Føroyski sangfuglurin Eivør kann í næstum upplivast í eini operu, har hon hevur leiklutin sum sjónleikarainnan Marilyn Monroe.
Í september fer Eivør til býin Victoria í Canada, har hon skal verða partur av nýggjari operu um Marilyn Monroe eftir bretska framleiðslustjóranum Gavin Bryars. Operain hevur fingið heitið "Marilyn Forever", og snýr seg sum lívið hjá kendu sjónleikarinnuni.
Eivør hevur høvuðsleiklutin sum Marilyn Monroe og kemur at framføra operaina saman við baritoninum, Thomas Sandberg, ið skal spæla leiklutirnar sum mongu mennirnir, ið vóru partur av lívinum hjá Marilyn Monroe.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Eivør samstarvar við Gavin Bryars. Fyri nøkrum árum síðani samstarvaðu tey, og sambært heimasíðuni eivor.com gleðir Eivør seg til at arbeiða saman við bretanum enn einaferð.
Operain hevur frumframførslu tann 13. september í leikhúsinum MacPherson Playhouse Theatre, sum er í Victoria í Canada. Eisini verður ein framførsla tann 14. september.