se europameistarar, og tað sigur eisini nakað um ein sigursvilja, sum ikki følnar, bert tí liðið gjørdist heimsins besta. Fyrst og fremst er tann nú so langa sigursrøðin hjá Fraklandi grundað á eitt risa-stórt [...] kann ikki bera liðið til sigurs, og hóast Beckham helst verður tøkur, so er tað framvegis ein dyggur smeitur, at Gerrard ikki er á liðnum. Og so telja væntandi royndirnar hjá Onglandi eisini skeiva vegin [...] HM-upptakt Í dag verður tað. Klokkan 12.30 okkara tíð verður fyrsti av teimum 64 dystunum í HM-endaspælinum blástur ígongd. Verður sæð burtur frá OL, so er talan um heimsins størstu ítróttarhending, og
kappingini hjá kvinnum var ein dystur leiktur í kvøld. Í høllini á Hálsi í Havn tók Kyndil móti StÍF. Kyndil vann greitt 34-25. Í steðginum vóru Kyndilskvinnur á odda 14-10. Hetta er fyrsti dysturin hjá Kyndli [...] talan um triðja og seinasta dystin hjá StíF, sum við bert tveimum stigum fyri tríggjar dystir hevur útspælt sín leiklut í bólkinum. Turið Arge Samuelsen var toppskjútti hjá Kyndli við 10 málum. Natasja Hammer
fyri EM-undankapping. Hóast trupulleikar helst ikki skulu vera, so skulu orðini hjá Niclasi skiljast bókstaviliga, sigur hann við einum skeivum smíli. - Alt hitt er upp á pláss. Men tá vit ikki eru von [...] hoyrir smátingsdeildini til. So eg ivist ikki í, at alt er púrasta klárt, tá fyrsti dysturin skal spælast fríggjadagin, sigur hann. Mugu raka dagin Hóast tey í flogbóltssambandinum soleiðis renna skjótt [...] Allur hópurin býr saman á Hotel Føroyum, so umframt nógva venjing seinastu tíðina, eru kringstøðurnar hjá hópinum framúr. Onkrar av spælarunum skulu tó til roynd fríggjamorgunin, men seinnapartin eru vit øll
teir muslimsku uppreistrarmenninar har suðuri í landinum. Muslimarnir í Suðurteilandi krevja at fáa sjálvsstýri, men stjórnin hjá Thaksin hevur sett hart ímóti hørðum og hevur sent servandar herdeildir [...] in, sum hevur evsta valdið nú, er muslimur. Hann hevur tó ikki givið muslimunum nakað lyfti, men sigur, at Teiland skal hava eina nýggja grundlóg. Eins og aðrastaðni í Teilandi hevur tað verið friðarligt
Berry ikki fann passið hjá sær. Men tá tað loksins bleiv funnið í viðførinum, var klárt hjá øllum at fara umborð í flogfarið. Ringt sýnið Tað var ringt sýnið hendan dagin. Men fyrsti flogskiparin, James Thain [...] fer inn aftur í flogvrakið, hóast eldin og spreingingarnar rundan um hann. Ósjálvssøkni hjá Gregg bjargar lívinum hjá pinkubarninum, mammuni, og fleiri liðfeløgum. Sjálvt um Gregg heldur, at bæði Bobby Charlton [...] eftir teirra tykki. Bobby Charlton sigur um Duncan Edwards: »Duncan er tann besti leikarin eg nakrantíð havi sæð. Tann besti leikarin eg havi leikt saman við, bæði hjá United og á enska landsliðnum. Hann
Gundadali klokkan 12.30 í morgin. Eftir dystin fylgist alt bussfylgið saman við leikarabussinum hjá HB, suður aftur til Havnar, og tá verður koyrt beint oman á Vaglið, har almenn móttøka verður fyri leikarunum [...] nógv burtur úr í morgin. - Tað er eitt lið úr Havn, sum er føroyameistari og tað eiga vit at feiðra, sigur borgarstjórin. Bussleiðin í Havn koyrir ikki leygardag og tískil hevur Tórshavnar Kommuna sett allan [...] klokkan 18.30. - Har verða røður, horntónleikur, fýrverk og tað, sum hoyrir til eina slíka móttøku, sigur borgarstjórin. Eftir móttøkuna bjóðar Býráðið øllum HB-spælarunum, makum, nevndum og øðrum hjálparfólkum
hann veit um, sigur reiðarin í Havn. Hann sigur, at hann veit ongantíð um, at prísurin á sild til ídnað er komin uppá eina krónu fyrr, og tíðansheldur at hann nærkast 1,50. Eiler Jacobsen sigur, at orsøkin [...] og Krúnborg sigur, at fiskað verður heilt norðuri ígjøgnum á 74 stigum og á 14 stigum eystur. Hetta er í norskum sjógvi, har føroyingar hava eina kvotu uppá 36.000 tons. Eiler Jacobsen sigur seinastu tíðina [...] tons í einum háli. Hann sigur, at tað klára bátarnir ikki at taka sjálvir. Tá ið teir hava fylt seg, taka aðrir bátar avlopið. Rokfiskiskapurin hevur ført við sær, at tað knípur hjá virkjunum at taka ímóti
sum er orsøkin til, at fámjiningar ikki fáa tunnil hesi fyrstu nógvu árini. Tað sigur meirilutin í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum. Fíggjarnevndin hevur viðgjørt eitt uppskot frá fleiri tingmonnum, sum [...] vera tann fyrsti tunnilin, Landsverk skuldi gera við boriútgerðini tey fingu í fjør. Men restin av samgonguni tók hann av ræðið, tí tey vildu heldur, at tunnilin til Dals skuldi vera tann fyrsti. Hevði Henrik [...] Ruth Vang, Pauli Trond Petersen og Helena Dam á Neystabø, ásannar, at tað fara at ganga nógv ár hjá Landsverki at bora nakrar tunlar, tí játtanin til endamálið er so lítil. Tí halda tey, at íløguætlanin
soleiðis gekk eisini hjá seismikskipinum Geo Arctic, sum hevur skotið seismik í føroyskum sjógvi. Í illveðri herfyri misti Geo Arctic seks kilometrar av kaðali, meðan teir arbeiddu suður móti føroysk / enska [...] aftur. Hon var sokkin á botn, og við at dreggja á positiónini, eydnaðist at fáa alt aftur, sigur umboðsmaðurin hjá Geo Arctic í Føroyum, Árni Dam á Skipafelagnum.
sambandinum fekk hann handað sveinabræv mikudagin. Jóannes byrjaði at læra hjá Jens Chr. Dam í 1994, og tá hesin gavst, fekk hann arbeiði hjá Petur Eyðun Dam, og har hevur hann verið síðani. Eftir at kreppan fór [...] hækkað rættiliga nógv. Sjálvt um kreppan gjørdi um seg tá hann byrjaði, so høvdu teir nokk at gera, sigur Jóannes. Teir gjørdu ymsar uppgávur fyri Landssjúkrahúsið, ymiskt, sum húsavørðarnir ikki megnaðu [...] taka sær av. Men tíðirnar eru nógv broyttar. ?Tað sæst, at byggivinnan hevur fingið vind í seglini, sigur Jóannes. ? Hetta er ikki tann árstíðin, tá nógv hús verða bygd, men vit hava úr at gera. So eg vænti