komu Høgni og Elin aftur til Føroya. Høgni hevði tá tikið gudfrøðiligt embætisprógv og virkaði hann sum prestur, til hann legði frá sær fyri aldur. Fyrstu seks árini frá 1957 til 1963 virkaði Høgni sum prestur [...] Høgni fór sum ungur niður til Danmarkar at útbúgva seg. Fyrst tók hann studentsprógv, og síðani fór hann at lesa guðfrøði. Meðan hann var í Danmark undir útbúgving, giftist hann við Elini av Tvøroyri [...] ðnum, sum tað tá kallaðist, og frá 1992 til 1994 var hann formaður í Høvuðsstýrinum. Sum limur í leiðsluni hjá Heimamissiónini hevur Høgni Poulsen verið við til at tikið tøk, og er tað ikki sørt, at tað
eitt minnisrit skrivað, til støðin um tvey ár verður 50 ár. Hann gloymdi ikki Skarvanes, og fyri nøkrum árum síðan bygdi hann sær eini hús har at koma til í frítíðini. Høgni giftist við Margrethu Toftenæs [...] Eftir lokna skúlagongd, fór hann til skips, og sigldi við bæði føroyskum og íslendskum skipum. Hann var m. a. við til at bjarga manningini á íslendska trolaranum, Goðanes, sum rendi á Flesjarnar í síðst [...] fleiri ár. Síðan miðskeiðis í 70?unum hevur Høgni havt egnan hýruvogn og koyrt á bilstøðini Auto, til hann nú mátti leggja frá sær vegna herviliga sjúku. Seinnu árini hevur hann verið stjóri á P/F Auto
heitinum “Santa Jørunds Gildi - lykilin til mentan, upplýsing og framburð” og savnaði soleiðis stóra mongd av peningi til skótaarbeiðið í Klaksvík. Hann var við til at byggja og umvæla húsini hjá Klaksvíkar [...] liva ella doyggja, hoyra vit Harranum til.” Hetta er boðskapurin, vit fáa í mannalív okkara. Vit eru ikki okkara egnu harrar. Vit hoyra Harranum til. Vit koma tómhent til lívið og fara tómhent hiðani. Meðani [...] saman við teimum. Túrarnir niðan til Skúvadals saman við abbasoninum Jakob tosaði hann fegin um, - og so græt hann. Tá sonur Jakob,Viktor, varð føddur, fór Ingolf til Keypmannahavnar, hóast hann hevði
var maðurin, sum tók stig til at fáa okkara egna fólk heimaftur til Føroya, sum orsaka av menningartarni og øðrum, vórðu send til Danmarkar á stovn. Hann fekk eisini tikið stig til, at vit fingu fyristingina [...] og Jacob, til teir báðir gjørdist landsstýrismenn í 1968, tá Dammurin doyði, og landsstýrið varð umskipað. Jacob umboðaði Javnaðarflokkin á Føroya Løgtingi frá 1958 til 1966, og frá 1970 til 1990 undantikið [...] Almannastovan varð sett á stovn. Jacob umboðaði eisini flokkin í Fólkatinginum frá 1979 til 84, 1987 til 88 og frá 1990 til 93. Her gjørdi Jacob eisini eitt dygdargott arbeiði, og serliga mintust nógvir føroyingar
røkti hetta starvið til 1981, tá ið hann varð settur sum lektari á Læraraskúlanum, har hann hevði havt nakrar fáar vikutímar árini frá 1968. Starvið á Læraraskúlanum røkti hann, til hann legði frá sær í [...] sum er eitt slóðbrótandi verk. Umframt skrivaði Jeffrei fleiri undirvísingarbøkur til fólkaskúlan. Árini frá 1981 til 1995 høvdu vit í felag ábyrgdina av frálæruni í føroyskum á Læraraskúlanum. Hann var [...] vit – um 22 ára gamlir - sett á okkara fjórða og seinasta ár í læraraútbúgvingini. Ein høvuðsorsøkin til, at børnini vóru so hugagóð og dugdu so væl, var maðurin, ið stundum stóð við talvuna og greiddi frá
heysti í 1960. Leiðin gekk fyrst til sjómansheimið í Grimsby, har hann virkaði millum føroyskar sjómenn. Har var hann fleiri heyst á rað. Várið eftir fóru Johan og Amy til Reykjavíkar, fyri at taka við leiðsluni [...] heimamissións og sjómansmissións samanhangi. Johan vaks upp í Rituvík, og fór sum flestu javnaldrar til skips. Við skipi undir Íslandi á ungum árum, var Johan fyri tí vanlagnu, at hann misti høgra arm. Ísland [...] hjarta. Við einum armi var tað ikki lætt at vera sjómaður, og tí fór hann uppá land at arbeiða. Johan giftist við Amy í 1951, og fingu tey fýra børn. At lívið alt, skuldi verða ein tænasta fyri Jesus, stóð greitt
) og Meinhard Olsen. Í 1990 giftist hon við Alexius Midjord, og settu tey búgv í Hovi. Saman fingu tey 3 børn, Ann Mari, Jógvan og Arnold. Josefina bleiv 14. juli omma til ein lítlan fittan beiggja. Hon [...] Hon gleddi seg nakað so nógv til at blíva omma, hevði planir um, hvat tey fóru at gera. Hon hevði bundið fleiri troyggjur til beiggjan, og hevði planir um, at á næstu Ólavsøku, hevði beiggin fingið [...] klæðir frá ommu síni, sum hon sjálv hevði gjørt. Men soleiðis skuldi ikki verða. Í hesum føri ber væl til at brúka orðatakið: eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldið gistir. Josefina var stillfør
í Klaksvík til sín doyggjandi dag og sorgblítt var at síggja teir mongu bátarnar á Stongunum, sum við flagginum í hálvari stong fyri seinastu ferð heilsaðu Dia, tann dagin hann varð borin til gravar. Umframt [...] mangan fingið okkum eitt gott prát um lívsins viðurskifti. Stutt fyri leggingartíð fór eg yvir aftur til mín sjálvs, men tá vardi tað meg ikki, at hetta skuldi verða seinasta samrøðan okkara millum her á [...] Jóan Karl, bónda í Niðristovu á Norðoyri. Dia var sostatt 77 ár, nú hann legði árarnar inn. Dia giftist í 1953 við Fanny Eidesgaard av Eiði. Tey fingu 4 børn: Jørgin Olaf, sum býr í Skúvoy, Kristionnu
frá 1980 til1984 og aftur frá 1988 til 1989. Jógvan Sundstein gjørdist formaður Fólkafloksins í 1980, tá hann tók við eftir Hákun Djurhuus, sum gavst í politikki. Hann var formaður í trettan ár til 1993, [...] Í 1952 gekk leiðin til Keypmannahavnar á handilsskúla og síðani fór hann undir at útbúgva seg sum grannskoðari. Hann fekk í 1963 prógv sum ríkisgóðkendur grannskoðari. Jógvan giftist Lydiu, fødd Marstein [...] virksemið hjá Jógvani, men hann var eisini m.a. semingsmaður frá 1970 til 1982, formaður í nevndini fyri Føroya Handilsskúla frá 1972 til 1988 og hann var limur í Norðurlandaráðnum fleiri skeið. Jógvan Sundstein
góðum árum og gavst við sjólívinum, og tá fór hann at brúka sína útbúgving á landi. Jørgin Olaf giftist til Skúvoyar, og har kom hann at virka síni manndómsár, fyrst og fremst sum fastur avgreiðslumaður [...] veður og vind og sínum kunnleika til sjógvin. Sum á øðrum útoyggjum í Føroyum, so er tungt at koma av lendingini í Skúvoy og niðan í bygdina, serliga tá talan er um farm til eina heila bygd, so hjá Jørgin [...] aftur til Klaksvíkar, og hvørja ferð gav hann sær stundir at vitja farbróðurin og at fáa eitt prát um lívsins viðurskifti. Seinastu ferð eg og Jørgin Olaf hittust, var tá hann kom úr Skúvoy til Klaksvíkar