Eivør Pálsdóttir fekk tvær tær størstu virðislønirnar innan íslendskan rock-tónleik á árliga tónleika-hátíðarhaldinum í Reykjavík mikukvøldið.
Hon var vald som ársins besta sangarinna í Íslandi 2003 og eisini sum tann besti tónleikaflytarin (tann ið best dugdi at framføra tónleik) innan henda musik-bólkin.
Á hátíðarhaldinum fingu íslendskir tónleikarar virðislønir innan ymiskar bólkar av tónleiki, eitt nú jazzi, rocki og klassiskan tónleik.
Vertirnir á hátíðarhaldinum í Reykjavík ásannaðu í gjárkvøld í beinleiðis sjónvarpsending, sum í minsta lagi helvtin av íslendingum hugdi eftir, at Eivør hevur veruliga sungið seg inn í mergin á íslendingum.
»Hon er ekki bert ársins besta og populerasta sangarinna men eisini millu bestu lagahøvundarnar í okkara landi. Yvir bert eitt ár er hon blivin ein tann størsta stjørnan í íslendska tónleikaheiminum,« bleiv sagt undir hátíðarhaldinum.
Millum størstu avrik
Beinleiðis sending var frá hátíðarhaldinum í íslendska ríkissjónvarpinum. Eivør fekk virðislønirnar handaðar á tí stóra árliga tónleika-hátíðarhaldinum, har øll tey størstu og kendastu nøvnini innan íslendskan tónleik vóru hjástaddir, harímillum Bubbi Mortens, Birgitta Haukdal og tann heimskendi bólkurinn Sigurros.
Ein íslendskur tónleikabólkur, »Minus«, fekk virðisløn fyri ársins bestu fløgu, sum eitur »Halldór Laxness«.
Fløgan hjá Eivør, »Krákan« verður kortini av íslendskum ummælarum mett at vera millum størstu avrikini innan íslendskan tónleik tey seinastu árini.
Fleiri bløð og útvarpsstøðir her í landinum hava valt Krákuna sem ársins bestu fløgu og hon hevur selt meira enn 5000 eintøk og harvið nátt gull. Mett verður, at fløgan fer at selja uppímóti 10.000 eintøkum.
Hoyra Føroyar
At Eivør hevur fullkomiliga hugtikið íslendingar við sínum eyðkenda sangi og frálíku framførslu var eyðsýnt undir hátíðahaldinum í íslendska ríkissjónvarpinum.
Eivør er tann einasti »útlendingurin«, sum fleiri ferðir hevur verið verið bjóðaður at luttaka í vinsælastu sendingini, sum verður víst hvørt leygarkvøld í sjónvarpinum við hugnapráti og tónleiki.
Hon hevur fingið avbera góð ummæli fyri konsertirnar, hon hevur havt í seinasta árið.
Tann seinasta konsertin, sum bleiv hildin í Reykjavik i november síðsta ár, fekk tey ummæli, at hon var millum tær mest spennandi og hugtakandi konsertirnir, ið vóru hildnar í árinum.
Ummælarin hjá Morgunblaðnum segði tá at tað var stuttligt at síggja, hvussu Eivør kann bæði framføra rock-tónleik og flætta hann saman við tað ektaða føroyska soleiðis at ein beinleiðis í konserthølunum upplivir tað stóra og hábærsliga í føroyskari náttúru.
»Ein hoyrir Føroyar, tá Eivør syngur,«, sigur ummælarin.
Íslendski bólkurin sum spælir saman við Eivør stuðlar hana sera væl og hevur uttan iva sín lut at
Eivør stendur nú sum tann størsta stjørnan innan íslendskan tónleik.