Stigatalvan segði, at B71 seinnapartin var favorittur í Klaksvík. Og B71 var á sigurskós, tá ið vanliga leiktíðin var farin og reiðiliga tað. So javnaði KÍ til 2-2. Málskjútti var Óli Eyðsteinsson Poulsen, sum umsetti brotsspark til mál.
Aron Clementsen var tvífaldur málskjútti hjá B71. Hann setti hol á í 6. minutti, og hann legði B71 á odda 2-1, tá ið tað restaðu ellivu minuttir. Í fyrra førinum átti Joel Vazques uppleggið, og í seinna førinum var tað innskifti Suni Herman Petersen, sum átti uppleggið.
KÍ javnaði til 1-1 í tíggjunda minutti. Málskjútti var Aleks H. Jacobsen. Hetta var fyrsta málið yvirhøvur hjá 19 ára gamla Aleks H. Jacobsen í næstbestu deildini.
Óli Eyðsteinsson Poulsen er so spakuliga við at koma fyri seg eftir langan skaðasteðg. Hann hevur nú skorað tvær tær seinastu ferðirnar.
B71 er á triðja plássi við 23 stigum, og KÍ er næstaftast við 12 stigum. Tað eru trý stig niður til FC Suðuroy, og tað er eitt stig fram til EB/Streym.
Leygardagin eigur KÍ heimavøll ímóti EB/Streymi, og B71 fær sunnudagin um eina viku vitjan av Skála.