Frá ísraelskari síðu verður væntað, at tað skjótt fer at kunna fara víðari til næsta stigið í amerikansku vápnahvíldarætlanini fyri Gaza.
Tað segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, á einum felags tíðindafundi við týska samveldiskanslaran, Friedrich Merz, sunnudagin.
Tað var í oktober, at semja um vápnahvíld varð fingin í lag. Hon er grundað á fleiri fasur.
- Vit umrøddu, hvussu vit skuldu gera enda á Hamas-stýrinum í Gaza, sigur Netanyahu saman við Merz.
- Vit endaðu fyrsta partin, og so vænta vit at fara heilt skjótt til annað stig, sum verður truplari, heldur kanslarin fram.
Síðani vápnahvíldin varð fingin í lag, eru bardagarnir nógv minkaðir, men eru ikki heilt steðgaðir.
Í fyrstu stigunum í vápnahvíldini hevur Ísrael trekt seg til eina sonevnda gula linju, sum framvegis liggur inni í Gaza.
Samstundis hevur hernaðarligi palestinski bólkurin Hamas latið allar livandi gíslar og leivdirnar av øllum uttan einum av deyðu gíslunum leysar.
Men ikki er komið á mál við næsta stigi í ætlanini.
Í upprunaligu 20-punktsætlanini eru ein røð av tiltøkum, sum samráðast skal um.
Millum annað er ætlanin at seta eina fyribils, palestinska teknokratiska stjórn í Gaza. Hon skal stýra undir eftirliti av einum altjóða friðarvarðveitingarstovni og einum altjóða herdeildi.
Samstundis er ætlanin, at Hamas-bólkurin skal avvápnast, sum eisini væntandi verður eitt avbjóðandi punkt at fremja.
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, sigur, at hann væntar at hitta amerikanska forsetan, Donald Trump í desember.
- Eg fari at hava sera týðandi samrøður síðst í mánaðinum um, hvussu vit koma til annað umfar, sigur Netanyahu sambært Reuters.
/Ritzau/










