Letur tú pengar ella aðrar gávur ella tíggjund til góðgerðarendamáls?
Er ein av óteljandi spurningum, sum fjølmiðlar og tey, sum hava gjørt sær ein lukrativan vinnuveg burtur úr at kanna fyri onnur forvitin, hvat vit halda um alt millum himmal og jørð og millum heims og heljar, í himni, á jørð og í hel, spyrja okkum.
Meiningarkanningar eru als ikki meiningarleysar, nú alt verður vigað í prosentum og prosentstigum.
Uttan prosentini vita vit einki um, hvør støðan er. Og tað er sjálvandi hent at vita, hvør støðan er fyri at tekna eina støðumynd.
Sjálvur svari eg sjálvandi ja, verði eg spurdur, um eg lati til góðgerðir.
Eg lati hvønn einasta mánað fátækratíggjund til arbeiðsleys, kvinnur, sum eru upp á vegin og tí ikki kunnu arbeiða í eitt ár, til neyðstaddar fólkapensjónistar, sum rópa eftir samhaldsfesti. Við akattinum annars fer næstan helvtin av lønini til góðgerðarendamáls, 45 prosent.
Eg geri tað sjálvandi ikki sjálvboðin. Men eg geri tað kortini við stórari gleði, tí tvangssosialisma í okkara kapitalistiska egoistiska samfelagi er fínasta slag, sama hvat liberalistarnir siga um tað. Tí teir stýra.
Men annars lati eg ikki eina krónu við holi í til øll hini, sum ganga á dyrnar og bidda. Skava og tap, so fótbóltsliðið hevur ráð at tapa. Føstulávintmánadag, -týsdag og -mikudag eru eisini biddaragongur.
Hóast nógv, sum bidda, bidda pengar til arbeiði, sum kanska, kanska, kemur mær til góðar einaferð, tað fer at bróta í bæði borð. Og hevði farið fýra borð, so í øll fýra borð.
Men, no way. Eg vísi til skattin.
Føroyingar eru kendir, eisini uttanlands (Danmark), fyri at vera leysir á hondini. Lata meira upp á fólkið enn onnur fólkasløg, tá neyðin í øðrum londum enn okkara, og nú eisini okkara egna neyð, krevur pengar.
Tá krossar í ymiskum litum og 500 onnur koma á dyrnar ella í postkassan ella órógva teg, meðan tú arbeiðir.
Ítróttarfeløg eru hervilig at bidda pengar. Í øðrum londum fáa fótbóltsvenjarar sparkið, duga teir ikki nóg væl at fáa sínar menn at sparka, so teir tapa tveir ella tríggjar dystir.
Í Føroyum fáa teir tvey ár afturat í starvinum, tá teir hava tapt hvønn dyst í tvey ár. Tað kostar.
Føroyingar knarra og grenja um, at alt kostar, og alt kostar alt ov nógv.
Eini ráð eru tí at brúka pengarnar til sín sjálvs í staðin fyri at lata teir í hesa ella hasa bússuna ella á kontuna hjá øðrum.
Sum sagt so ofta og skrivað næstan líka ofta eisini: pengar eru ikki alt. Ein góð gerð kann ikki metast í pengum.
Tað er tankin, sum vigar mest. Hann telur 99 prosent.
Men neyðin er sanniliga stór. Ikki bara í øðrum menningarlondum enn okkara landi.
Her hjá okkum livir (tey eru ikki deyð enn) ein triðingur, okkurt um 30 prosent, tvey prosentstig fleiri enn fyri fimm árum síðani, av fólkinum skeivu megin hungursmarkið. Hóast eingin veit, hvar tað markið er.
Ein triðingur er kortini nakað minni enn í Norður-Korea. Fólkapensjónistar, einsamallar mammur og fólk í útbúgving hava alt ov fá prosent at liva av.
Hvar í Guds væl røkta urtagarði er Jesus nú við sínum tveimum makrelum og fimm drýlum at metta hesi 5.000?
Teir høvdu gjørt mun.
Annars eru ráðini tey ikki at gleiva uttan fyrst at fáa undirskrivaða váttan frá mótpartinum um, at hann ikki stingur av eina ferð fyri allar, so skjótt sum gingið er av.
Lati eg pengar til góðgerðarendamáls? Ja, nógvar pengar. Eg lati til ALS, Barsilsskipanina, Samhaldsfasta og so framvegis. Nógv prosent.