 á heimavølli ímóti teimum næstbestu [...] støðan 5-2. Patrick Toh og innskifti Rani Nicolajsen staðfestu rimmar sigurin – 7-2 til B71. Sigurin ber við sær, at B71 lyfti seg av tíggjunda og fram á níggjunda pláss. [...] Argjum (2-0) 9. apríl, og næsti sigurin var 6. August á heimavølli ímóti KÍ (2-1). Stóri maðurin hjá B71 var Ibrahim Camara, sum skoraði reint hattrikk. Tummas Pauli Olsen setti hol á, tá ið stívliga tíggju
Stigatalvan segði, at B71 seinnapartin var favorittur í Klaksvík. Og B71 var á sigurskós, tá ið vanliga leiktíðin var farin og reiðiliga tað. So javnaði KÍ til 2-2. Málskjútti var Óli Eyðsteinsson Poulsen [...] umsetti brotsspark til mál. Aron Clementsen var tvífaldur málskjútti hjá B71. Hann setti hol á í 6. minutti, og hann legði B71 á odda 2-1, tá ið tað restaðu ellivu minuttir. Í fyrra førinum átti Joel Vazques [...] spakuliga við at koma fyri seg eftir langan skaðasteðg. Hann hevur nú skorað tvær tær seinastu ferðirnar. B71 er á triðja plássi við 23 stigum, og KÍ er næstaftast við 12 stigum. Tað eru trý stig niður til FC
Feløg GK RK Stig ÍF 24 3 33 B71 17 3 26 KÍ 15 1 18 B36 18 0 18 B68 17 0 17 Skála 17 0 17 Víkingur 17 0 17 EB/S 12 1 15 NSÍ 14 0 14 HB 11 0 11 Spælarar Símin Hansen B71 1 2 7 Alexander Jovevic ÍF 0 2 6 [...] Vali Miela Skála 5 0 5 Hans Jørgen Djurhuus Víkingur 5 0 5 Wellington Soares B71 1 1 4 Rodrigo KÍ 1 1 4 Gudmund Nielsen B71 4 0 4 Bartal Eliasen ÍF 4 0 4 Høgni Madsen ÍF 4 0 4 Í yvirlitinum telur gult
B71-venjarin í fjør, Ole Andersen, er farin til Vágs at vera venjari, og nú fær B71 venjara, sum tvær ferðir áður hevur verið venjari í VB. B71 og Dragan Kovacivic hava gjørt avtalu um samstarv fyri k [...] heimasíðan hjá B71. Dragan Kovacevic kemur til Føroya ein av fyrstu døgunum. Umframt venjarastarvið hjá teimum vaksnu skal hann eisini taka sær av smádreingjum og dreingjunum í felagnum. B71 hevur havt nógvar