Eftir lokna skúlagongd, fór hann til skips, og sigldi við bæði føroyskum og íslendskum skipum.
Hann var m. a. við til at bjarga manningini á íslendska trolaranum, Goðanes, sum rendi á Flesjarnar í síðst í 50?unum.
Høgni bleiv tó ikki sjómaður. Í 50?unum og 60?unum koyrdi hann í fleiri skiftum hýruvogn í Havn, arbeiddi á Tunnuvirkinum og hjá Restorff Bryggjarí, har hann var í fleiri ár. Síðan miðskeiðis í 70?unum hevur Høgni havt egnan hýruvogn og koyrt á bilstøðini Auto, til hann nú mátti leggja frá sær vegna herviliga sjúku.
Seinnu árini hevur hann verið stjóri á P/F Auto, og er støðin fyrimyndarliga væl rikin undir hansara leiðslu. Eisini hevði hann stórar ætlanir um útbygging av støðini og um at fáa eitt minnisrit skrivað, til støðin um tvey ár verður 50 ár. Hann gloymdi ikki Skarvanes, og fyri nøkrum árum síðan bygdi hann sær eini hús har at koma til í frítíðini.
Høgni giftist við Margrethu Toftenæs úr Leirvík, og fingu tey børnini Atla og Duritu.
Við sama áliti, sum Høgni hevði á Jesusi, frelsara sínum, lýsa vit Guds frið yvir minni um Høgna Simonsen og sýna djúpastu samkenslu við tykkum sum sita eftir.
Magnus