grøntsøkum nú er so mikil kring oyggjarnar. Tað vóru nærum altíð lagdir fyri hann spurningar um hetta evni, og aldri troyttist hann av at vegleiða teimum, sum á hann heittu. Sum stundirnar vóru til tað [...] tínum handli?« »Á, jú,« svaraði hann, »tað er, sum ein tekur tað. Fyri tað fyrsta hava so fá í Føroyum ráð til at keypa grøntsakir. Øll hava gott av teimum. Og tí er tað betri, at fólk sjálvi dyrka tær heldur [...] hava biðið meg um ráð, vitja inn aftur, tá tey eru stødd her. Hugnaligt er tá at práta og hoyra, hvussu tað gongst teimum; tí altíð er tað okkurt, sum tey vilja duga meira... Og nú selji eg fyri mong teirra
hvat er so Kardamummubýur – í veruleiknum? Thorbjørn Egner segði sjálvur, at hann vónaði, at bæði stór og smá »... fara at finna eina djúpari meining: at eingin bara er hetja og eingin bara er skurkur [...] við hugskotinum, sum beinanvegin til dystin fús. Síðani varð farið í gongd. Bjørn Egner, sonur Thorbjørn Egner, sum er arkitektur, fekk ábyrgdina fyri verkætlanini, og hann fór suður til Costa del Sol [...] – sum Thorbjørn Egner sjálvur hevur teknað og ímyndað sær. Har eru 32 hús, og summarmánaðirnar spæla tey eisini sjónleikin í túnunum millum húsini og á svalum og uppi í torninum hjá Tobiasi. Tú
Knud Andersen, so er ikki at keypa blómur, tí so skulu vit heldur lata eina eina peningagávu til Anton. Anton er ein deksbátur við bláum segli og brúnum stýrhúsi, sum Knud Andersen førdi sum skipari [...] annað við ungum, sum vóru úti í trupulleikum, og sum eingin vildi kennast við, men sum Knud Andersen fekk við til at rokast á sjónum, at fiska og annars at finna eina meining við lívinum. Tað var [...] tað var galið við, men tað var samfelagnum, segði skiparin. ##med2## Sum so mangan heldur Knud Andersen røðu – hesaferð sum formaður fyri Levende Hav eftir at hann hevði avsagt dómin yvir svíkjandi
hann ikki rætt til eina vanliga kirkjuliga jarðarferð. Henda hending er byrjanin til skaldsøguna hjá Oddvør Johansen »Í morgin er aftur ein dagur.« Líkið av Sámali varð tískil sett í Sproytuhúsið, eitt [...] Marin, 5. mars 1960: Petur hjá Stinu er nú farin. Hann var kendur havnarmaður, tók lut í samfelagslívinum sum fáur. Hansara áhugi fyri øllum tí, sum livandi er, og sum gott og framburð bar við sær [...] ina 3. september 1901: »Fríðrikur próstur helt eina vakra og uggandi røðu. Sterka andlitið á honum er bleikt, og tá ið hann við síni málmrødd leggur fyri við at syngja, koma djúpar foyrur í tað breiða
aliøkinum, og at tað tí er beinleiðis villleiðandi at siga, at VMR ikki fyrr enn við árslok 2003 setti í gildi nýgjar og herdar reglur. ?at VESO frágreiðingin ikki nevnir, at tað er neyðugt at minka um f [...] misrøkt. Síðani verður alivinnan viðgjørd serstakt, og sigur Búskaparráðið (BR) millum annað: 1.Eitt er at prísirnir falla og ILA sjúka kemur í fiskin. Men at tað skal ganga so long tíð til myndugleikarnir [...] í frágreiðingini, ?at BR vevur saman umhvørvisvernd og sjúkuniðurberjing, ?at BR nýtir tilráðingar-nar í AkvaplanNiva (APN) frágreiðingini skeivt, umframt at BR brúkar umhvørvisstøð-una í alibrúkunum sum
gjørligt, virkaði hann sum partur av teknikarahópinum í City Church, sum fyrr kallaðist Evangeliihúsið og er ein karismatisk samkoma. Men so kom korona, og tá broyttist alt frá einum degi til annan. Tá løgmaður [...] kirkjur og samkomur beinan vegin. – Nakrar dagar frammanundan høvdu vit skipað fyri kvinnustevnu, sum er størsta tiltakið á árinum hjá City Church. Landsstýriskvinnan í almannamálum hevði sett stevnuna, og [...] til sjálvboðið arbeiði, sum eisini hevur stóran týdning. Men at standa og bryggja kaffi í ein tíma er ikki neyðturviliga tað sama sum at møta Guði, sigur Jan Jensen. HANDRITIÐ VAR BURTUR Flestallar siðvenjur
Poulsen f. 1926 úr Nólsoy. Keldur: Viggo Christiansen Karin Joensen 200. partur Hetta er partur nummar 200 í hesi røð, sum er nógv meira enn væntað var frá byrjan. Nú fer kortini skjótt at vera komið runt. Tað [...] Hann var eisini kassameistari hjá Nótafelagnum í Havn, og børnini hjá honum gingu til limirnar at krevja limagjald. Her var onkur stuttlig misskiljing, tá ið fólk søgdu seg einki hava við tónleik [...] løgtingsvali Tá ið Jørgen var deyður fór Marin Christina at taka móti logerandi, og har búðu nógv. Dømi er Janus Djurhuus og eisini Rigmor, sum hann livdi saman við. Hoyrdi nú um dagarnar í samband við valið
Helgi og Elinborg. Gugga doyði bert 54 ára gomul tann 5. februar 1959. Hetta er eisini ein søga um trúfesti. Í hvussu er fram til fyri nøkrum árum síðani var framvegis tætt samband millum ættirnar hjá [...] Eftir at Gugga var deyð hildu hennara børn sambandið viðlíka. Til er enn eisini tær trúlovingargávur, tey góvu hvørjum øðrum. Vesturi í Bø er framvegis tann Bíblian, sum Jógvan gav Guggu við innskriftini: [...] mátti Johannes tíðliga átaka sær part av forsyrgjaraskylduni, hóast mamman var røsk til hendurnar. Vanligt var, at dreingir í Havn vóru konfirmeraður um várið, og tí fingu kjans við skipi beinanvegin
Evropa Er málið at verða ein suverenur statur? »Tað er torført at siga, tí eg veit ikki, hvør støðan er í Danmark um 20 ár. Hvar er Danmark um 20 ár – er Danmark ein suverenur statur um 20 ár, ella er Danmark [...] politikkur er, at karmarnir um ríkisfelagsskapin skulu standa. Vit síggja okkum ikki sum 48.000 fólk, sum eru før fyri at hava alt. Tað er ógjørligt at hava 80 sendistovur kring heimin. Tað er nonsense [...] nonsense, tað er vónleyst. Tí skulu vit hava tætt samstarv við Danmark. Knúturin er, at Danmark er eitt eindarríki – ein eind. Eg ímyndi mær tríggjar eindir í framtíðini. Trý sjálvstøðug lond í einum f
nógvar vørur, sum annars ikki vóru at fáa. Hann plagdi eisini at skipa fyri útferðum kring oyggjarnar við Sleipner. Áðrenn B36 kom uppá tal, var Niels virkin innan losjusrørsluna. Hon gekk eina tíð í tveimum [...] Vágsbotni sunnudagin 28. mars 1936 í eini skrivstovu hjá Hansinu Johannesen, har sum “undirhúsið” er í dag. Í 1936 búðu annars 3600 fólk í Havn, so tað var rættuliga hóskandi at kalla felagið B36. Annars