Jørgen á Áarvegnum: Slapp bert at hava handil í tvey ár

Tað eru ikki færri enn tríggir við navninum Jørgen Frants Jacobsen jarðaðir í gamla kirkjugarði. Teir tveir eru kendi rithøvundurin og abbi hansara. Jørgen Frants, sum verður umrøddur í dag, fekk sítt navn frá abbanum í Vágum

Óli Jacobsen

200. partur

Tey eru fá, sum minnast Jørgen á Áarvegnum, men framvegis eru nógv, sum vita um hann og hansara ísinkramhandil, sum hann lat upp á Áarvegnum í 1931.
Pápi Jørgin Frants var Jacob Jacobsen (1846-1883), Jákup á Áar­vegnum kallaður, timburmaður úr Havn. Abbin Joen (1804-1874) var eisini timburmaður. Langabbin var Jacob Christiansen (1761-1829), bóndi á Eystara Húsagarði í Havn. Hann festi 23.3. 1799.
Mamma Jørgin Frants var Anna Jørgensen f. 1846 úr Miðvági, vanliga kallað Vága Anna. Pápi hennara Jørgin Frants Jacobsen (1811-1890) var føddur í Havn. Kona hansara Rachel Niclasdóttir f. 1810 var úr Sandavági. Hetta man vera orsøkin til, at tey eru búsett í Miðvági, har Jørgin Frants var skúlalærari og handilsmaður.

Fór á háskúla fyri arvin
Jørgin Frants giftist við Maren Christinu Fredrikku Michelsen úr Øra­vík. Pápi hennara var Dánjal Jacob MIchelsen (1859-1935). Hann var skip­ari og timbur­maður. Mamman var Karin Maria Poulsen (1861-1883) úr Hvalba. Hon doyði knapp­­­liga, áðrenn Marin Christina var ársgomul.
Marin Christina hevur verið rættiliga frammarlaga fyri sína tíð. Hon hevði frá mammu síni arvað »kolarættindi« í Hvalba. Hesi seldi hon og fór niður á Vallekilde á Háskúla. Eisini keypti hon eina seymimaskinu, sum hon fekk nógva nyttu burtur úr.

Virkin í sjúkrakassanum og nótafelagnum
Jørgen var ein virkin maður á nógv­um økjum, eisini í sjúkrakassa­num í Havn.
Í 1922 var aðalfundur í sam­bandi við samanlegging av tí gamla sjúkra­kassa­num í Havn og Thors­havns Afholdssygekasse.
Í nevndini fyri samanlagda sjúkra­­­­kassan komu, umframt Jørg­en, eis­ini Petur Jensen, kendur m.a. frá meiarí­n­um, Hans Kamban, Andre­as Jensen, Jacob Lindenskov, Jacob Jacob­sen, prentari og Anton Andrésen.
Hetta var eitt tíðarskeið við fíggj­ar­lig­um trupulleikum, og hetta merkt­ist eisini í sjúkrakassanum, hóast limatalið hækkaða.
Okkurt mátti gerast fyri at spara, og á einum aðalfundi hevði nevndin uppskot um at seta til­skotið til heilivág niður frá ¾ til eina helvt. Men uppskotið fall. Jørgen var í nevndini til hann doyði.
Hann hevði eisini onnur álitis­størv. Hann hevði roknskapin hjá skipi­­num »Golden Harp«. Hann var eisini kassa­meist­ari hjá Nóta­felagn­­um í Havn, og børnini hjá hon­­um gingu til limir­nar at krevja lima­­gjald. Her var onkur stuttlig mis­­skilj­ing, tá ið fólk søgdu seg einki hava við tón­leik at gera. Men hetta var eitt felag, sum átti eina seiðanót.

Tingakrossi hevði hesi minningarorð um Jørgen
Tað vóru sorgarboð, sum bórust út um havnarbý 1. jóladagsmorgun (1933), tá ið tað frættist, at Jørgen Jacobsen, Jørgen á Áarvegnum, var deyður. Altíð nítur deyðin meint, tá ið hann rámar mann í sínum fulla yrki og meinari sjálvsagt, tess meira óvart hann kemur. Her kom hann enntá saman við sjálvari jólahátíðini, sum ein kaldur gjóstur til vinir og kenningar við síni óbøt­andi sorg til tey næstu, ið eftir sita. Fáur grunaði, at so brádliga skuldi lívslagna hansara verða endað.
Ikki tí, hann hevði verið brek­að­ur leingi av sukur­sjúku, men hann tykt­ist ikki at virða sjúkuna. Hann var ongan­tíð ein av teimum, sum gramdi seg um seg sjálvan. Tað lá hans­ara ljósa og glaða lyndi fjart. Still­far­­andi og skemt­ingar­samur átti hann heldur evnini og hugin til at vekja áræði og treysti hjá øðrum. Mót­loysi og vón­loysi lá ikki fyri hjá honum.
Tað hava hansara felagsmenn í føroy­skum sjálvbjargnisstarvi so mangan sann­að, og hann var ein ósvíkj­andi starvs­bróður í tí, sum í øll­um øðrum størvum, hann tók sær uppá.
Í 25 ár var Jørgen Jacobsen í krambúðini hjá Ludvig Poulsen í Havn. Sum unglingur hevði hann verið í Thomsens handli á Tvøroyri, og var nú byrjaður sína egnu kram­búð á Áarveg. Men nú tók sjúkan at herja við lungnabruna og svulli, og hon gjørdi skjótt um seg.
Legan var stutt, men hansara seinastu tímar vóru svárir. 51 ár untist honum at liva. Í honum hava vit mist ein góðan mann, ein trúgvan og erligan føroying, órædd­ur og frælslyntur, ein av teimum, vit hava minst ráð til at missa.
Heiðrað veri minni hansara.

Stuðlaði deyða manninum á løgtingsvali
Tá ið Jørgen var deyður fór Marin Christina at taka móti loger­andi, og har búðu nógv. Dømi er Janus Djurhuus og eisini Rigmor, sum hann livdi saman við.
Hoyrdi nú um dagarnar í sam­band við valið, eina stuttliga søgu um Marin Christinu. Hon valdi sam­bandsflokkin og hann sjálv­stýrisflokkin. Tey vóru bæði íðin í síni politisku støðu. Tá ið Marin Christina fyrstu ferð fór á val at velja sam­bands­flokkin eftir, at Jørgen var deyður, hittir hon onkr­an, sum sigur við hana: »Tú fer nú kan­­ska at velja fyri Jørgen.« Tá kemur henni til hugs, at hetta er kanska tann einasti beini, hon nú kundi gera sínum deyða manni. So hon at­kvøddi fyri sjálvstýri restina av lívinum!

Børnini hjá teimum báðum vóru:
Jacob f. 1911. Giftist við Onnu f. Djurhuus úr Søldarfirði.
Karin Daniella (1913-1932). Hon doyði brádliga bert 19 ára gomul.
Hanna Betty (1916-1985). Gift við Herluf Hansen politisti (1910-1976).
Anna f. 1918. Var í Danmark undir krígnum. Arbeiddi nógv ár í handli­num hjá Katrinu Christiansen. Bert hon livir eftir av systkjunum.
Jona Helena f. 1914. Hon fór til Danmarkar áðrenn kríggið og giftist. Hon arbeiddi nógv í KFUM niðri.
Hákun (1921-2009). Giftist við Marju Poulsen f. 1926 úr Nólsoy.

Keldur:
Viggo Christiansen
Karin Joensen

200. partur
Hetta er partur nummar 200 í hesi røð, sum er nógv meira enn væntað var frá byrjan. Nú fer kortini skjótt at vera komið runt. Tað verða bert nakrar greinir afturat, sum fram­yvir fara at koma triðju hvørja viku. Er onkur, sum hevur tilfar um stein­ar, sum eftir eru, eri eg fegin um at frætta.
Tað eru um 300 gravsteinar í kirkju­­garðinum. Av hesum eru nú um 250 steinar umrøddir.
Ein slík grein sýnist einsamøll ikki av nógvum. Men tilsamans man vera talan um 600 tekstbókasíður og um 1.000 myndir, sum lýsa fólk, sum fingu teirra seinasta hvíldarstað á Svínaryggi. Tað hevur eisini víst seg, at tað hevur verið sera stórur áhugi millum lesarar fyri hesi røð.


Í komandi parti um tríggjar vikur verður greitt frá Sigrid Pállson, undangongukvinna í kvinnufráhaldsfelagnum