- Tað var ikki nøkur stór løn, vit fingu tá – 900 krónur um mánaðin.
- Men ein visti so altíð, hvat ein fekk, sigur Eyðun, sum fór um tey 67 árini í oktober mánaði í fjør.
Tá Teistin fer av Skopun kl. 16:30 í dag, er hetta samstundis seinasta ferðin, at Eyðun stendur við róðrið hjá Strandferðsluni.
Eftir at hava tænt hesum stovninum í samfull 40 ár, er tíðin komin til at hann leggur hetta starvið frá sær.
- Nei, eg eigi ikki bát. Eg vænti at eg fari at verða nakað nógv niðri í Tilhaldinum, sigur Eyðun við einum brosi.
Í samband við at hann í gjár hevði 40 ára starvsdag hjá Strandferðsluni varð skipað fyri hátíðarhaldi umborð á Teistanum, meðan hann sigldi ein túr út í Hest.
Í dag er hetta lívsverkið hjá Eyðuni liðugt. Hann hevur latið næsta manni róðurpinnin umborð á Teistanum.
Skjót avgerð
Ein myrkan týsdag í januar mánaði 1967 setti bróður hansara, Bjarni seg í samband við hann.
Hesin hevði fingið til uppgávu frá stjóranum á Strandferðsluni at heita á Eyðun um at taka við einum starvi, at sigla við Sildberanum hjá Strandferðsluni.
Trupulleikin var bert tann, at Eyðun samstundis var í ferð við at rigga seg til ein langfaratúr til Grønlands. Og avgerðin mátti takast sama kvøld, tí bæði skipini høvdu brúk fyri einum góðum manni longu morgunin eftir!
Mikumorgunin 11. januar fyri 40 árum síðani fór hann á fyrsta sinni umborð á Sildberan sum manning. Áðrenn skipið varð selt til Grønlands, førdi tað mangan farmin úr Havn til Sandoy, Nólsoy, Hest og aðrar oyggjar.
Í gjár var hetta hátíðarhildið, og í dag klokkan 16:30 siglir tann 67 ára gamli Eyðun sín seinasta túr við Strandferðsluni, tá Teistin leggur frá landi úr Skopun.
- Eg haldi, at tað er í lagi at gevast soleiðis. Teir ungu mugu jú eisini sleppa framat, sigur Eyðun.
Ein góð tíð
Áðrenn Eyðun kom í fast starv hjá Strandferðsluni hevði hann siglt við trolara, eins og hann hevði nomið sær útbúgving á sjómansskúla.
Hann hevði frammanundan avloyst eitt sindur við gamla Smyrli – honum við tí gula skorsteininum, men annars sigldi hann úti við trolarum.
- Ein so góðan møguleika, kann ein sjálvandi ikki siga neitakk til. Soleiðis kom eg til Strandferðsluna, hóast ætlanin upprunaliga ikki var at verða verandi her.
- Men soleiðis bleiv tað bara. Eg vil bara siga, at hetta hevur verið ein góð tíð, greiðir hann frá.
Hesi 40 árini hevur hann havt nógvar minniligar túrar millum tær føroysku oyggjarnar – sjálvandi onkrar ringar eisini.
- Men tá eg skal siga sum er, so havi eg gloymt allar teir ringu, sigur hann stillisliga.
Mundi rent á Galvin
At vera skipari umborð á einum feðramannaskipi er stór ábyrgd og krevur ótrúligan kunnleika til skip, veður og streym, tá leggjast skal at við tær rættiliga ymisku ferjulegurnar kring landið.
Hesi 40 árini hevur Eyðun siglt við íalt 12 skipum hjá Strandferðsluni, og hevur siglt uppá nógvar havnir á føroysku oyggjunum.
Mangan man hava verið ótespiligt at koma inn í tær ymisku innsiglingarnar, men hetta arbeiðið hevur Eyðun eisini megnað til fulnar.
Tað bar av ta einu ferðina, Dúgvan var farin av Leirvík og var komin nakað væl frá landi. Tá skuldi Eyðun eitt ávíst neyðugt ørindi og bað róðursmannin standa við róðurpinnin hesa løtuna.
Fá sekund seinni sviku tó róðurgreiðirnar, og skipið stevndi við fullari ferð beint móti Galvinum á Kalsoynni. Avloysarin gav róp frá sær, og einum lopi var Eyðun á staðnum, meiri og minni liðugur við ørindi síni.
Við skjótleika, og út frá royndum sínum sum skipari, bjargaði hann skipinum frá at renna á land – og ferðafólkunum frá eini ógvusligari hending.
- Tað verður nógv kravt av einum skipara. Og í Eyðuni hava vit havt ein álitismann og ein skilamann, sum hevur verið ein fyrimynd hjá mongum, sigur Páll Heinesen, starvsfólkaleiðari hjá Strandferðsluni.
Kennir sandoyingar
Eyðun hevur fyri ein stóran part røkt siglingina til Sandoynna.
At byrja við varð siglt av Havnini, men tey seinnu árini hevur verið siglt millum Gomlurætt og Skopun.
Hóast skipini í dag eru sera væl útgjørd við nautiskum tólum, so krevur tað altíð sín mann at fara um Skopunarfjørð og tá leggjast skal at í Skopun.
Mong munnu tey vera sum kent seg trygg sum ferðafólk, tá tey vistu at Eyðun stóð við róðrið.
- Eg kenni ikki nøvnini á øllum sandoyingum. Men eg kenni kortini tey flestu andlitini, sigur Eyðun.
Farleiðin í buksulummanum
Fyrr í tíðini var vanligt, at ein maður og kvinna fóru í eitt starv, og vórðu verandi í starvinum alt lívið.
Í dag er nógv broytt í hesum, tí nútíðin setur onnur krøv og hevur samstundis givið fólki møguleikar at taka við nýggjum avbjóðingum. Eyðun hoyrir kortini til tað gamla ættarliðið.
At vera partur av sama reiðaríi í samfull 40 ár er jú ikki 40 dagar, men fyri Eyðun hevur Strandferðslan verið eitt gott og trygt arbeiðspláss.
Sambært starvsfólkaleiðaranum á Strandferðsluni, Páll Heinesen eru bert tveir aðrir mans sum hava verið í starvi hjá teimum í meiri enn 40 ár – Torleivur Davidsen og Andreas Samuelsen.
Fyri ein slíkan stovn hevur tað nógv at siga, at fólk verða verandi í størvum sínum í mong ár.
- Tey fáa royndir í starvinum, og sum skipari kemur hesin at kenna sína farleið sum sín egna buksulumma, sigur Páll Heinesen.
FAKTA
Eyðun Holm, skipari hjá Strandferðsluni í 40 ár
Byrjaði í starvi mikudagin 11. januar 1967
Fylti 67 ár í oktober mánaði í 2006
Hevur siglt við 12 strandfaraskipum:
- Sildberin
- Bragd
- Pride
- Ritan
- Smyril(við tí gula skorsteininum)
- Smyril(Mols’urin)
- Dúgvan(bygd í Føroyum)
- Dúgvan
- Tróndur
- Sam
- Ternan
- Teistin (bygdur í Føroyum)
Fer úr starvi í dag, fríggjadagin 12. januar 2007