Nú er mikil frøi á øllum Føroya fólki, tí nú hava vit tikið eitt stórt stig á framaleið. Vit hava samtykt á samhaldsføstum grundarlagi at útbyggja okkara samfelag við tveimum undirsjóvartunlum, soleiðis [...] at takka einum manni, og tað er okkara løgmanni. Hann hevur tíbetur havt tann hugburð, at hetta er rætt at gera. Ringt var hjá honum at fáa hinar tingmenn at ganga við til hesa verkætlan, tí hildið var
Hóast fimm mánaðir eru lidnir, síðani 21 ára gamli viðingurin, Emil Bjarnaskor, flutti heimaftur til Føroya, eftir at hann hevði verið niðri til hjálp og viðgerð, tí hann fyri hálvumtriðja ári síðani fekk [...] ikki er tann loysnin, tey hava biðið um og sum tey halda, at Emil í veruleikanum hevur brúk fyri og rætt til. – Nei, tað er stovnurin, sum Emil ikki enn er fluttur inní, sum eigur henda bilin, og so skal
avgerðir t.d., tá ið ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, varð samtyktur á Føroya Løgtingi 13. mai 2009. Nú sáttmálin hevur verið í gildið í næstan fimm ár, verður úr ST spurt, hvussu [...] , sum er eitt slag av eftirmeting, er síðani send ST. Hetta er eftirmeting av teimum økjum, har Føroya Landsstýrið ikki hevur tikið nøktandi stig til at yvirhalda ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum [...] møguleiki fyri revsing, um kunngerðin um atkomu ikki verður fylgd – bara fyri at nevna nøkur punkt. Føroya Landsstýrið hevur sent sína frágreiðing til ST, har víst verður á, hvussu Landsstýrið metir, at
Visti tú, at eitt mál, ið líkist óhugnaliga nógv einum stjórnarkvetti, er inni í politisku skipan Føroya júst í hesum døgum? Nei, neyvan? Flestu fjølmiðlar landsins eru, sum vant, tannleysir og (tilvitað [...] mest víðgongdi politiski flokkurin á tingi, Tjóðveldi, vil sleppa at broyta og skeikla Stýrisskipan Føroya og tingskipanina. Tjóðveldi er týðiliga øst og misnøgt við verandi løgmann og landsstýri, og tí [...] politiskum ávum, men tað skapar ikki legitimitet til at pilka við grundleggjandi stjórnarviðurskifti Føroya. Soleiðis hanga tingini ikki saman. Man hevur hug at spyrja: hvat verður tað næsta? Ætlar Tjóðveldi
Frank Davidsen ----- Tað er nú einki at siga til, tá hann sum advokatur yvir fyri fjølmiðlum og føroya fólki roynir at afturvísa tann veruleika, at klientur hansara, bæði hevur villleitt, eins og sagt [...] goldin. Og hvat so, er tað ikki meira enn natúrligt, aftan á at ein fyritøka sum hevði tikið sær rættin til "rentufrítt lán", við at lata tey 25 % blíva liggjandi í kassanum dagar, mánaðar og ár, [...] flyta fokus, og fer út í fjølmiðlarnar og roynur at gera nógv burtur úr, at stjórin á Tollstovu Føroya einki visti um brævið, tað er bara fyri at flyta fokus, tí nú hevur klienturin hjá honum við einum
sjálvtøku-kredittin hjá Jørgeni fyri í rættinum. Hetta kundi hava við sær, at í so long tíð gekk áður enn viðurskiftini millum Danmark og Føroyar vóru fingin í rætt lag aftur eftir bankakreppuna fyrst [...] á eldri. At spjaldraumskiftið fór fram, váttaðu bæði táverandi stjórin og tekniski leiðarin fyri Føroya Fiskavirking. Politikkur kom í málið, tí Jørgen var politikkari. Sjálvur Richard Mikkelsen sigst [...] Jørgeni í hendi, sveik hann so dyggiliga. Hetta mátti Skipafelagið staðfesta, tá ið dómur fall í Føroya Rætti, og sum hevði við sær, at Skipafelagið til tollmyndugleikarnar mátti rinda fyri mongu ‘lánini’
skelti verður sett upp, skal tað, ið hvussu so er, vera rætt og satt og ikki vera eitt áhaldsi fyri persónlig áhugamál. Ofta verða vit, sum rætt er, mint á ríka arvin, vit eiga í móðurmálinum, sum [...] tiknir niður og kanska burturbeindir, tó er orsøk at steðga eitt sindur á við myndina fyri august í Føroya Mynadakalendara 2013. Áskriftin er Signabøur/Oyrareingir, men tað, sum sæst á myndini, hevur [...] í Firði. Øll Líðin og meira til lá tá óbygd. Áðrenn meira verður sagt um evnið, haldi eg tað vera rætt at nevna eitt sindur um staðanøvn og skeltini, sum almennir stovnar hava sett upp tey seinastu
Tá Ragnar Joensen í 1999 kom heimaftur til Føroya og byrjaði hjá Fiskaaling sum kynbótaleiðari, komu útbúgving og royndir hansara beinanvegin til sín rætt, tí bæði í 1999 og 2000 hevði verið nógvur turkur [...] og sovorðið, kundi eg eisini arbeiða við tí. Tá kundi eg endiliga sætta meg við, at eg hevði valt rætt, tí onkuntíð hevði eg verið eitt sindur bangin fyri, at eg mestsum hevði dummað meg við mínum útb
eftirløn goldin av nærum allari lønini. Hjálparfólk, sum starvast fyrstu 12 mánaðirnar, hava als ikki rætt til eftirløn og fara tískil niður í løn við 1 prosenti. Tó eru nøkur undantøk fyri henda bólk. Lógin [...] eftirlønina hjá limum, verða limir at rinda eftirløn eins og tey gera nú. Maud Wang Hansen forkvinna, Føroya Pedagogfelag
fiskivinnulóggávuna. Men eins avgjørdur og fiskimálaráðharrin er um, at uppboðssøla av fiskirættindum ikki kann koma upp á tal, eins avgjørdur er javnaðarformaðurin um, at júst ein sovorðin [...] okkara fiskivinnuskipan. - Um vit skulu taka lógarásetingina um, at tilfeingið í havinum er ogn Føroya fólks, til eftirtektar, so mugu øll hava javnbjóðis møguleikar at sleppa at fiska og gagnnýta [...] hesum slagnum at nokta útlendskum íløgukapitali. Tað vit kunnu og eiga at gera, er at tryggja ræðisrættin í Føroyum, sigur hann. Møguleiki at hóma Javnaðarformaðurin hevur ikki slept vónini um, at tað