Løgmaður: Samgongan skal góðkenna makrelbýtið

Tað er ein total misskiljing, um nakar heldur, at fiskimálaráðharrin einsamallur skal avgera, hvussu økingin í makrelkvotuni skal býtast, tí tað skal øll samgongan taka støðu til, sigur løgmaður. Hann leggur eisini dent á, at landskassin skal hava sín ríkiliga part í tilfeingisgjaldi, eftir at so nógv varð sett upp á spæl fyri at økja føroyska býtispartin av TAC’num.

Ingolf S. Olsen
----

­– Tað verður hvørki fiski­mála­ráðharrin ella eg einsa­mallur, sum skal gera av, hvør skal hava lut í øking­ini av føroysku makrel­kvot­uni. Formliga skipar lands­stýrismaðurin í fiski­vinnu­málum fiskiskapin í kunn­gerð, men hon skal viðger­ast í samgonguni, og tí er tað alt tað politiska baklandið, sum í síðsta enda ger av, hvussu býtt verður.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður av­gjørdur og vísir sostatt, at hann absolutt ikki hevur somu uppfatan sum fiski­mála­ráðharrin av, hvør skal hava leiklutin at býta køkuna, nú føroyski býtisparturin av makrelkvotuni er meira enn tvífaldaður í nýggju fimm ára avtaluni millum Føroyar, Noreg og ES.
Jacob Vestergaard, fiski­mála­ráðharri, ger í aðrari grein her í blaðnum nevniliga greitt, at tað er hann, sum skal býta.

Nýskipan
Men løgmaður er yvir fiski­mála­ráðharranum og hansara støða er greið.
– Vit skulu hava eina fiski­vinnunýskipan klára í heyst, og endaliga makrelbýtið skal sjávsagt vera partur av henni. Vit skulu jú hyggja alla okkara fiskivinnuskipan ígjøgnum, og við hesi nýggju makrelsemjuni er sam­stundis møguleiki fyri at skip­að hesa vinnuna av nýggj­um frá grundini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann vísir á, at tey í Sam­bandsflokkinum hava tos­að nógv um at loyva nýggj­um loyvum fram at í upp­sjóvarvinnuni.
– Ongin spyr um tosk og hýsu longur. Tey stóru virðini og tær stóru fortjenasturnar eru í tí pelagiska fiskarínum, í makrelinum, sildini og svartkjaftinum. Tí skal hetta tilfeingið ikki vera avmarkað til tey fáu, sigur løgmaður.

Uppsjóvarflotin
Hann heldur tað tó vera rímiligt, at verandi upp­sjóvar­flotin framhaldandi slepp­ur at eiga tey fimm pro­sentini av TAC’num, hann átti áðrenn makrelstríðið. Og hann ivast í, um øll tey nýggju veiðiloyvini, sum hava verið inni í myndini tey seinastu fýra árini, meðan ongin makrelavtala hevur verið, eisini skulu hava rætt til makrel, nú skipað viðurskifti aftur valdað.
– Nøkur veiðiloyvi til fiski­skap í Suðurkyrra­havi­num, sum ongantíð hava verið ætlað til annað, fingu loyvi at fiska makrel í føroyskum sjógvi, men tey hava ongantíð fingið lovað permanent loyvi, og tað ivist eg eisini stórliga í, um tey skulu hava, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann er annars ivaleysur í kravinum um, at alt sam­felagið skal hava ágóðan av tí nógv økta pelagiska ríki­døminum.
– Tað skal sanniliga geva sítt ríkiliga avkast til lands­kassan og harvið alt Føroya fólk, at vit hava sett so nógv upp á spæl fyri at fáa hesa økingina í okkara kvotuparti, sigur hann.

Føroyskur kajkantur
Løgmaður vil tó ikki geva eitt boð upp á, hvussu stór­ur landskassans partur skal verða fram efir, men hann væntar ikki, at tað í ár verður pilkað so nógv við til­feingis­gjøldini í mun til í fjør, tí tað longu er so langt útliðið.
– Men kravið um, at so nógvur fiskur sum til ber skal um føroyskan kajkant, skal standa rimmarfast, tí vit skulu fyrst og fremst hugsa um føroysk arbeiðspláss. Tí skal eyka avgjaldið á tvær krónur fyri kilo fyri at landa uttanlands ikki setast niður. Tað fer kanska at merkja, at vit samanlagt fáa meira inn í tilfeingisgjaldi í ár enn tær 140 milliónir krónurnar, vit fingu í fjør, tí nú kunnu vit fiska í norskum sjógvi og í ES-sjógvi, so tað er hugsandi, at fleiri lastir av náttúrligum orsøkum mugu landast uttan­lands. Tað skal jú heldur ikki vera soleiðis, at kravið um føroyskan kajkant skal ganga út yvir góðskuna, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann leggur tó samstundis dent á, at tilfeingisgjaldið er ásett við løgtingslóg, soleiðis at tað er alt tingið, sum skal taka støðu til tann spurningin, um broytingar skulu gerast.

Uppboðssøla
Meðan fiskimálaráðharrin er avgjørdur um, at uppboðssøla av makrelkvotum ikki skal koma upp á tal, so er løg­mað­ur enn opin fyri hesum eisini.
- Tann spurningurin skal eisini takast við í arbeiðnum við einari fiskivinnunýskipan. Eg vænti ikki, at vit nakrantíð skulu har til, at øll rættindi skulu seljast á upp­boðssølu, men tað útilokar als ikki, at tað kann vera skilagott at selja ein part á uppboðssølu. Men alt hetta skulu vit fáa upp á pláss við fiskivinnunýskipanini, sum vónandi verður til í einari breiðari semju, sigur løgmaður og leggur afturat:
– Líkamikið, hvussu tað verður ásett, og um nak­að ella onki verður selt á upp­boðs­sølu, so er tilfeingis­gjaldið komið fyri at verða.