familjum við børnum. Hetta er fyrstu ferð, at Eivør og Teitur hava jólakonsert saman. Eivør hevur júst givið út nýggja fløgu, ið er sera væl móttikin. Eivør og Teitur eru bæði nýliga heimafturkomin á klettarnar [...] Teitur og Eivør fara í ár at skipa fyri konsert, har jólagleðin- og hýrurin verða sett í fremstu røð. Tað boða fyrireikarar frá í kvøld. Konsertirnar verða hildnar í fabrikkini hjá Østrøm 22. desembur [...] Harumframt verður barnakór, ein jólamaður, barr við jóla-disking, gløgg, øl, og enntá vafflur, ið omma Eivør hevur lovað at baka. Atgongumerki eru at fáa hjá Østrøm, TUTL og á ebillet.fo.
Tá ið Eivør Pálsdóttir herfyri hevði konsert í Vega í Keypmannahavn, fekk hon eitt óvanliga kritiskt ummæli í tíðarritinum Gaffa, sum annars mangan hevur hálovað føroysku songkvinnuni. Nú Eivør hevði eina [...] sigur Eivør Pálsdóttir. - Hasin ummælarin er frá Tønder og dámar væl fólkatónleik, so eg skilji væl, at hann hevur fingið eitt sjokk. Tað einasta, eg kann gera, er ikki at taka tað ov nær, sigur Eivør. [...] framførslu, enn hon plagar at hava, vendi tummilin niður hjá Gaffa. Ummælarin helt millum annað, at Eivør tóktst óektað og pátikin. - Tað var eitt sindur óheppið at fáa slíkt ummæli, men eg hevði í grundini
Nik & Jay og Eivør samstarva á nýggju fløguni hjá danska poppbólkinum, skrivar Dimmalætting. Tað er lagið Trøllabundin, sum er flættað inn í heitislagið á fløguni Engle eller Dæmoner. Eivør og Nik & Jay [...] við á sjálvari fløguni, skal Eivør eisini vera partur av fleiri konsertum hjá Nik & Jay í summar. - Hetta er als ikki mín kategori, men tað er stuttligt at vera við, sigur Eivør við Dimmalætting. Fløgan hjá [...] Jay eru knýtt at plátufelagnum Copenhagen Records. Eivør sigur við blaðið, at fyri einum mánaði síðani varð uppringd av plátufelagnum, sum vildi hava føroysku songkvinnuna at góðkenna lagið, har gandakendi
aftur í ár er Eivør Pálsdóttir í uppskoti til fleiri virðislønir. Eivør er tilnevnd í bólkunum Besta danska útgáva, Besti danski artistur, Besti danski sangari og Besti danski sangskrivari. Eivør Pálsdóttir [...] Eivør Pálsdóttir hevur aftur í ár fingið fleiri tilnevningar til virðislønir á Danish Music Awards Folk 2008 Á hvørjum ári er serligt heiðurstiltak fyri fólkatónleik í Danmark. Hetta er eitt alternativ
síni. Í hennara stað var Jón Tyril, sum spældi saman við Eivør í Clickhaze, komin at taka ímóti virðislønini, og hann bar eina heilsu frá Eivør. [...] 2006 var helst besta tónleikaárið hjá Eivør Pálsdóttir nakrantíð. Hon ferðaðist víðahvar við sínum tónleiki, vann virðislønir í Danmark, og leygarkvøldið vann hon annað árið á rað virðislønina sum besta [...] besta songkvinna á Planet Awards. Eivør var heldur ikki í aár hjástødd at taka ímóti virðislønini. Hon spældi um vikuskiftið á Celtic Connection í Glasgow og skal síðan í studio í Írlandi, at arbeiða við
Føroyski sangfuglurin Eivør kann í næstum upplivast í eini operu, har hon hevur leiklutin sum sjónleikarainnan Marilyn Monroe. Í september fer Eivør til býin Victoria í Canada, har hon skal verða partur [...] Marilyn Monroe. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Eivør samstarvar við Gavin Bryars. Fyri nøkrum árum síðani samstarvaðu tey, og sambært heimasíðuni eivor.com gleðir Eivør seg til at arbeiða saman við bretanum enn [...] Operain hevur fingið heitið "Marilyn Forever", og snýr seg sum lívið hjá kendu sjónleikarinnuni. Eivør hevur høvuðsleiklutin sum Marilyn Monroe og kemur at framføra operaina saman við baritoninum, Thomas
leygardagin. Eisini luttók Eivør Pálsdóttir við framførslu. Danska blaðið Gaffa ummælir setanarhald, og ummælarin nevnir millum annað framførsluna hjá Eivør Pálsdóttir: - Eivør sang við síni sterku, ljósu [...] vakran orðleysan sang saman við einum blandi av fólkatónleiki, elektroniskum tónleiki og kórrøddum. - Eivør hevði onga sjónliga mikrofon undir framførsluni, hóast mikrofonin kundi goyma seg í hennara stóra [...] kópaskinsfrakka, og tí fekk mann kensluna av, at talan var um playback. Tað er eitt sindur spell, tí Eivør hevur á óteljandi konsertum víst, at hon kann syngja ígjøgnum, skrivar Gaffa í ummælinum. Gaffa skrivar
Nýggja fløgan hjá Eivør Pálsdóttir, sum kemur á marknaðin heilt skjótt, avdúkar nýggjar síður av songkvinnuni. Á konsertum, Eivør hevur hildið saman við bólki sínum seinastu tíðina, hevur hon við nýggjum [...] evnunum hjá Eivør, stendur á eivor.com. Tað er Jens L. Thomsen, sum framleiðir fløguna, har eisini Mikael Blak, Benjamin Petersen og Høgni Lisberg hjálpa til. Á hesi fløgu eru millum annað sangir, Eivør hevur [...] gjørt saman við Tróndi Bogason, kórinum Mpiri og einum barnakóri úr Gøtu. Sambært heimasíðuni hjá Eivør sita hon og Jens L. Thomsen og leggja allarseinastu hondina á fløguna nú, og hetta verður gjørt í
Eivør Pálsdóttir fer í oktober mánaði aftur at hava fleiri konsertir við Danmarks Radio Big Band. Konsertirnar byrja og enda í Danmark, men føroyingar sleppa eisini at uppliva Eivør saman við tí heimskenda [...] oktober. Hetta verður ein konsert, har Eivør og DR Big Band spæla ein part, og kenda danska songkvinnan Caroline Henderson spælir ein part av konsertini. Fyrr í ár góvu Eivør og Danmarks Radio Big Band út eina [...] heimskenda danska orkestrinum. Hóskvøldið og fríggjakvøldið 13. og 14. oktober fara Eivør og DR Big Band at spæla í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Fyrsta konsertin verður tann 5. oktober, tá ið tey spæla í
náttúru. »Ein hoyrir Føroyar, tá Eivør syngur,«, sigur ummælarin. Íslendski bólkurin sum spælir saman við Eivør stuðlar hana sera væl og hevur uttan iva sín lut at Eivør stendur nú sum tann størsta stjørnan [...] eintøkum. Hoyra Føroyar At Eivør hevur fullkomiliga hugtikið íslendingar við sínum eyðkenda sangi og frálíku framførslu var eyðsýnt undir hátíðahaldinum í íslendska ríkissjónvarpinum. Eivør er tann einasti »ú [...] Eivør Pálsdóttir fekk tvær tær størstu virðislønirnar innan íslendskan rock-tónleik á árliga tónleika-hátíðarhaldinum í Reykjavík mikukvøldið. Hon var vald som ársins besta sangarinna í Íslandi 2003 og