Nógv virksemi í ungdómshúsinum

Nógv virksemi í ung­­dóms­­hús­i­num í Hoy­­vík
DJ og VJ SHOW við Pand­a­boy, Su­n­flower og DJ Neiz verð­ur 29. januar og nýtt ung­dómsráð er nú stovn­að í KLUBB 188.

Týskvøldið 18. januar var skipað fyri einum val­kvøld í »Klubb 188«, sum ung­dóms­hús­ið í Hoyvík eit­ur, har veljast skuldi eitt ung­dóms­ráð. 12 ung vóru í uppskoti, men einans fimm skuldu velj­ast. Tá atkvøðurnar vórð­u tald­ar, so bleiv ung­dóms­ráð­ið manna við tveim­um, úr 6. og 7. flokki og trim­um úr 8. flokki og eldri.

Ungdómsráðið fer at hava tætt sam­starv við sam­skip­aran, har tey fara at bera ynskir frá teimum ungu fram.
Tað fyrsta sum verður á skránni verður enn eitt fjølbroytt DJ og VJ SHOW, hetta verður longu leyg­ar­kvøld­ið 29. januar 2011 í »Klubb 188«. Opið verður frá kl. 21.00 - 02.00. Kostnaður: 50 krón­ur. Tað verður nógv ym­iskt spennandi á skránni, eitt nú kann nevnast at DJ verða: Pandaboy, Sunflower og DJ Neiz. Eisini verður eitt stórt surprice, so tað er nógv at gleða seg til.

Ungdómshúsið í Hoy­vík hev­ur fing­ið eina sera góða byrjan upp á 2011. Bygnaðurin í ung­dóms­húsi­­num er broyttur nak­að, so­leið­is at tað nú er ald­ur­s­mark á fríggjakvøld og leyg­ar­kvøld, og tey hava økt um upplatingartíðirnar og hava nu opið tríggjar ferðir um vik­una. Sam­stund­is er Bjarni Beder sett­ur sum samskipari í Klubb 188 frá 1. Januar. 2011.

- Vit gleða okkum til eitt spennandi 2011, har tey ungu fara at seta sín dám á ung­dóms­virk­semi. Alt virk­semi í KLUBB 188 fer fram í rúsfríum umhvørvi og ald­urs­mark­ið er frá 13 til 18 ár, sig­ur Levi Mørk, leiðari.