Vinnumálaráðið dømt at gjalda 10,6 milliónir

Hagaparturin Ytri Suðurtriðingur fær 10,6 milliónir krónur í endurgjaldi í samband við útbygging av Vága Floghavn

Vinnumálaráðið er dømt at gjalda hagapartinum Ytri Suðurtriðingur tilsamans 10,6 milliónir krónur í endurgjaldi fyri mist lendi í samband við útbyggingina av Vága Floghavn. Eisini fær hagaparturin pengar fyri grótið, sum er tikið úr lendinum.

 

Dómur fall í málinum í Føroya Rætti ídag.

 

Kravið hjá hagapartinum móti Vága Floghavn og í síðsta enda Vinnumálaráðnum var 20,6 milliónir krónur. Hagaparturin metti seg hava rætt til 71 krónur fyri hvønn fermetur av lendi, sum Vága Floghavn hevur tikið í samband við at flogvøllurin í Vágum skuldi leingjast. Tilsamans er talan um góðar 193.000 fermetrar av lendi.

 

Tvær metingarnevndir hava mett um kravið. Onnur metti hagan hava rætt til 27 krónur fyri fermeturin, meðan hin metti hagan hava rætt til 71 krónur fermeturin.

 

Avgerandi fyri prísin er í stuttum, hvussu økið skal definerast. Er talan um vanligan haga, tað vil siga lendi millum bygda? Ella er økið at rokna sum partur av bygdum øki, fevnt av eini byggisamtykt?

 

Niðurstøðan hjá Føroya Rætti er, at talan er um lendi millum bygda, og tí skal hagaparturin hava 27 krónur í endurgjaldi fyri hvønn fermeturin. Tí fekk hagaparturin góðar 5,2 milliónir krónur í endurgjaldi fyri mist lendi.

 

Eisini metti hagaparturin seg hava rætt til pengar fyri hvørt kubikk av gróti, sum er tikið úr lendinum til at leingja vøllin. Talan er um góðar 1,1 millión kubikk av gróti, og tí kravdi hagaparturin stívliga 6,5 milliónir krónur fyri tað.  Hesum fekk

 

Í samband við at leingja vøllin hevur Vága Floghavn velt nógv av økinum hjá haganum, og tí hevur hesin parturin av haganum eitt størri virði í dag enn áðrenn arbeiðið fór ígongd. Hesa virðisøking metti Føroya Rættur til eitt virði á stívliga 1,2 millión krónur. Henda upphæddin varð tí drigin frá endurgjaldinum til hagapartin.

 

Advokaturin hjá Vága Floghavn, og harvið í síðsta enda Vinnumálaráðnum, hevur ikki stórvegis viðmerkingar til dómin.

 

Óla Jákup Kristoffersen segði seg serliga vera misnøgdan við úrskurðin um grótið. Hann heldur tað ikki vera rímuligt at Vága Floghavn skal gjalda fyri grót í einum øki, sum partafelagið longu frammanundan rindar ein fermeturprís fyri.

 

Bjørn á Heygum, advokatur hjá hagapartinum Ytra Suðurtriðingi, var hinvegin misnøgdur við at hagaparturin einans fær endurgjald á 27 krónur fermeturin, tá kravið nú var 71 krónur fyri fermeturin.

 

Partarnir hava nú fýra vikur at umhugsa støðuna, hvørt dómurin skal skjótast inn fyri Eystara Landsrætt.

 

Hoyr samrøðu við Bjørn á Heygum við at trýsta á pílin undir myndini.