Nýggja fløgan hjá Eivør Pálsdóttir, sum kemur á marknaðin heilt skjótt, avdúkar nýggjar síður av songkvinnuni. Á konsertum, Eivør hevur hildið saman við bólki sínum seinastu tíðina, hevur hon við nýggjum løgum víst, at hon leitar burt frá tí fólkakenda tónleikinum og vísir seg frá eini ráari og harðari síðu enn vant.
Júst hetta kemur eisini at seta sín dám á nýggju fløguna, stendur at lesa á heimasíðuni hjá songkvinnuni.
- Henda fløgan vísir nýggjar síður av evnunum hjá Eivør, stendur á eivor.com.
Tað er Jens L. Thomsen, sum framleiðir fløguna, har eisini Mikael Blak, Benjamin Petersen og Høgni Lisberg hjálpa til.
Á hesi fløgu eru millum annað sangir, Eivør hevur gjørt saman við Tróndi Bogason, kórinum Mpiri og einum barnakóri úr Gøtu.
Sambært heimasíðuni hjá Eivør sita hon og Jens L. Thomsen og leggja allarseinastu hondina á fløguna nú, og hetta verður gjørt í Lundgaard Studio í Danmark.