Klæmint fekk hattrikk hóast alt

Hóast málverjin hjá Skála, Suni Ernstsson, varð skrásettur fyri sjálvmál í 1-0-málinum hjá NSÍ hin 22. mars, so er dómurin nú broyttur soleiðis, at Klæmint A. Olsen hevur fingið málið. Hann skeyt harvið hattrikk.

Ikki tí at tað trýtur við málum hjá Klæminti A. Olsen, men rætt skal vera rætt, eins og Sosialurin skrivaði í dystarfrásøgnini. Tað, at Suni Ernstsson varð skrásettur fyri at hava gjørt sjálvmál í heimadystinum ímóti NSÍ hin 22. mars, var neyvan rætt. Skotið hjá Klæminti varð hálvbjargað, Suni Ernstsson vardi fyri og datt á bóltin í somu støðu, og bólturin smeyg sær í málið.
Klæmint fekk seinni tvey mál afturat, og mong mundu tískil halda, at hann fekk hattrikk henda dystin. Tey fingu tó annað at síggja á eitt nú Faroesoccer, har dómaraseðlarnir verða avskrivaðir, tí har stóð, at Suni Ernstsson hevði gjørt sjálvál.

Broytt
Fríggjadagin fekk kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya, sum umsitur dómaraseðlarnar og tess skrásetingar, teldupost frá Rúna Gaardbo, dómara í dystinum, um, at dómarabólkurin eftir nærri prát var komin ásamt um, at Klæmint A. Olsen skuldi skrásetast sum málskjútti.
Hetta tók kappingarnevndin til eftirtektar og Klæmint A. Olsen, sum gjørdist toppskjútti í Effodeildini í fjør, er nú skrásettur fyri málið.
Hann hevur harvið skotið seks mál í trimum teimum fyrstu umførunum í ár.

Ongar leiðreglur
Tað eru ongar orðingar í fótbóltslógini, hvørki útgávuni hjá FIFA ella FSF, sum gera greiðu á nær eitt mál skal skrásetast sum sjálvmál. Nøkur einstøk lond hava tó ásett nakrar leiðreglur í sambandi við tulkingina av einum sjálvmáli, men í Føroyum, londunum rundan um okkum og í mongum øðrum londum við er reglan tann, at dómarin sjálvur metir um hvat er sjálvmál og ikki.
Við strikaða sjálvmálinum á Skála eru tvey sjálvmál skrásett í Effodeildini higartil. Vit frætta úr FSF, at tað møguliga kann koma upp á tal at fáa nakrar niðurskrivaðar leiðreglur um nær sjálvmál skal skrásetast.