? Prísurin á ídnaðarfiski er so góður sum ongantíð fyrr. Men tað er álvarsamt um vit ikki klára at fiska kvotuna upp, sigur Eiler Jacobsen
Áki Bertholdsen
Seinastu tíðina hevur rættiligt rokfiskarí verið eftir sild verið norðanfyri.
Tað er so nógv sild at fáa, at tosað verður um eitt veruligt, nýtt sildaævintýr.
Teir siga, at tað er so nógv sild at fáa sum tað ikki hevur verið í nógv ár.
Men tað er ikki bara fiskiskapurin, sum líkist einum ævintýrið.
Eisini prísurin er ævintýrkendur, tí prísurin ídnaðarsild er so góður, sum ongantíð fyrr
Allir teir føroysku nótabátarnir eru nú norðanfyri í sildini, umframt einir tríggir trolarar, sum royna seg.
Eiler Jacobsen, reiðari á Norðborg og Krúnborg sigur, at fiskað verður heilt norðuri ígjøgnum á 74 stigum og á 14 stigum eystur.
Hetta er í norskum sjógvi, har føroyingar hava eina kvotu uppá 36.000 tons.
Eiler Jacobsen sigur seinastu tíðina hevur verið rokfiskarí.
T.d. fekk Krúnborg 1800 tons í tveimum hálum.
Ein norskur nótabátur fekk nú ein dagin 1000 tons í einum háli.
Hann sigur, at tað klára bátarnir ikki at taka sjálvir. Tá ið teir hava fylt seg, taka aðrir bátar avlopið.
Rokfiskiskapurin hevur ført við sær, at tað knípur hjá virkjunum at taka ímóti allari sildini.
? Í Norðurnoregi fylla norsku skipini sildavirkini. ? Tí verða vit av og á noyddir at sigla fýra-fimm dagar líka suður til Bergen, og Ålesund at avreiða.
At sigla til Føroyar er eingin møguleiki.
Prísurin slær øll met
Tá ið so nógv er at fáa, skuldi ein vænta, at prísurin fall í botn.
Men so er ikki
Eiler Jacobsen sigur tvørturímóti, at prísurin á sild til ídnað slær øll met nú.
? Tað er næstan ongin munur á prísinum á sild til matna og sild til ídnað. Prísurin á matsildini liggur um 1,60 - 1,70 norskar krónur.
Fyri ídnaðarsildini fáa vit heilvt upp í móti 1,46 norskar krónur kilo, og tað er tað grovasta, hann veit um, sigur reiðarin í Havn.
Hann sigur, at hann veit ongantíð um, at prísurin á sild til ídnað er komin uppá eina krónu fyrr, og tíðansheldur at hann nærkast 1,50.
Eiler Jacobsen sigur, at orsøkin til, at prísurin er so góður, er, at sjógvurin uttanfyri Kili og Peru hevur verið so heitur í seinastuni, at fiskurin er rýmdur.
Tí eru fiskamjølsvirkini har í dýrastu rávøruneyð, og tað trýstir prísin upp ií loft her hjá okkum.
Klára neyvan kvotuni
Sum sagt hava føroyingar eina kvotu uppá 36.000 tons í norskum sjógvi.
Eiler Jacobsen sigur verður gongdin tann sama í ár, sum í fjør, fer ikk iat bera tilk at fiska longur enn henda mánaðin út, tí so fer sildin inn um 12 fjórðingar, og har sleppa skipini ikki.
Tíu heldur hann, at tað fer at knípa, at vit fara at klára at fiska kvotuna upp.
Og tað heldur hann er er ein vanlukka.
Báði tí at vit hava ikki ráð at lata kvotuna fara.
Og ikki minst kann tað ávirka okkara rættindini framyvir.
? Klára vit ikki at fiska okkara kvotu, kann krav verða sett fram um, at hon verður minkað og latin onkrum øðrum, sum klárar at fiska hana.
Eiler Jacobsen sigur, at tað tí krevst, at fylgt verður sera gjølliga við fiskiskapinum, so at onkur skip ikki noyðast at gevast tí teirra kvota er upp, samstundis sum onnur skip kanska ikki klára at fiska sína kvotu. ? Kvotan hjá skipum, sum ikki klára at fiska hana, eigur at verða latin øðrum skipum, heldur Eiler Jacobsen.