Krevur nógv at búgva á Sandoynni

- Vit á Sandoynni mugu bara til at síggja í eyguni, at tað krevur meiri av okkum sum vilja búleikast her, enn tað nakrantíð hevur gjørt, sigur borgarstjórin á Sandi, Brandur Sandoy

Sandoy: Nú eru liðin umleið 10 ár, síðani tosið byrjaði um ein undirsjóvartunnil til Sandoynna.

Sambært Brandi Sandoy er tíðin nú komin, at fólkið í oynni setur sær sjálvum spurningin um, hvussu nógv nærri tey eru komin eini loysn á hesum máli.

- Svarið má vera, at vit als ikki hava flutt okkum úr stað, sigur borgarstjórin í eini viðmerking á Sandoyarportalinum.

Hann vísir á, at nógv varð tosað, og nógv varð lovað fyri 10 árum síðani. Men hvat er veruliga hent? Onki!

Enn verður nógv tosað, men tosið er, fyri tey sum búgva á Sandoynni, meiri vent til frustrasjónir, av tí at man ikki sær nakað úrslit.

- Fyri tey, sum ikki búgva á Sandoynni, er Sandoyggin og tað afturvendandi tosið um tunnil, vorðið til ein pestilens, til grát og tannagrísl um henda vælsignaða Sandoyartunnilin, sum vit jú ikki hava ráð til, og um henda veruleikan, sum hesi ólukku fólkini á Sandoynni ikki duga at síggja í eyguni. - Við at búgva á Sandoynni, má tú ásanna, at tú hevur ikki, og fyribils kemur tú heldur ikki at hava somu møguleikar sum onnur nærri miðøkinum hava, vísir Brandur Sandoy á.

- Hetta er ein veruleiki, og vit mugu bara liva við honum, so leingi sum vit ikki hava politikkarar, sum hava hegni og dugnaskap at vinna okkum sømdir landspolitiskt. Jú fyrr vit innsíggja henda veruleika, jú fyrr kunnu vit taka støðu, um vit veruliga vilja offra tað sum krevst, fyri at búgva á Sandoynni, sigur hann m.a. í viðmerking sínari.

Vit venda aftur til hetta málið í einum komandi blaði!