Hóast landskappingin í fótbólti endar í morgin, hevur tað longur verið greitt í eina viku, at tað er HB, sum er Føroyameistari.
Og tað fer Tórshavnar kommuna at gera nógv burtur úr í morgin.
- Tað er eitt lið úr Havn, sum er føroyameistari og tað eiga vit at feiðra, sigur borgarstjórin.
Bussleiðin í Havn koyrir ikki leygardag og tískil hevur Tórshavnar Kommuna sett allan tann reyða flotan av býbussum til taks at koyra viðhaldsfólk ókeypis inn til Runavíkar til dystin ímóti NSÍ í morgin.
Farið verður av svimjihøllini í Gundadali klokkan 12.30 í morgin.
Eftir dystin fylgist alt bussfylgið saman við leikarabussinum hjá HB, suður aftur til Havnar, og tá verður koyrt beint oman á Vaglið, har almenn móttøka verður fyri leikarunum klokkan 18.30.
- Har verða røður, horntónleikur, fýrverk og tað, sum hoyrir til eina slíka móttøku, sigur borgarstjórin.
Eftir móttøkuna bjóðar Býráðið øllum HB-spælarunum, makum, nevndum og øðrum hjálparfólkum í HB, til døgurða í Mullers Pakkhúsi.