Seinast í hesum mánaðinum verður farið undir kappingina um at gerast ársins songrødd 1998. Byrjað verður leygarkvøldið tann 26. í hesum í Virkinum á Sandi, og kappingin endar leygarkvøldið tann 14. November [...] navn í Íslandi. James spældi eitt tíðarskeiðið við bólkinum Chase, sum fyri seks til sjey árum síðani helst var best umtókti bólkurin í landinum. Í Íslandi er James serliga kendur fyri sín leiklut í bólkinum [...] fólk hava boðað frá luttøku í innleiðandi umfarinum í Havn, sum verður í Sjónleikarahúsinum fríggjakvøldið 16. og leygarkvøldið 17. Oktober. Orsøkin til at innleiðandi umfarið í Havn verður yvir tvey kvøld
Bygdrinar í Eysturoynni eru ikki tær, sum liggja fyrst fyri tá grind skal rekast og tær eru heldur ikki allar so vælegnaðar sum grindavágir. Men sunnudagin legði ein springaraflokkur beinini á sandinum í Fuglafirði [...] Fuglafirði. Av støðini í Runavík siga teir at talan var um einar 12 til 15 springarar. Býtt var millum grindamenninar og íalt vóru 120 drápspartar, verður sagt av støðini í Runavík.
lítið um áhugan fyri og dygdirnar í fótbóltsspælinum í næstminstu kommununi, sum er umboðað í 1. deild, at teir eisini liggja so væl fyri, bæði í 2. og í 3. deild. Í kappingarreglunum stendur, at um n [...] plássið frá teimum í Gøtu. Men hóast teir vinna silvur, so kunnu gøtumenn ikki spæla móti næstaftasta liðnum í 2. deild um eitt pláss í næstbestu deildini komandi ár. GÍ er longu umboðað í 2. deild, og tað [...] umboðað í 2. deild, so fer høvið at spæla um eitt pláss í 2. deild víðari til triðji fremsta liðið, og um tað eisini er umboðað í 2. deild, so fer høvið til fjórði fremsta liðið. Er tað eisini umboðað í 2.
Pætur og Í Trøðum á Sandi, orðini eigur Aleksandur Kristiansen. Stóran persónligan týdning Hina barnabókaheiðurslønina fekk Lydia Didriksen og í grundgevingini segði Høgni Joensen, limur í barnabókah [...] heiðurslønirnar verða handaðar. Undanfarin ár er hátíðarhaldið farið fram í Kommunuskúlaauluni og á Býarbókasavninum, men í ár var tað í Sjónleikarhúsinum, sum er um- og útbygt, og tað royndist sum ein ógvuliga [...] Lydiu Didriksen, rithøvundi. Í grundgevingini fyri at lata Knúti aðra barnabókaheiðurslønina segði Poulina Slættanes, limur í barnabókaheiðurslønarnevndini, at "Knút hevur í verki sýnt gott oyra og listarligt
og teir verða sostatt aftur at síggja í 1. deild næsta ár. Um hetta var orsøkin, er ilt at siga, men tað var í øllum førum rættiliga óvæntað, at KÍ vann á Sandi leygardagin. Sandoyingar vóru á odda bæði [...] ósigurin á heimavølli í ár veruleiki. B71 var betra liðið í fyrra hálvleiki, sum teir eisini vunnu 2-1 og kundu vunnið meir, høvdu teir verið meira nærlagdir, meðan tað var eitt sindur javnari í seinna hálvleiki [...] dystinum. Spælt varð eisini um eitt steyp, sum upprunaliga skuldi spælast um á stevnuni, sum var á Sandi fyrr í ár, og tað mundi gera sandoyingar enn meira nakkalangir, tá teir fóru til hús, tí steypið fór
síðan helt flokkurin summarstevnu í Trongisvági. Slíka hildu vit eisini seinasta summar heima á Sandi, men hesa ferð var stevnan samstundis fyri at hátíðarhalda, at tað í ár eru liðin 70 ár síðan, flokkurin [...] er gleðiligt, at vit aftur hava fingið lív blást í SU. Hesin felagsskapur hevur søguliga sæð sterkar røtur í javnaðarrørsluni. Nú hølisviðurskiftini her í høvuðsstaðnum eru so mikið góð, sum tey eru, átti [...] halda áfram í stríðnum Vit eiga eina góða søk at stríðast fyri, og í hesum stríði standa vit sterkast, um vit øll eru við. Alt fleiri síggja, hvussu neyðugt tað er við einum sterkum Javnaðarflokki í føroyskum
Leygardagin 17. okt. giftast í Sands kirkju Betty Hansen av Sandi og Jaspur Hansen úr Skopun. Vælkomst verður kl. 20.00 í ungmannafelagshúsinum á Sandi. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, verða vinarliga [...] Í dag, 26. sept., kl. 16.00 giftast í prestagarðinum á Gjaranesi Anna Reyðberg, Funningi, og Jógvan Hansen, Norðdepli, bæði bústandi í Funningsfirði. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Leygardagin [...] biðin um at siga frá á tlf. 361362 ella 361508, helst áðrenn 10. okt. Leygardagin 10. okt. giftast í Skotlandi Anfinn Olavson Askildsen úr Tórshavn og Jennifer Bowen úr Wigtown. Brúdleypsadressan: Co.
Samstundis fekk B71 hevnd fyri í fjør, tá B36 vann 6-3 á Sandi. Tá var B36 longu føroyameistari, meðan B71 við ósigrinum tá noyddist niður í 2. deild. Í ár er tað B36, sum noyðist niður í 3. deild, meðan sandoyingar [...] eftir kappingarlok í fjør og hevur spælt á 4. deild í ár. Í byrjanini sá út til, at hetta fór at geva bonus, tí tað vóru bert spældir nakrir fáir minuttir, tá Sigfríður stútaði eitt innlegg í netið til 1-0 [...] Seks mál í seinna hálvleiki Eins og í fyrra hálvleiki gingu bert fimm minuttir, áðrenn B36 skoraði í seinna hálvleiki. Heimaliðið fekk eitt brotsspark, sum var eins bíligt og tað hjá B71 í fyrra hálvleiki
viðganga, at tær hava havt ágóða av teirri útbygging, sum er framd á Sandi og í Skopun og á Tvøroyri og í Vági. At lív kemur aftur í hesar oyggjar er alneyðugt ikki bara fyri tær, men allar Føroyar. Um [...] skulu vit hugsa í hesum máli. Vegir, berghol og havnir eru bygdar, so tað er ikki eftir at klandrast um, og vegasambandi er júst komið fyri, ikki bara at ferðast eftir, tá tú skalt burtur í bygd ella til [...] arbeiði, sum hóskaði tær best. Og fólk í hópatali er flutt millum bygdirnar eisini komin úr øðrum oyggjum. Fólkaflytingin og felagsskúlarnir hava eins nógva skyld í, at bygdamálini tægast sundur, sum útvarpið
teir eru allir sunnanfyri. Tveir skaðar vóru á Sandi, ein í Vági, ein í Trongisvági og ein í Fámjin. Á Trygd vórðu tveir skaðar fráboðaðir, ein í Hvalba og ein í Vági. Skaðarnir stóðust av, at áir flutu yvir [...] Avleiðingin var, at húsini komu at standa í eini stórari tjørn. Vatnið floymdi inn í húsini og at kalla fullkomiliga oyðilegði eina íbúð í kjallaranum. Vatnið á gólvinum í íbúðini var meiri enn ein fót djúpt [...] i. Í Mýrunum í Hvalba var alt eitt stórt vatn, fleiri ferðir so stórt sum sjálvur fótbóltsvøllurin. So mikið djúpt var, at tað stóð nakað upp á summi av turkiløgunum, sum har standa - við hoyggi í enn