Favorittarnir sigra nærum altíð

Frakland, Italia, Brasilia og Argentina eru helst fremstu favorittarnir undan HM, og tó at onnur helst fara at arga, so eru tað aloftast favorittarnir, sum standa við gullinum, tá avtornar

HM-upptakt

Í dag verður tað. Klokkan 12.30 okkara tíð verður fyrsti av teimum 64 dystunum í HM-endaspælinum blástur ígongd. Verður sæð burtur frá OL, so er talan um heimsins størstu ítróttarhending, og kring allan heimin fara skíggjarnir at glitra kring allan heimin. Eisini her heima hjá okkum, hóast fyrstu dystirnir verða leiktir longu hálvgum átta. Tað gerst so ikki við. So má arbeiðið antin bíða, ella kanska verður eitt sjónvarp sett upp í kaffistovuni, so tað onkursvegna ber til at fylgja við.

Fýra favorittar
Sum útgangsstøði hava øll luttakandi londini sjálvsagt møguleika at gera seg galdandi, og einki er avgjørt, fyrr enn seinasta bríkslið hevur ljóðað, men tað er tó soleiðis, at summi lond verða mett at hava betri møguleika enn onnur. Og tó at vit ofta hava sæð heldur óvæntað úrslit, so er tað altíð tey stóru, sum í seinasta enda fara avstað við heiðrinum sum heimsins besta lið.
Akkurát, hvørjir favorittarnir í ár eru, eru sjálvsagt ymsar hugsanir um, men tað er neyvan at fara heilt skeivur, tá sagt verður, at talan helst verður um ein dyst millum tey fýra, Frakland, Italia, Brasil og Argentina.
Frakland hevur seinnu árini havt heimsins sterkasta lið. Teir eru verjandi heimsmeistarar, og sum teir einastu í søguni kunnu teir samstundis rópa se europameistarar, og tað sigur eisini nakað um ein sigursvilja, sum ikki følnar, bert tí liðið gjørdist heimsins besta. Fyrst og fremst er tann nú so langa sigursrøðin hjá Fraklandi grundað á eitt risa-stórt ungdómsarbeiði, sum franska fótbóltssambandið setti í gongd í 80?unum. Eitt arbeiði, sum nú ber frukt, og sum ivaleyst ger, at Frakland eisini í komandi árunum fer at hava ein stóran leiklut á altjóða pallinum.
Tað kann kosta, at Zidane ikki er tøkur, tá fyrstu dystirnir skulu fáast frá hondini, men hinvegin er liðið kortini so sterkt, at tað uttan trupulleikar skuldi kunna vunnið seg úr bólkaspælinum, og
Italia hevur í mangar mátar havt tað trupult, síðani liðið í 1982 vann HM. Gaman í vunnu teir bronsu á heimavølli í ?90 og silvur eftir tapta brotssparkskapping í ?94, men onkursvegna hava teir sjáldan fingið stórvegis kredit fyri avrikini. Hetta varð broytt í undanfarnu EM-kapping. Kanska vóru italiumenn hepnir at vinna seg fram til finaluna, men yvirhøvur stóð liðið fyri sera positivum fótbólti. Og tá verjuparturin vanliga er ein av sterku síðunum hjá liðnum, eins og teir duga at standa seg væl í eini langari kapping, so er sannlíkt, at teir kunnu gera seg galdandi.
Tað kunnu brasiliumenn eisini altíð. Liðið hevur kanska ikki staðið seg so væl í undankappingini, sum teir vanliga gera, og undanfarnu tvey árini hava verið merkt av stórari óróð. Men tá tað ræður um HM, so standa allir saman.
Og so nýtist tað heldur ikki at vera ein vansi, at liðið ikki fremsti favoritturin hesaferð. Tað kann gera trýstið á liðið minni, og vinarliga lutakastið viðførir helst eisini, at ráð verða at spara nakrar av týdningarmestu leikarunum í fyrstu dystunum, soleiðis at teir ístaðin eru heilt klárir, tá knock-out skipanin verður tikin í nýtslu.
Argentina verður í ár av mongum mett sum fremsti favoritturin at vinna HM-heitið, og tað er rætt, at liðið í dag hevur eina mest sum óhugnaliga styrki. Møguliga er ein lítil veikleiki at hóma á málverjaplássinum, men í aðrar mátar er talan um spælarar í heimsflokki á øllum plássum. Eisini á beinkinum, har tað kann roknast við, at leikarar sum Batistuta, Crespo og Lopez eisini verða at síggja av og á.
Størsti trupulleikin hjá Argentina verður kanska ikki favoritt-leikluturin. Hendan hava teir roynt fyrr. Men tað kann kosta, at teir eru endaðir í sonevndu »group of death«. Tað kann bera við sær, at tað ikki verður rúmd fyri at hvíla føstu leikararnar, soleiðis at hesir ikki eru eins feskir sum teir hjá mótstøðuliðunum. Men undir øllum umstøðum er tað eitt sterkt Argentina, sum fer undir HM.

Avbjóðararir
Tá hesi fýra eru nevnd, so sømir tað seg helst eisini at nevna nøkur teirra, sum eisini kunnu gera seg galdandi, tó at tað neyvan verður heilt frammi í oddinum.
Tey vandamestu av hesum eru helst Týskland, Ongland, Portugal og Spania, umframt at eitt land sum Uruguay kanska eisini kann koma upp á tal.
Onkur vildi kanska hildið, at hesi eins væl og tey fýra fyrst nevndu kunnu koma heilt fram í oddin, men tað eru ymsar orsøkir, sum gera, at tey neyvan røkka heilt fram.
Týskland hevur fyrst og fremst ikki staðið seg serliga væl, síðani liðið í ?96 vann EM. Og hóast eitt nýtt ættarlið av leikarum nú veruliga er farið at gera um seg, so merkja skaðar hjá týdningarmiklum leikarum, at hópurin er dekan ov tunnur, eins og spælið í ov stóran mun er bygt kring Michael Ballack.
Í Onglandi tykjast øll at hugsa, at bara Beckham verður tøkur, verður alt gott, men soleiðis hongur veruleikin sjáldan saman. Ein leikari einsamallur kann ikki bera liðið til sigurs, og hóast Beckham helst verður tøkur, so er tað framvegis ein dyggur smeitur, at Gerrard ikki er á liðnum. Og so telja væntandi royndirnar hjá Onglandi eisini skeiva vegin. Einki er at ivast í, at liðið hevur møguleika at røkka ovastu tindunum, men talan er í stóran mun um eitt lið, sum hevur framtíðina fyri sær, og har flestu leikararnir í veruleikanum ikki toppa fyrr enn um fýra ár, so enn er helst nakað tíðliga at rópa teir til favorittar.
Fyri iberisku grannarnar, Portugal og Spania, er aloftast galdandi, at tey megna at sláa til í stóru kappingunum. Serstakliga Spania hevur ofta sýnt stórspæl í undankappingunum, fyri síðani at tveita alt burutr, meðan Portugal ofta hevur ilt við at vera nóg væl skipaðir, tá veruliga stóru dystirnir standa á skránni. Fyri bæði er tó galdandi, at leikararnir á liðnum eru somikið frægir, at fellur alt í rættlag kunnu tey basa øllum hinum.
At Uruguay eisini verður nevnt í hesum sambandi, kemst einamest av, at liðið ofta hevur sýnt seg sum eitt gott kappingarlið. Tað vil siga at hóast liðið kanska ikki er heilt so sterkt, so standa teir seg ofta væl í stóru kappingunum. Og í ár hevur liðið eisini fleiri leikarar, sum veruliga teljast millum teir bestu, so møguleikan hava teir.

Sensatiónirnar
Tá omanfyrinevndu lond verða nevnd sum tey sterkastu, so skal eisini leggjast afturat, at tað nærum altíð er so, at onkur av favorittunum fellur. Eitt HM uttan nakra sensatión er ikki nakað veruligt HM.
Tað er millum annað eisini við hesum fyri eyga, at vit fara at nýta komandi mánaðin framman fyri skíggjan.
Men fyrst av øllum verður tað fyri at síggja fótbólt. Fleiri av bestu leikarunum í heiminum skulu vísa okkum, hvussu vakurt spælið við leðurkúluni kann vera, og so er at vóna, at sjálvt spælið kemur í hásætið. At talan verður um ta sonnu fótbóltsveitsluna, sum eitt HM eigur at vera.