Fegnast um kvettið

Muslimarnir í Teilandi fegnast um, at her­urin hevur rikið Thaksin Shina­watra, forsætisráðharra frá, tí teir vænta, at her­urin er betur førur fyri at loysa ósemjuna við teir muslimsku upp­reistrarmenninar har suð­uri í landinum.
Muslimarnir í Suður­teilandi krevja at fáa sjálvsstýri, men stjórn­in hjá Thaksin hev­ur sett hart ímóti hørð­um og hevur sent ser­vand­ar herdeildir eftir uppreistrarmonnunum. Nú vænta muslimarnir eina broyting, tí her­ovast­in, sum hevur evsta valdið nú, er muslimur. Hann hevur tó ikki givið muslimunum nakað lyfti, men sigur, at Teiland skal hava eina nýggja grund­lóg.
Eins og aðrastaðni í Teilandi hevur tað verið friðarligt í teimum mus­limsku økjunum, síðani herurin tók valdið fyrr í vikuni. Eygleiðarar siga, at flestu teilendingar tykj­ast góðtaka kvettið, sjálvt um umheimurin hevur for­dømt tað. Eitt nú hevur amerikanska stjórnin sagt, at kvettið kann hava við sær, at amerikanska hjálpin til Teilands verður steðgað. Kvettið er eitt afturstig fyri demokratiið, siga Hvítu Húsini.