Eivør fýra tilnevningar til DMA Folk

Eivør Pálsdóttir hevur aftur í ár fingið fleiri tilnevningar til virðislønir á Danish Music Awards Folk 2008 Á hvørjum ári er serligt heiðurstiltak fyri fólkatónleik í Danmark. Hetta er eitt alternativ til Danish Music Awards, sum serliga er fyri popp og rocktónleik.

 

DMA Folk verður hildið tann 8. Mars, og aftur í ár er Eivør Pálsdóttir í uppskoti til fleiri virðislønir.

 

Eivør er tilnevnd í bólkunum Besta danska útgáva, Besti danski artistur, Besti danski sangari og Besti danski sangskrivari.

 

Eivør Pálsdóttir hevur áður vunnið virðislønir á DMA Folk tiltakinum, sum verður hildið í Tønder.