Í hesi áhugaverdu djóralund læt upp fyri sekstan árum síðani ein ordiligur Kardamummubýur – sum Thorbjørn Egner sjálvur hevur teknað og ímyndað sær. Har eru 32 hús, og summarmánaðirnar spæla tey eisini sjónleikin í túnunum millum húsini og á svalum og uppi í torninum hjá Tobiasi.
Tú sært allar figurarnar úr søguni, og saman við sjónleikinum verða sjálvndi teir so væl kendu sangirnir framførdir. Tú sleppur inn í húsini, og uppi í torninum hjá Tobiasi er útsýni yvir allan býin. Um tú biður um tað í góðari tíð, so ber eisini til at gista í húsunum í Kardamummubýi!
Sporvognurin hjá Sývarson, sum sjálvandi eisini hevur køkukassan við – og bjóðar køkur – koyrir aftur og fram í býnum – júst sum í bókini. Hann hevur bara tvey steðgistøð, eitt í hvørjum enda á býnum.
»Eg hevði havt í huganum – og á pappírinum – ein lítlan hugflogsbý við einum høgum torni og smáum húsum kring tornið – og pálmar og býarportur og ásin í gøtunum – kveikt úr upplivingum úr smáum bygdum í londum kring Miðalhavið.«
Soleiðis sigur Thorbjørn Egner í endurminningum um upprunan til Kardamummubýin.
»Og so fekk eg hug at lata fitt og vinarlig fólk búgva í býnum, tí vinarlig fólk eru lættast at hava við at gera – eisini í bókum. Og soleiðis varð Kardamummubýur til«, sigur Thorbjørn Egner.
Kardamummubýur í Dyreparken í Kristiansand lat upp summarið 1991. Men søgan um býin er nógv eldri enn so – hon byrjar fjøruti ár longur afturi í tíðini.
Thorbjørn Egner hevur sagt, at hann hevði teknað tornið og helt, at tað átti at verið til onkra nyttu. Tí varð Tobias uppfunnin til at búgva høgt uppi yvir øllum hinum í býnum – og sum ein annar Petur Skeel ansar hann veðrinum í Kardamummubýi. Og í býnum búgva eisini Suffía mostir og lítla Kamomilla, her býr eisini Remo og Tommy og slaktarin og Berg keypmaður og Sývarson vognstjóri. Og her býr fyrst og fremst Bastian politimeistari, sum ongantíð hevur hevur hug at handtaka nakran, men heldur vil skapa veitslu og gleði. Hann hevur eisini gjørt Kardamummulógina, ta einfaldastu av øllum lógum:
»Tú skalt ikki plága onnur ella gera nakað ilt,
annars kanst tú liva, sum tú sjálvur vilt«
Í Noreg gjørdist søgan um fólk og dólgar víðakend í 1954, tá Thorbjørn Egner sjálvur læs hana í barnaútvarpinum har. Árið eftir kom søgan út í bók.
Føroysk børn – eisini tey vaksnu børnini – kenna søguna frá okkara barnaútvarpi. Eyðun Johannesen týddi bókina og legði hana eisini til rættis sum útvarpsleik – og fyri út við 40 árum síðani kom leikurin eisini út á gramofonplátu. Og hendan plátan man hava snurrað mangar ferðir á plátuspælarum kring alt landið upp gjøgnum sjeytiárini, tí hon var so forkunnug, tí umframt barnarímurnar hjá Hans Andreasi, so var ikki so nógv annað slíkt tilfar til børn.
Men aftur til Thorbjørn Egner. Longu í 1949 var hann á ferð í við Miðalhavið – mest í Marokko men eisini í Spania og á Sicilia. Har hevur hann funnið íblástur til suðurlendsku húsini, sum hann hevur skapt í Kardamummubýi – og hesi eru eisini endurskapt í Kardamummubýi í Kristiansand. Dólgaborgina fann hann tó á Rhodos!
Stjórin í Kristiansand Dyrepark, Edvard Moseid, hevði í fleiri ár tosað um at skapa ein Kardamummubý í fullari stødd í Djóraparkini. Í 1987 fór hann til Thorbjørn Egner við hugskotinum, sum beinanvegin til dystin fús.
Síðani varð farið í gongd. Bjørn Egner, sonur Thorbjørn Egner, sum er arkitektur, fekk ábyrgdina fyri verkætlanini, og hann fór suður til Costa del Sol í Suðurspania at finna íblástur.
Thorbjørn Egner vildi hava eina naturalistiska suðurlendska bygd við skeivum húsum. Hann vildi hava ein einfaldan og barnsligan Kardamummubý.
Øll húsini fingu sína egnu funktión. Býrin varð bygdur á einum øki upp á 50 ferðir 50 metrar. Flestu húsini vóru millum 30 og 50 fermetrar. Uttan fyri býin liggur býarparkin við amfi og karusell, og nakað norðan fyri býin, passaliga langt burturin, liggur dólgaborgin.
Hendan dagin, vit vitjaðu í Kardamummu, var veðrið avbera gott og nógv fólk vitjaðu býin. Kl 12 byrjaði leikurin á torginum framman fyri torninum hjá Tobiasi.
Bastian politimeistari gekk har so glaður og savnaði fólkið saman – tó at hann ikki hóskaði eins væl til leiklutin, sum okkara egni Jógvan Ósá, sum er tann føddi Bastian! (Eg ímyndi mær, at Thorbjørn Egner hevur havt Jógvan Ósá sum fyrimynd, tá hann skrivaði bókina og skapti Bastian...)
Vit hittu eisini Berg keypmann, bakaran, slaktaran, Suffíu mostur og dólgarnar. Tú kundi ganga runt í býnum og vitja tey hús, tær lysti, og soleiðis vóru vit sjálvandi uppi í torninum hjá Tobiasi, á politistøðini, inni hjá Suffíu og aðrastaðni við – og sjálvandi eisini ein túr við sporvogninum hjá Sývarson – sum hevði kakueskjuna við.
Vit vitjaðu eisini í dólgaborgini, sum lá uttan fyri býin – og vit mugu geva Suffíu mostur rætt tá hon sygnur: »á dú og dú her er skitið...«
Á heysti í 1990 vitjaði Thorbjørn Egner seinastu ferð Kardamummubýin, sum ikki var liðugur. Øll húsini vóru kortini undir taki, og Egner skuldi sjálvur gera ymiskt arbeiði, so sum at velja litir, dekorera hurðar, húsanummur o. a.
Tíverri kláraði hann ikki at gera hetta liðugt, tí hann doyði brátt eftir stutta sjúku jólaaftan sama árið.
Men tað var kona hansara, Anna, sum klipti snórin, tá býurin læt upp 8. juni 1991 meðan Kardamummuorksetrið spældi.
»Og mitt í tí heila fór tað at regna, sjálvt um gamli Tobias hevði hopað, at tað skuldi verða deiligt summarveður. Og øll blivu vát, men tað sleit skjótt íaftur og veitslan kundi halda fram«, skrivar Bjørn Egner í bókini »Kardamummubýur í Kristiansand Dyrepark«.
Thorbjørn Egner náddi ikki at uppliva býin lidnan. Men býurin varð fullførdur við lívi og virki, so sum Egner hevði formað hann og droymt um, at hann skuldi verða.
Kardamummubýur í Kristiansand gjørdist kardamummukrúnan á verkinum hjá Thorbjørn Egner,
Men hvat er so Kardamummubýur – í veruleiknum?
Thorbjørn Egner segði sjálvur, at hann vónaði, at bæði stór og smá »... fara at finna eina djúpari meining: at eingin bara er hetja og eingin bara er skurkur, og vit mugu góðtaka, at menniskju eru eitt sindur ymisk – og royna at skilja hvønnannan«.