ferðir alment 1. november, meðan hann var til hátíðarhaldið av degi teirra deyðu í Uruapan í statinum Michoacán. Drápið av 40 ára gamla borgarstjóranum elvdi til tveir dagar av hópmótmælisgongum í statinum [...] síðani 2022. Manzo var vælumtóktur borgarstjóri og hevði fleiri ferðir ákært meksikansku stjórnina fyri ikki at gera nóg mikið fyri at steðga skipaðum brotsverkum. Handtikni maðurin er eftir øllum at døma partur
finst ein betri vegaføring til Suðuroyar, sum ikki oyðileggur náttúru, bygdalív og harafturat ikki er dýrari ella ómøguligari at fremja. Føroya Sílaveiðifelag mælir tí øllum til at mótmæla hesum ætlanum [...] vit mist til vatnorkuútbygging til Eiðisdemningin, tí samfelagið hevði tørv á streymi. Allar tær áir, ið vit mistu til Eiðis demningin vóru gýtiáir hjá sílum og sjósílum. Nú frættist, at vegur til Suðuro [...] Fjallavatn hevur enn fingið frið, men ætlanir vóru at taka vatnið til streymframleiðslu - tíbetur varð Fjallavatn friðað. Nú er líkt til, at vit missa Sandsvatn. Hóast vatnið sjálvsagt verður liggjandi
og Leivur skutu eitt mál hvør. Hagtøl fyri málverjar eru tíverri ikki tøk í næstbestu deildini. HC Keypmannahavn hevur átta stig upp til fjórðaftasta plássið, ið kann bjarga plássinum í deildini við lokið [...] júst Norddjurs á útivølli. Vinnur HC Keypmannahavn eru seks stig upp til fjórðaftasta plássið. Tapir føroyingaliðið vera 10 stig upp til fjórðaftasta plássið, og tá fer tað at vera sera tungt hjá liðnum at [...] Jacobsen (myndin), Leivi Mortensen, Janusi og Jónasi Djurhuus, HC Keypmannahavn hevur enn fyrsta sigurin til góðar í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Aftaná 14 dystir liggur HC Keypmannahavn aftast í deildini
sum í dag. Tað siga tey í PostNord. - Tað er Kina, sum liggur ovast í sendum pakkum til Noregs, og í PostNord eru tey ikki í iva um, at tað verða nógvar jólagávur undir trænum, sum eru keyptar úr Kina. Tey [...] hjá Temu. - Tú kanst vera heppin og fáa okkurt, sum riggar, men vandin fyri, at vøran ikki stendur mát er avgjørt til steðar, sigur brúkararáðið. [...] Olsen, sigur við norska kringvapið, at Kina er tað einstaka landið, sum sendir nógv flestar pakkar til Noregs, og eftir Kina koma Svøríki og USA. Ein kanning hjá PostNord í heyst vísti, at ein av trimum
vænta vit at fara heilt skjótt til annað stig, sum verður truplari, heldur kanslarin fram. Síðani vápnahvíldin varð fingin í lag, eru bardagarnir nógv minkaðir, men eru ikki heilt steðgaðir. Í fyrstu stigunum [...] Frá ísraelskari síðu verður væntað, at tað skjótt fer at kunna fara víðari til næsta stigið í amerikansku vápnahvíldarætlanini fyri Gaza. Tað segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, á einum [...] stigunum í vápnahvíldini hevur Ísrael trekt seg til eina sonevnda gula linju, sum framvegis liggur inni í Gaza. Samstundis hevur hernaðarligi palestinski bólkurin Hamas latið allar livandi gíslar og leivdirnar
friðarligt. Tað er jólaborðhaldstíð, og tá fáa nógv fólk nakað nógv innanborða, og tað hevur so ført til, at løgreglan í nátt hevur fingið fleiri fráboðanir frá fólki, sum hava verið stúrin um fólk, sum lógu [...] úti. Løgreglan sigur, at hava tey fleiri ferðir hjálpt fullum fólki á føtur aftur, onkur er koyrdur til hús, men tey ringja eisini eftir sjúkrabili, eru fólk so full, at einki samband fæst við tey. Tveir [...] at hann fekk 1.500 krónur í bót fyri at bróta skilhaldsreglarnar. Og hin fekk bót, tí hann vildi ikki siga løgregluni hvør hann var. Annar var skjótt leyslatin aftur, men hin hevur gist í brummuni í nátt
løgfrøðilig meting gerast av um hetta eru eini boð, sum kunnu elva til ótta hjá løgtingslimunum. Sostatt er maðurin, sum hevur sent boðini, ikki handtikin, sigur løgreglan. [...] hava fingið somu boð, har tað stendir, at »It is just to kill a child murderer« , sum kann týðast til, at »tað er lov at drepa ein barnamordara«. Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, er ein [...] lívinum. Løgreglan sigur, at tey vita, at boðini eru frá einum manni, sum býr í Danmark - men hann er ikki føroyingur. Løgreglan sigur, at talan er um ein mann, sum hevur sálarligar trupulleikar og hann er
sigri til Ísland. Okkara vóru eitt skiftið aftanfyri 7-13 í fyrra hálvleiki, og vóru í trimum førum aftanfyri við fimm málum í trimum førum. Ingi Olsen, viðmerkjari hjá KVF heldur, at hóast talan ikki gjørdist [...] dag. Súna Krossteig Hansen heldur, at tær vóru ikki nóg kyniskar í dag. Súna er annars "megastolt" av samlaða avrikinum, og slær fast, at hetta verður ikki seinasta HM-endaspælið hjá Føroyum. Í samrøðu [...] gott og minniligt HM. Turið Arge Samuelsen, annar viðmerkjari hjá KVF staðfestir eisini, at hetta var ikki besti dysturin hjá Føroyum. Tað gjørdist ov tungt at vera ov nógv mál aftanfyri. Føroyar gjørdu ov
Gruls Grøtta javnaði fyri Sävehof til støðuna 31-31, tá bert 11 sekund vóru eftir at leika. Rói var toppskjútti hjá Hallaby við átta málum. Hann legði eisini upp til eitt mál (assist). Sävehof er nummar [...] Tað bleiv tíverri ikki talan um eina føroyingauppgerð í Jönköping í bestu svensku hondbóltsdeildini í dag. Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby tóku ímóti Sävehof, ið mátti klára seg uttan
finna nummarið til ja-takk lumpitilboðið, meðan bíðirøðin veksur. Foreldur við høvdinum í einari app og kontaktsøkjandi pinkubørnum og forvitnum tríáragomlum. Og eldri einsom, sum fara til handils vónandi [...] ímóti ørskapinum! Teir skulu ikki eiga og stýra okkum við húð og hár, teir og teirra hentu tøknirisar. Tað einasta vit ynskja er veruliga kapping, sum kemur okkum brúkarum til góðar. Ordiligar vørur. Hampiligt [...] Hampiligt úrval. Hjálpsom starvsfólk. At ein vaksin er til staðar. Tey, sum skuldu vart okkum, Brúkaraumboðið og Kappingareftirlitið - er tað ómegd, lógloysi ella máttloysi, sum ger, at tey ONGANTÍÐ umboða