Leygardagin var stórfingið setanarhald í Aarhus, sum komandi árið er europeiskur mentanarhøvuðsstaður.
Sera nógv varð gjørt burtur úr haldinum, og føroysk tónlistafólk vóru eisini við. Sunleif Rasmussen hevur skrivað almennu fanfaruna hjá Aarhus sum mentanarhøvuðsstaði, og hon var framførd fyrstu ferð á hátíðarhaldinum leygardagin. Eisini luttók Eivør Pálsdóttir við framførslu.
Danska blaðið Gaffa ummælir setanarhald, og ummælarin nevnir millum annað framførsluna hjá Eivør Pálsdóttir:
- Eivør sang við síni sterku, ljósu og sera reinu rødd ein vakran orðleysan sang saman við einum blandi av fólkatónleiki, elektroniskum tónleiki og kórrøddum.
- Eivør hevði onga sjónliga mikrofon undir framførsluni, hóast mikrofonin kundi goyma seg í hennara stóra kópaskinsfrakka, og tí fekk mann kensluna av, at talan var um playback. Tað er eitt sindur spell, tí Eivør hevur á óteljandi konsertum víst, at hon kann syngja ígjøgnum, skrivar Gaffa í ummælinum.
Gaffa skrivar, at sama skil var við framførsluni hjá songkvinnuni Luna Ersahin.