Vit ynskja honum hjartaliga tillukku og bestu eydnu í starvinum. Men vit fara samstundis at mæla honum til at gera nakrar broytingar í felagnum. Sum stjóri í tryggingarfelagnum hevur Regin [...] víðar heimildir, tí tað í veruleikanum var leiðslan, sum stýrdi nevndini - og ikki øvugt. Tryggingarfelagið er ikki ólíkt Eik Grunninum. Tað ljóðar so pent, at øll, sum hava tryggingar hjá felagnum [...] verður samantvinnað við eina modernaða marknaðardrivna fyritøku. Uppstillingin til umboðsráðið er torgreið og margháttlig, og mannagongdin, hvussu atkvøðuseðlar verða býttir út er
Symfoniorkestur á heimasíðu síni, at vælumtóktu barnakonsertirnar í vár verða avlýstar, tí tey hava ikki ráð til at halda tær. Hetta skuldi verða fjórða ár á rað, at Føroya Symfoniorkestur bjóðaði øllum bar [...] lurta eftir symfoniorkestrinum. Konsertirnar hava verið ókeypis fyri at gera hetta til eitt tilboð fyri øll. Tey, sum ikki hoyrdu nýggjárskonsertina í fjør, ella tey, ið vilja hoyra hana einaferð afturat [...] , alla sum hon var. Konsertin var í Norðurlandahúsinum og hetta má sigast at vera eitt herðaklapp til føroyska symfoniorkestrið, tí tað, vit eru mest von við, er at hoyra nýggjárskonsertir úr Wien og øðrum
seinni fær Benny Johansen at vita, at FSF ikki vil skriva nakran sáttmála við Benny og sleit harvið samráðingarnar. Orsøkin var, at Fótbóltssambandið ikki hevur ráð til ein fulltíðar venjara. ? Fyrst var eg [...] Benny Johansen er ikki blíður, nú Fótbóltssambandið eftir drúgvar samráðingar kortini ikki vildi hava tann roynda danska venjaran at standa á odda fyri føroyska fótbóltslandsliðnum. Hann sigur við donsku [...] donsku heimasíðuna hjá TV3 www.onside.dk, at framferðarhátturin hjá FSF undir samráðingunum als ikki kann góðtakast. Benny Johansen helt nevniliga, at partarnir vóru komnir ásamt um eina avtalu, sum hevði
verði eg spurdur, um eg lati til góðgerðir. Eg lati hvønn einasta mánað fátækratíggjund til arbeiðsleys, kvinnur, sum eru upp á vegin og tí ikki kunnu arbeiða í eitt ár, til neyðstaddar fólkapensjónistar [...] siga um tað. Tí teir stýra. Men annars lati eg ikki eina krónu við holi í til øll hini, sum ganga á dyrnar og bidda. Skava og tap, so fótbóltsliðið hevur ráð at tapa. Føstulávintmánadag, -týsdag og -mikudag [...] bidda, bidda pengar til arbeiði, sum kanska, kanska, kemur mær til góðar einaferð, tað fer at bróta í bæði borð. Og hevði farið fýra borð, so í øll fýra borð. Men, no way. Eg vísi til skattin. Føroyingar
einum fínum trái, sum ísraelska verjan til ein og hvørja tíð kann klippa, tá hon loypir á el- og brennievnisveitingarnar. Mammur, sum ikki vita síni livandi ráð, geva børnum sínum rossafóður. Um somu tíð [...] úttrykkiligum stuðli frá ísraelsku stjórnini. Vit svørja trúskap til okkara sameinda vestanfyri, sum útflýggjar neyðugu presisjónsmissilirnar til at bumba smábørn. Og so sigur onkur, at hetta er komplicerað [...] samansett. Landsstýrið sigur einki. Og Kringvarpið, sum so dúgliga ringdi til sendimann okkara í Ísrael aftan á 7. oktobur, hevur ikki ringt aftur at spyrja, nær eitt kríggj endar og eitt fólkamorð byrjar
orsøkin til høgu prísirnar, at bilasølurnar í lýstu útsøluprísunum leggja so mikið nógv upp fyri, at ráð verður at geva sera góðan prís fyri ein brúktan bil í býti. Men tann spurningurin er ikki enn viðgjørdur [...] Wenzel ger í lesarabrævi viðmerkingar til tíðindini í Degi og Viku um útsøluprísin á nýggjum bilum í Føroyum. Dagur og Vika hevur víst á tvær sannroyndir: Tað ber til sjálvur at bíleggja sær ein nýggjan [...] nýggjan bil úr Danmark og spara millum 20.000 og 50.000 krónur í mun til lýstu útsøluprísirnar. Hetta er ein upplýsing, sum kann hava týdning fyri nógvar føroyingar. Í øðrum lagi varð víst á í Degi og Viku, at
meiri vent til frustrasjónir, av tí at man ikki sær nakað úrslit. - Fyri tey, sum ikki búgva á Sandoynni, er Sandoyggin og tað afturvendandi tosið um tunnil, vorðið til ein pestilens, til grát og tannagrísl [...] lin, sum vit jú ikki hava ráð til, og um henda veruleikan, sum hesi ólukku fólkini á Sandoynni ikki duga at síggja í eyguni. - Við at búgva á Sandoynni, má tú ásanna, at tú hevur ikki, og fyribils kemur [...] kemur tú heldur ikki at hava somu møguleikar sum onnur nærri miðøkinum hava, vísir Brandur Sandoy á. - Hetta er ein veruleiki, og vit mugu bara liva við honum, so leingi sum vit ikki hava politikkarar, sum
land samsvarar als ikki við hatta úttalilsi. Í seinastu viðmerking heitti eg á politikarar, um ikki einans at taka Sernám uppá ráð, men onnur við. Eg haldi fast við tí áheitannina. Og til endans vil eg líka [...] foreldrini, ella hvat tey fáa av, so er tað ikki einsbetýðandi við at hini EINKI hava fingið, tí tey hava fingið samstundis nakra hjálp frá sernám, men bara ikki akkurát hesa.” Og seinni sigur tú aftur: “tað [...] komi eitt sindur skeift fram her, tí øll HAVA fingið”. Eg fái ikki slept hesum úttalislinum frá Djóna N. Joensen í kvøld, og standi spyrjandi til hvør hansara kelda er, tá hann kemur við einari so avgjørdari
Hoyvík eitur, har veljast skuldi eitt ungdómsráð. 12 ung vóru í uppskoti, men einans fimm skuldu veljast. Tá atkvøðurnar vórðu taldar, so bleiv ungdómsráðið manna við tveimum, úr 6. og 7. flokki og [...] Vit gleða okkum til eitt spennandi 2011, har tey ungu fara at seta sín dám á ungdómsvirksemi. Alt virksemi í KLUBB 188 fer fram í rúsfríum umhvørvi og aldursmarkið er frá 13 til 18 ár, sigur Levi [...] verða: Pandaboy, Sunflower og DJ Neiz. Eisini verður eitt stórt surprice, so tað er nógv at gleða seg til. Ungdómshúsið í Hoyvík hevur fingið eina sera góða byrjan upp á 2011. Bygnaðurin í ungdómshúsinum
og almenninginum vegleiðing, ráð og upplýsing um føroyskt í talu og skrift. Almennir myndugleikar eiga í størst møguligan mun at fylgja niðurstøðunum hjá Málráðnum. - Til ber eisini hjá stovnum og ein [...] landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur tilnevnt nýtt Málráð fyri tíðarskeiðið 1. juli 2021 til 30. juni 2025. Hesi eru tilnevnd: Helena Kannuberg , forkvinna, MA í føroyskum, eftir tilmæli frá [...] næstformann. Málráðið skipar seg við eini starvsnevnd við fimm limum. Skipanin skal tryggja eitt breitt ráð, ið umboðar ymiskar fatanir. - Endamálið hjá Málráðnum er at røkja, menna og verja føroyska málið,