dupultbjargingar. Stuttligt at síggja so gott málmansspæl. Rós til dómararnar Nú er tað so, at eyguni, sum síggja ein slíkan dyst, ikki altíð síggja alt á sama hátt, men sum heild var dømingin góð. Teir báðir [...] at ein av leikarunum tók í so rívan til. Hann rópti ikki eftir nøkrum øðrum enn sær sjálvum, men dómarin vísti honum av vøllinum fyri at vera ein vánalig fyrimynd fyri teir ungu áskoðararnar, sum í høllini [...] komu væl frá uppgávuni og tað eru tey fægstu sum munnu verða ósamd í útvísingini av Hans Gudmundssyni. Tað er tó ein útvísing, sum eigur at verða drigin fram, sum eitt gott dømi. Í endanum av dystinum vóru
skúlaverkinum. - Sum frá leið gjørdist listin longri og longri við teimum børnum, sum ikki beinleiðis høvdu eitt serstakt brek og onga avmarkaða sjúkuavgerð. Hetta vóru børn, sum høvdu ein truplan gerandisdag [...] hon rínur væl við tey børn, sum hava havt reina sansakipan sum grundarlag undir sínum trupulleikum. Tað er ein long og torfør prosess at hjálpa hesum børnum, og tí verður ein stórur partur í bókini hjá [...] sansur, sum ger at vit sansa okkara egnu tyngd støðugt ella á ferð. - Barnakonur, sum av eini ella aðrari orsøk ikki kunnu røra seg so nógv, kunnu vera í vanda fyri at føða børn, ið eru afturúrsigld viðvíkjandi
tørvin á teirra øki, og sum heild vóru allir partar nøgdir við úrslitið. Studentaskúlin skuldi framvegis vera í Hoydølum og studentaskúlin skuldi varðveita sítt sereyðkenni sum undirvísingarstovnur. Hetta [...] mannagongdin altíð er at venda sær til rætta viðkomandi. Rektarin kann ikki avgera, um lærararáðið fær lim í bygginevndina ella ei, tað kann bara landsstýrismaðurin. Hinvegin kunnu vit seta rektaran í eina óhepna [...] málum:?§7, stk. 2 c) byggimálum«. Um vit skulu vera før fyri at »ummæla« málið, er neyðugt við einum umboði. Vit meta ikki, at rektarin sum tænastumaður kann umboða lærararáðið, - hann hevur ikki skyldu
hevur tað verið mær ein gáta, hví Javnaðarflokkurin treytaleyst vil vera ein partur av danska ríkinum. Havi ongantíð skilt, at hetta skal vera nakað mál í sjálvum sær. Orsøkin kann bara vera, at Javnaðarflokkurin [...] við frælsi, trúgvi eg neyvan, at javnaðarfólk vita sjálvi; tað kann so bara vera frælsi til at velja ófrælsi, so Føroya fólk um allar ævir vera húskallar hjá dønum í Føroyum. Hvussu langt »javnaðurin og [...] soleiðis er tað bara. Er tað nakað, sum tann »sosiali« Javnaðarflokkurin kann liva við? Ella - hevur flokkurin bara áhuga fyri teimum, sum starvast innan almennu umsitingina. Hvat við brúkarunum, sum kanska eru
hetta heilt avgjørt ein spurningur, vit eiga at hugsa um. ? Tað er ikki neyðugt at gera so nógv av beinanvegin. Men lat okkum í fyrstu syftu fáa eitt skip, sum kann virka fiskin umborð. So kunnu vit samanbera [...] fiskivinnuni. ?Fiskiskapurin var so góður sum kanska ongantíð fyrr. Prísurin setti øll met, og rentan var so lág sum ongantíð fyrr. ? Árið í ár var søguligt. Og tá ið ein stórur partur av flotanum ikki kastar [...] West Freezer skal brúkast sum ræðidømi. ? Tað er ein ógvuliga avmarkað viðgerð, sum fer fram har umborð. Tað einasta, teir gera, er at avhøvda fiskin og frysta hann heilan, so at túrarnir kunnu vara longri
Ein av teimum stovnunum, sum verður harðast raktur av arbeiðssteðginum, sum lýstur varð í kvøld, er Almannastovan. Ein stórur partur av starvsfólkunum á Almannastovuni eru limir í Starvsmannafelagnum og [...] verður, sum vera man, sama skil. Starvsmannafelagslimirnir fara ikki út til Karsten Hansen at arbeiða í morgin, og tað fer sjálvandi at ávirka avgreiðsluna í pakkhúsunum kring landið. So er bara at vóna [...] taka málið upp í bræðið, digur ein eygleiðari vit hava tosað við. Kann gerast drúgvur Av somu orsøk heldur sami eygleiðari, at tað eru útlit til, at arbeiðssteðgurin kann fara at gerast drúgvur. - Munurin
venur at vera burtur frá frændum og kenningum har. Eg kann ikki siga, at mær leingist so ræðuliga nógv eftir Jugoslavia, sjálvt um tað ongantíð hevur verið nakað kríggj í tí partinum av landinum, sum eg eri [...] í hvussu so er framtíðarspælarar, sum vónandi koma á landsliðið fyrr ella seinni. Annars skulu føroyingar hava Ísland ella Kypros sum fyrimynd í altjóða kappingum. Tey bæði londini eru ikki so nógv størri [...] skulu koma til pápan um nakrar dagar. - Soleiðis kann lívið okkara laga seg, sigur ein hugsanarsamur Milan og hyggur stoltur at myndini av Kristinu, sum hongur á vegginum í hansara nýggju húsum í Runavík
seinastu árini í veruleikanum ikki hevur verið so ógvusligt. Og slættis ikki so ógvusligt, sum útrokningar hjá Starvsmannafelagnum vilja vera við. Vit kunnu bara geva Lønardeildini hjá Fíggjarmálastýrinum [...] landsstýrismanninum er so sum so, bera eisini seinastu úttalilsi hansara um lønarkrøvini hjá Starvsmannafelagnum boð um. Í Dimmalætting hósdagin sigur Karsten Hansen millum annað: »Ein 10% lønarhækking til [...] í Starvsmannafelagnum, gera hesar umflokkingarnar so lítlan mun, at tú kemur ikki upp á ein lønarvøkstur upp á 1,9%. Taka vit so tey 2 prosentini, sum ÚF og SvF fáa til innanhýsis húsaavtalur, síggja vit
vísir á, at kravið frá Starvsmannafelagnum fyri at fáa ein 2 ára sáttmála var 12% og ein nýggj lønarskipan. Ein slík skipan kostar umleið 2%, so man er komin uppá 14% yvir tvey ár. Tey kosta umleið 180 [...] verða vit so noydd antin at hækka skattin ella siga fólki upp. Har vita vit, at eingin ynskir meira í skatti ella at verða uppsagdur. Og ynski hvørki at vera tann, sum sigur fólki upp ella sum skal hækka [...] ímóti limunum í Starvsmannafelagnum, sum jú eru hansara egnu starvsfólk. Eg kenni tað tí soleiðis, at tað kemur bert ein einvegis boðskapur út sigur Karsten Hansen, sum við hesum m.a. sipar til síðu 2 í
slíkum fagnaði fær ein eyga á nógvar úrmælingar. Nógvir bólkar, sum taka lut, duga heilt øgiliga væl og eru á einum nógv hægri stigi enn vit onnur. Áhugaleikur kann vera akkurát líka góður sum yrkisleikur, sigur [...] skulu framføra ein leik, men tí sleppa tey, ið tekna seg sum einstaklingar frá, sigur Elin Mortensen. Fagnaðurin verður settur 18. juli og tá verður ein nýggjur føroyskur leikur frumsýndur, sum Peter Jensen [...] undirtøkan verður stór. - Eg havi tosað við nógv, sum kunnu hugsa sær at taka lut. Eisini ungfólk, sum ikki hava havt nakað við sjónleik at gera fyrr. So eg rokni við, at áhugin bæði úr Føroyum og hinum