Í gjár fekk føroyskur tónleikur heiðurspláss í íslendaka ríkissjónvarpinum.
Í góðari senditíð, á miðdegi í gjár, 1. Jóladag, sendi íslendska Sjónvarpið RUV, seinastu nýggjárskonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri, alla sum hon var.
Konsertin var í Norðurlandahúsinum og hetta má sigast at vera eitt herðaklapp til føroyska symfoniorkestrið, tí tað, vit eru mest von við, er at hoyra nýggjárskonsertir úr Wien og øðrum mentanarligum háborgum.
Leygarkvøldið 7. januar klokkan 19, fer Symfoniorkestrið aftur at halda nýggjárkonsert í Norðurlandahúsinum, men har eru atgongumerkini langt síðani uppi.
Hinvegin skrivar Føroya Symfoniorkestur á heimasíðu síni, at vælumtóktu barnakonsertirnar í vár verða avlýstar, tí tey hava ikki ráð til at halda tær.
Hetta skuldi verða fjórða ár á rað, at Føroya Symfoniorkestur bjóðaði øllum barnagarðsbørnum, og 1.-3. floks næmingum í Føroyum, á klassiska konsert og í orkestrinum halda t ey, at tað er eitt keðiligt afturstig, at tey noyðast at avlýsa konsertirnar í ár.
Konsertirnar hava verið sera væl umtóktar við tað, at heili 3500 børn úr øllum pørtum av landinum, hava verið á konsertunum at lurta eftir symfoniorkestrinum. Konsertirnar hava verið ókeypis fyri at gera hetta til eitt tilboð fyri øll.
Tey, sum ikki hoyrdu nýggjárskonsertina í fjør, ella tey, ið vilja hoyra hana einaferð afturat, kunnu fara inn á leinki niðanfyri og lurta og hyggja- tað kann taka eina lítla løtu
www.ruv.is/sarpurinn/nyarsonleikar-i-faereyjum/25122011/nyggjarskonsert-2011