TB tapti fyri triðju ferð á rað

1. DEILD: Við teprum heimasigri ímóti TB – tí fimta á rað – syrgdi B71 í dag fyri, at spenningurin um seinna uppflytingarplássið er varðveittur

Mynd: B71

Í fleiri vikur hava tey í TB og á Tvøroyri bíðað eftir, at tað fór at eydnast at vinna stigið, sum hevði tryggjað TB uppflytingina úr næstbestu og í bestu deildina.

 

Eftir 1-1 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá HB fyri einum mánað síðani hevur TB tapt tríggjar dystir, og eftir 1-0 tapið á Sandi í dag verður tað neyðugt at bíða eftir uppflytingini í hvussu so er til næsta leygardag. Tá eigur TB heimavøll ímóti ÍF, sum í dag tryggjaði sær uppflytingina og sum í Trongisvági um eina viku fer at spæla fyri at vinna deildina. Um TB um eina viku megnar at vinna stig ímóti ÍF verður trygd fyri uppflytingini hjá TB, og tað verður tað eisini, um B71 á heimavølli ímóti Undrið FF ikki fer at vinna fulla úrtøku.

 

Í síðsta umfari fer TB at spæla á útivølli ímóti Undrið FF, og tá fer B71 at spæla í Fuglafirði. B71 er nú fimm stig aftanfyri TB. Um tað skal eydnast B71 at vinna uppflyting, so skulu sandoyingar vinna fulla úrtøku bæði ímóti Undrið FF á heimavølli og á útivølli ímóti ÍF, og so skal TB einki stig fáa, hvørki ímóti ÍF á heimavølli ella Undrið FF á útivølli.

 

1-0 sigursmálið hjá B71 í dag skoraði Kristian Krog Hentze longu í triðja minutti. Hetta var triðja málið hjá 20 ára gamla Kristiani Krog Hentze í ár. Uppleggið átti Hans Oddson Hentze.

 

Tølini siga, at B71 í heyst av álvara hevur fingið luft undir veingirnar. Sigurin í dag var tann fimti á rað, og B71 hevur vunnið hesar fimm dystirnar við samantalda málmuninum 18-2.

 

Mynd: B71