Alment innlit og alment press og stress

Heldur enn at herða lógina um alment innlit og steingja almenna umsiting fyri meira innliti, eigur almenni sektorin at verða latin meira upp, skrivar Gestur Hovgaard í hesum kjakuppleggi

Tað er fullkomiliga skeivt at herða innilitslógina og steingja almenna geiran enn meira fyri innliti, tí umsitingin sambært landsstýrismanninum í vinnumálum líður undir stórum trýsti. Talan er í veruleikanum um eitt trýst, sum botnar í heilt øðrum viðurskiftum, millum annað reform-mani frá politikarunum sjálvum. Økt press og stress kunnu vit eisini best fyribyrgja við at koma burturúr tí køvandi stýringsmani, sum hevur eyðkennt almenna umsiting seinastu nógvu árini, og tað er at lata almenna sektorin upp, heldur enn at stongja hann niður.
Alment innlit er ikki trupulleikin
Johan Dahl endurtekur síni argument á in.fo tann 21. mars: tað er ov trupult at samskifta millum sentralumsiting (landstýrismann) og aðrar partar av tí almenna, harundir stovnar av meiri og minni partafelagslíknandi slagi. Eisini hava embætisfólk sínámillum trupult við at samskifta og føla seg trýst í sínum arbeiði av hesum stóra opinleikanum í almennu umsitingini.
Tað kundi verið áhugavert, um Johan Dahl greiddi ítøkiliga frá, í hvørjum førum hann heldur tað vera neyðugt at útiloka møguleikarnar fyri almennum innliti, tí tað hevði styrkt munandi um hansara argument. Ella kanska embætisfólkini sjálvi úttalað seg um, í hvønn mun tey føla seg trýst?
Fyri at stuðla sínum argumentum vísir Johan Dahl til donsku lógina um alment innlit. Hann gloymir tó at nevna, at nýggja danska innlitslógin er tann mest afturlatna í øllum Skandinavia, og nógvir serfrøðingar hava ikki lagt fingrarnar ímillum, tá teir hava kritisera demokratiska undirskotið í lógini. Serliga reglan, ið Johan sjálvur tekur fram sum eitt positivt dømi, tann um at innlit kann steðgast um tað er ov krevjandi, var helst mest kritiseraða greinin. Tað varð hon, tí talan er um eina “gummiparagraf”, har tað verður latið upp til makthavaran at avgera, nær ein innlitsumsókn er ov krevjandi og tískil kann verða avvíst við hesum argumentið sum undanførslu.
Í spurninginum um almenn partafeløg brúkar vinnumálaráðharrin ikki donsku lógina sum argument. Kanska er tað tí, at danska lóggávan leggur upp til økt innlit í almenn partafeløg, ikki minni innlit. Sum er, gevur føroyska lógin ikki innlit í almenn partafeløg, og at hetta heldur ikki skal verða so verður begrundað, tá Johan sigur: “Hinvegin kunnu almenn partafeløg fylgja øðrum reglum um góðan leiðslusið, brúka dygdarskipanir o.a. og verða opin í øllum fyri kundan týðandi málum. Eisini hevur partaeigarin møguleika at seta spurningar um øll viðkomandi viðurskifti í felagnum.” Hetta argumentið er heilt av lagi, tí her blandast saman tvey heilt ymisk viðurskifti, demokrati og umsiting, har borgarin verður reduseraður til ein “kunda”, og demokrati gjørt til ein spurning um leiðslusið og dygdarskipanir.

Alment stress og press – nakrir pástandir um væntandi opinleika og demokrati
Júst í nevndi redusering av borgaranum til ein kunda og av demokrati til umsiting, liggur forkláringin uppá tað press og stress, sum sentralumsitingin sambært Johan Dahl líður undir. Eg vil pástanda, at henda diagnosan er galdandi fyri almennar stovnar sum heild, og skal geva 3 forkláringar.
Politisering av sentralumsitingini
Lat meg byrja við sentralumsitingini, ið eftir øllum at døma hevur stórar trupulleikar av innlitsumbønum. Men kanska forkláringin uppá press og stress heldur liggur í broyttum viðurskiftum millum politiska leiðslu og embætisførslu. Embætisfólkini hava sum grunduppgávu at umsita rætt og rímiligt, umframt at búna politiskar tankar til tað, sum er skilagott. Nú hava tey eisini fingið til uppgávu at vera “strategar” hjá politisku leiðsluni, t.e. at fremja mál, ið eru politiskt avgjørd frammanundan. Fyrra uppgávan merkir, at embætisfólkini brúka sín fakliga kunnleika at finna skilabestu loysnina. Seinna uppgávan merkir, at skilabesta loysnin er funnin, og at embætisfólkini skulu finna argumentini fyri henni. Hetta gevur tveir trupulleikar. Tann fyrri er, at hóast tey hava fingið øktar byrðar sum “politiskir strategar” (uttan harvið at leggja tey undir at vera politiskt litað, tí tað er als ikki meiningin), so hvørva tær klassisku uppgávurnar tó ikki. Tann seinni er, at tey koma alt ov ofta í andsøgn við seg sjálvan, tá politisku harraboðini siga eitt, og teirra fakkunnleiki sigur nakað annað. Tí er onki løgið í, at sentralumsitingin verður stressað og pressað, og tað merkist óivað út á stovnarnar eisini, men hevur bara onki við alment innlit at gera.

Politisk broytingar-mani
Onnur forkláringin er, at tað nú í nógv ár er farin fram ein meira ella minni ógrundað og í fleiri førum vitleys umskipan av tí almenna sektorinum. Vit hava sæð samanleggingar, niðurleggingar, umleggingar, privatiseringar og lisiteringar uttan neyðugt umhugsni og nærlagni, t.e. neyðugu opnu og demokratisku viðgerðina. Sum eitt dømi av mongum loyvi eg mær at sitera Elina Heinesen: “Í 2006 høvdu vit eitt útflutningsráð, sum varð rópt Menningarstovan, og vit høvdu Ferðaráð Føroya. Bæði stovnar undir Vinnumálaráðnum. So blivu hesi ráð løgd saman og blivu til SamVit í 2007. So bleiv SamVit lagt saman við Uttanríkisráðnum í 2009 - ella rættari: hvarv onkustaðni har í rokanum. So bleiv Uttanríkisráðið lagt saman við Løgmansskrivstovuni eftir valið í 2011 og bleiv til Uttanríkistænastuna, meðan ferðavinnan reyk yvir til Vinnumálaráðið aftur. So bleiv eitt nýtt Ferðaráð stovnað í 2012. Og nú skal eitt Útflutningsráð stovnast enn einaferð - kanska longu nú í 2013. Vit eru sostatt aftur akkurát sama stað, har vit byrjaðu... "back to scratch".” Eg ivist ikki í, at starvsfólk á hesum, umframt øðrum reform-raktum aðalráðum, stovnum og feløgum, hugsað nøkulunda soleiðis: her er alt broytt, men onki er broytt allíkavæl, annað enn øktur ótryggleiki, og tí bæði meira press og meira stress.

“Privatisering” av stovnunum
Triðja forkláringin er, at almennir stovnar eru privatiseraðir i yvirførdum týdningi. Ráðandi tankagongdin er, at tað almenna pr. definitión er bureaukratiskt og óeffektivt, men tá tað ikki kann gerast privat (t.e. skapa profit via ein marknað), so kann tað gerast til nakað privat “look-alike”. Paradoksið er, at hóast á pappírinum ólíkir, so verða almennir stovnar, við og uttan partafelagsheiti, stýrdir eftir somu management-prinsippum. Við tað meinast, at stovnarnir fáa sokallaðar sterkar leiðslur, t.e. leiðslur ið á pappírinum megna “handlikraft”, “broytingarhug” og – ikki minst – “neyva budgettstýring”. Alt skal setast upp í mál, sum skulu røkkast, og hesi skulu kunna mátast og vigast fyri at rokna produktivitetin út.

Eg vági tann pástandin, at hóast hetta nýggja management, so er úrslitið í stóran mun hvørki blivið betri, tíansheldur effektivari. Tvørturmóti er skapt eitt top-down og málstýringsveldi, ið alt eftir stovni, hevur: 1) flutt stórar resursir frá útinnandi uppgávum til leiðsluuppgávur, hetta fyri at uppala starvsfólk til nýggjar tíðir. Í nærum religiøsum yvirtónum verður stór orka løgd í at arbeiða við visjónum og missiónum, við strategium og málsetningum, við identitetsskapan, positivhugsan og annað uppalandi í nýggju framleiðslumentanina. 2) Í hesi nýggju framleiðslumentan verður fokus flutt frá endamáli til bara mál. Munurin er, at endamál fokusera uppá fakligheit, grunduppgávur og at tæna brúkara/borgara, meðan mál eru teknisk, stuttsiktaði og tæna leiðslu/fíggjarveitara. Tað er hendan málfokusering, ið ger, at stjórin í Posta kann fáa omanfyri 100.000 krónur í løn um mánaðin (mál), samstundis sum ein bilverkstaður skal brúka 10 dagar at fáa eitt bræv fram til ein kunda í somu bygd (endamál) (dømi spottað á Fjesbókini fyri nøkrum døgum síðani). Tað er sama málfokusering ið ger, at fólk í fullum álvara takast við at máta tíðina at vaska eina wc-kummu og skifta eina blæu, heldur enn tað, at ein pensjónistur hevur tørv á umsorgan.
3) Úrslitið er m.a. ein passivitetsmentan millum fakfólk, t.e. tey sum møta borgaranum. Hetta skyldast, at tey eru frátikin fakliga individuella ávirkan og ábyrgd, men skulu liva upp til kvantitativ budgett- og resultatmát, sum tey oftast føla seg fremmandagjørd í mun til. Við passivitetsmentan meinast ikki, at fólk ikki gera sítt arbeiði, tí tað er ikki tilfeldið. Men tá álit er blivið til krøv, tá ávirkan er blivin til mekanikk og umsorgan til kontroll, tá eru reiðskapini til at gera ein veruligan mun vekk, og tað gevur bæði press og stress.

Vegurin úr pressi og stressi er opinleiki
Í hvønn mun mínar metingar omanfyri eru rættar ella ei, má tann alment ansetti sjálv(ur) meta um. Men tær orsøkir til alment stress og press, ið Johan Dahl rætt nokk peikar á, hava heilt aðrar orsøkir enn borgarans demokratiska rætt til innlit í tað, borgarin sjálvur eigur, figgjar og stendur til svars fyri. Svarið uppá press og stress vita øll, tað er ikki at stongja av, men hinvegin at lata upp. Tí eiga vit heldur at arbeiða fram ímóti:

1) Einum almennum sektori, har borgarin fær øktar møguleikar til demokratiska luttøku, tí innlit og onnur demokratisk ávirkan er ikki bara ein útreiðsla, tað er uppaling til samfelagsmedvit og ábyrgd fyri hvørjum øðrum. Tað er ein lívsformur í luttøku og samvirkan, sum stuðla undir menning av lokalsamfeløgum, marknaðum og nýggjum møguleikum. Eisini embætisfólk eiga sjálvandi at hava munandi møguleika at úttala seg, og politisku leiðararnir eiga at vísa í verki, at teir virða henda rættin, tí alt ov nógv almenn starvsfólk tora heilt einfalt ikki at úttala seg.
2)Einum almennum sektori, har gjáin millum leiðslu og fakfólk verður tipt. Her kann tað almenna læra nógv av modernaði privatari virkisleiðslu, tí hesar hava langt síðani funnið út av, at vegurin fram er at lata talentini, eldsálirnar og tey fakliga dugnaligu fáa møguleikan at útfolda seg. Heldur enn at stýra okkara almennu stovnum eftir bókhaldsprinsippum, so mugu vit tora at geva ábyrgd og álit aftur til tey, sum “arbeiða á gólvinum”. Hví skal tað almenna ikki eins væl og tað privata hava mekanismur og skipanir fyri, hvussu talent, eldsálir og serliga dugnalig fakfólk kunnu útfolda seg! Hví ikki skapa rúmd fyri at tvætla, eksperimentera og erfara! Hví ikki í nógv størri mun inndraga borgaran/brúkaran í nýskapanina. Tey, sum kenna til tað, vita, at í slíkum mekanismum liggur keldan til hálovaða orðið innovatión, og innovatión verður skapt eins væl í almennum sum í privatum regi. Tað vita øll uttan tey ideologiskt forstokkaðu.
3)Einum almennum sektori, har grundarlagið millum alment og privat, millum demokrati og marknað, verður granskað, kjakað og ment út frá einum upplýstum orðaskifti og ikki ideologiskum forskriftum. Í alt ov stóran mun verður tað almenna gjørt til nakað forbrúkandi, meðan tað privata verður gjørt til tað skapandi og vinnandi. Sum um útbúgving, barnarøkt og heilsuviðgerðir ikki skapa virði og í veruleikanum eru garanturin fyri, at privat virksemi kann lata seg gera! Ideologi av hesum slagi køvir neyðuga kjakið um, at tað finst alment virksemi, sum partvíst ella heilt kan privatiserast, men ikki minst, at tað finnast flest møguleikar fyri okkum øll, har alment og privat virksemi samvirka.