skaða á bæði stovuborðið, ein stól og knústi eina glashurð. Kanska endugjaldskrav Fleiri av hinum húsunum í grannalagnum vóru eisini rakt. Fleiri rútar brotnaðu, umframt at hol eisini kom á tekjuna á onkrum [...] løgreglubilarnar, sum nærum vórðu skotnir í sor. Skotið var hol bæði á rútar og dekk, umframt at meiri enn 30 skothol vóru í skrokkinum á tí eina av løgreglubilinum. Av politistøðini frættist, at hvørgin [...] eisini raktu betonggrundina. Eitt skot fór gjøgnum vesvindeygað á loftinum, og tvey gjøgnum køksvindeygað við tí úrsliti, at skotini gjørdu skaða á innbúgvið. Tað eina skotið fór lúkst inn gjøgnum veggin millum
sindur. Hjá HB spæla teir, ið hava sitið á beinkinum í 1. deild, og ikki eru komnir inn, ikki. Tað gera teir hjá GÍ, og tað var í síðsta enda munurin á liðunum. GÍ kom á odda í fyrsta álopinum, eftir at teir [...] fekk hol á, tá 17 minuttir vóru farnir. Marner Richard gjørdist púra leysur við Allani Joensen eftir góðan stingara fram ímillum. Síðsta korterið undan steðginum høvdu gestirnir gott tak á spælinum, og [...] Skála hevði so nógv tað betra liðið, men hóast mest sum alt gekk fyri seg á heimahálvuni, so gekk ein løta, áðrenn hol kom á. Bogi Gregersen styrkti um sína støðu sum toppskjútti, tá hann eftir tíggju
skipað fyri hátíðarhaldi umborð á Teistanum, meðan hann sigldi ein túr út í Hest. Í dag er hetta lívsverkið hjá Eyðuni liðugt. Hann hevur latið næsta manni róðurpinnin umborð á Teistanum. Skjót avgerð Ein [...] bróður hansara, Bjarni seg í samband við hann. Hesin hevði fingið til uppgávu frá stjóranum á Strandferðsluni at heita á Eyðun um at taka við einum starvi, at sigla við Sildberanum hjá Strandferðsluni. Trupulleikin [...] einum góðum manni longu morgunin eftir! Mikumorgunin 11. januar fyri 40 árum síðani fór hann á fyrsta sinni umborð á Sildberan sum manning. Áðrenn skipið varð selt til Grønlands, førdi tað mangan farmin úr
lit. Vendir tú honum á ranguna, sært tú, at liturin hevur verið myrkari enn nú. Men vesturin er eini 70 ára gamal, og sum við øllum øðrum, so setir tíðarinnar tonn eisini sítt merki á føroyska tjóðbúnan [...] tali, sum heita á Elsu, tá tey hava brúk fyri eini hjálpandi hond. - Men hetta er bert eitt ítriv. Eg vil ikki hava ov nógv at gera, tí so er tað kki stuttligt meir, leggur hon dent á. Litirnir eru broyttir [...] sær, flennir Elsa Prátið dettur so spakuliga eisini inn á áhugan hjá mannfólki fyri føroyskum klæðum. Teir eru fleiri í tali, sum hava staðið inni á stovugólvinum hjá Elsu, tá nýggj klæði skulu fáast til
kendur fyri, hondina á høvdið á Palla og segði: “Tro på Jesus”. Palli tók fegin bóltin og fór avstað við honum. Palli kundi ikki gloyma hetta, og framvegis føldi hann vælsignaðu hondina á høvdinum. Hetta hevði [...] tveimum hæddum. Í niðaru hæddini var vevað, og so búðu tey uppi á loftinum. Tað var hugtakandi at kunna steðgað her eina løtu beint á hesum merkisdegi. Hetta var ikki minst galdandi fyri 87 ára gomlu [...] hevði eina slíka ávirkan á henda lítla drongin, at tá ið Sloan stutt eftir doyði, hevði hann fingið blómur frá mammu sín, og hann fór so spakuliga inn í Ebenezer og legði blómurnar á kistu hansara, og so líka
tann, sum lá í miðjuni á lívi, meðan hini vóru deyð. Eisini greiddi Tummas frá einum drongi úr Streymnesi, sum var á háskúla í Havn. Hann var farin ta tá longu leiðina heim í býin á telefonstøðina at ringja [...] hesa ella hasa útreiðslu. Maður frú Marcher var meistari á Smirli. Hann hevði eina góða inntøku sum var ásett av danska maskimeistarafelagnum. Hann var ein sera trivaligur maður. Tað var kanska ikki altíð [...] uppringdur av Tummas á Oyrareingjum, sum hevði fingið fortalt frásagnir um illveðrið í 1917, sum Kristian greiddi frá í seinasta parti. Hetta snúði seg um abban úr Funningi, sum doyði á ferð millum bygdir
leyp ein av manningi á Frederiksvaag yvir á trolaran, og valið var tá antin at skumpa føroyingin í havið ella hjálpa teim ásigldu. Teir valdu tað seinra. Ta náttina stóða so nógv á Johan, at hann varð [...] hesin lærdómur kom honum væl við, táið hann fór á Birkerød, og var hetta honum ein barlast gjøgnum alt lívið. Sum 16 ára gamal fór Christian á kostskúla á Birkerød Statsskole, har ætlan hansara var at lesa [...] árliga, á Ólavsøku, ruddaði hann framsýningargluggan fyri sluppmodellið, gjørt av sjúklingum sjálvum, sum var høvuðsvinningur á tí árligu lutaseðlasøluni hjá sjúklingunum. Mangur skipsmaður kom inn á gólvið
landinum, staðfestir Jákup Andreas Arge, meðan hann fer á føtur og gongur yvir til køksgluggan í húsinum á Heiðatúni á Argjum og hyggur inn á Nes. Tað er eyðsæð, at her hevur Jákup Andreas mangan staðið [...] snotiligur filmsframvísari, ið sær út sum fyrsta dagin. Hillarnar á tremur við rullum oman á rullum við tí reinasta filmsgulli. Dygdin á filmstilfarinum, ið Jákup Anderas Arge og hansara amatør-filmsvinir [...] Góða konu og gott ítriv – Uppskriftin upp á eitt gott lív er at hava eina góða konu og eitt gott ítrív, staðfestir Jákup Andreas og hyggur brosandi yvir á konuna Solveig, ið hevur verið hansara trúgvi
hansara humor og eldhugi á síðulinjuni, ið ger hann meira spennandi enn Louis van Gaal. Hvør vinnur í kvøld? Liverpool vinnur tepurt í kvøld. Eg skjóti upp á 2-1. Seinast liðið spældi á Anfield varð Manchester [...] gott tak á júst Liverpool, har hann undan kvøldsins dysti hevur vunnið fýra út av fýra møguligum ímóti Liverpool. Á Old Trafford fær Liverpool tað trupult, men í síðsta enda vænti eg, at munurin á liðunum [...] í kvøld? Vænti at vit fáa ein taktiskt nokkso læstan dyst. Liverpool fer at leypa á frá byrjan, av tí at teir spæla á heimavølli, men eg vænti at United kann standa ímóti. Eri bangin fyri einum málfátækum
hevur verið partur av kabarett-manningini á ovastevnu í meiri enn 10 ár, men í ár tykist tíðin ikki ordiliga røkka til, nú hann bæði arbeiðir í Vøruhúsinum á Sandvíkarhjalla, samstundis sum hann hevur [...] hevur lagt teimum lag á. - Hetta ger, at vit noyðast at vera nakrar av góðu stuðlunum undir kabarettini seinnu árini fyriuttan. Tað er sjálvandi spell, men eg vóni og vænti, at maður kemur í mansstað, sum [...] sum vit plaga at siga. Snæbjørn Hansen vísir á, at rættiliga ymiskt hevur verið undanfarin ár, hvussu nógvir leikarar hava verið við í kabarettini á ovastevnu. - Okkurt árið hava vit verið væl mannaði;