B71 hevur vunnið 2. deild

(Rás2) Hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við spælandi venjarin, Símin Hansen aftaná 4-1 heimasigurin hjá B71 ímóti Skála

B71 er vinnari av 2. deild, og verður aftur at síggja í 1. deild komandi kappingarár.

 

Í dag vann B71 á heimavølli 4-1 á Skála. Í steðginum var B71 á odda 3-0. Markus Clementsen legði B71 á odda 1-0. Bereket Yacob skoraði tvey tey næstu málini. Jóhan Hendrik Lydersen skoraði fjórða málið. Vit hava ikki fingið staðfest enn hvør skoraði fyri Skála.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eitt prát við leikandi venjaran, Símin Hansen, sum Rás2 gjørdi beinleiðis beint aftaná dysturin á Sandi var liðugur. Símin Hansen er toppskjútti við 17 málum higartil.

 

B71-hópurin fer at feira uppflytingina í kvøld, og nú verður arbeitt við at styrkja hópin til uppgávurnar, sum bíða í 1. deild komandi kappingarár.