millum stengurnar hjá Kyndli, og hann var ikki blíður við sínar gomlu liðfelagar. Hann tók fleiri brotskøst, og harumframt tók hann royndir hjá púra leysum kollfirðingum, og hann átti sín stóra part av æruni [...] (11-15) KÍF: Rógvi Weihe 5, Petur Martin Poulsen 4, Gert Hansen 3, Regin Petersen 3(1), Eddie H. Joensen 2, Arnbjørn Hansen 2(1), Jóan Pauli Olsen 1(1), Mirko Milinkovic 1, Kristjan Madsen 1 Kyndil: Høgni [...] Jónsson 2 Brotskøst: KÍF 7(3), 8(7) Útvísingar: KÍF 6, Kyndil 5 Dómarar: Poli Hansen og Hartvig Joensen
Jákup Joensen, sendi beint á Jacek Przyuilski, sum ikki lat seg snýta til aðra síðuna, og hevði GÍ dystarbóltin. Hesin varð latin í hendurnar á blaðunga Hanus Jacobsen, og hann var ísakaldur, tá hann sendi [...] , har báðir partar vóru sera væl skipaðir. Ikki minst vágamenn, sum í Ara Thomassen og Jóhannis Joensen hava tveir leikarar, sum avgjørt teljast millum teir frægu, tá spælið skal leggjast niðaneftir kantunum [...] var upptrekk til slíkt, so kom ikki nakað ítøkiligt burturúr. Næstur at skora var helst Bjarni, tá hann av miðjuni hevði sæð málverjan hjá GÍ nakað langt úti, men skotið fór framvið málinum. Hinvegin megnaði
um uppgávuna hjá Eli Müller í málinum, men tað skal ikki takast frá honum, at hann enn einaferð stóð ein branddyst. Hóast hann er nakað lágur av vøkstri til at vera hondbóltsmálverji, so eru evnini at lesa [...] eisini í Óla Krisitan Djurhuus, men hesa ferð var ikki so nógv, sum hann kundi gera. VÍF-álopini koyrdu snøgt sagt alt ov væl, og tó at hann fleiri ferðir tók royndir frá leysum leikarum, so munaði tað lítið [...] Zachariasen 6, Agnar Joensen 5, Piti Negru 5, Ólavur Brimnes 3, Áki Olsen 2, Daniel Rápa 2, Eli Müller 1, Áki G. Olsen 1 KÍF: Damir Oros 6(3), Mirko Milinkvic 4, Rógvi Weihe 4, Eddi H. Joensen 3, Petur Martin
málinum, sum hann reisti ímóti Almanna- og heilsumálstýrinum. Í januar í 2000 varð hann koyrdur frá sum leiðari fyri Landssjúkrahúsið. Hann varð sannførdur um, at grundarlag var ikki fyri at koyra hann frá og [...] fýra ár at vinna sín rætt. Og nú dómurin er fallin, er hann bara fegin, men hann hevur ikki so stóran hug til tær nógvu viðmerkingarnar. Men hann viðgongur, at tað krevur bæði treiskni og dyggan stuðul [...] seint og tað er tyngjandi, leggur hann afturat. ? Tað, sum hevur týdning fyri meg, er, at eg havi fingið uppreisn. Hann fegnast eisini um, at nú er málið lýst út í æsir. Hann vónar eisini, at vit taka við
stóran trupulleika, sigur Jenis av Rana, sum sjálvur er lækni. Hóast hann orsakaði fyri tað, kallaði hann Pál Weihe og Høgna Debes Joensen fyri tveir tilvildarligar læknar. - Útfrá einum varhuga teir hava [...] tað, sigur hann. Hann vísti til altjóða stovn í Onglandi, sum eftirkannar granskingarúrslit og har verður ein stórur partur av øllum granskingarúrslitum vrakað, tí tey eru ikki nóg haldgóð. Hann helt, at [...] eta grind, var Bill Justinussen, løgtingsmaður. Hann staðfesti stutt og kontant, at vit hava ikki brúk fyri granskarum, sum mæla okkum frá at eta grind. Hann heldur, at tað skuldi heldur verðið granskað meiri
Andrias, Tore og Inge Jógvan Andrias Joensen er úr Klaksvík, men býr í løtuni í Noregi. Nú er hann heima í Klaksvík og ger upptøkur til eina fløgu. At hjálpa sær hevur hann tveir norðmenn, Tore J. Bruvoll, [...] at bera fram egnar og læntar vísur. Hans Jacob Hansen úr Fuglafirði er bæði myndlistarmaður, sjónleikari, tónasmiður og skald. Síðani hann varð pensioneraður hevur hann havt betri stundir til listina, og [...] Mikael Blak, kontrabass. Hanus G. Johansen fer í ár m.a. at bera fram yrkingar hjá Poul F. Joensen við løgum, sum hann smíðaði í sambandi við 100-ára dagin hjá Hargaskaldinum í fjør. Niels Midjord fer í ár
Christiansen við Sosialin. Og hann greiðir frá, at í fyrsta umfari kann hann als ikki góðtaka, at býráðið ikki hevur verið við í arbeiðinum frá fyrstu tíð, umframt at hann heldur tað vera burtur úr vón [...] ar, sigur Jan Christinsen. Eisini førir hann fram, at um tingið vil byggja nýtt, so skal tað vera vælkomið. - Men ger tað í samráð við býráðið, staðfestir hann, sum eisini heldur tað vera eina háðan móti [...] verið valdur. Hetta eru flestu býráðslimir samdir við mær í, eisini teir, sum valdu hann, sigur Jan Christiansen. Og hann endar við at staðfesta: - Men tey kendu prísin, tá tey kubbaðu á sinni. Heðin var
og hann dugdi ikki at síggja nakran mun á, antin hann verður bygdur í Vági ella í Hovi. Men hann helt at Vágs Býráð av øllum, kundi ikki siga ja til at flyta miðnámsskúlan úr bygdini. Hans Joensen var [...] var púra samdur. Hann vísti á, at nú var komið so langt, at tað er klárt at byggja heilt skjótt. Hann metti, at skúlin kundi skapa trivnað í bygdini og hann helt, at býráðið kundi ómøguligt lóggeva 45 milliónir [...] milliónir úr bygdini. Men hann tók avgjørt undir við, at ellisheim verður bygt fyri tað og hann helt, at býráðið kundi á einum seinni fundi bjóða landsstýrinum ókeypis grundstykki til eitt ellisheim. Halda
Mindaugas. Hann var í álopinum fyrstu løtuna, men tað haltaði í orðsins sanna týdningi hjá honum, og áðrenn fyrra umfarið var hálvrunnið, var hann noyddur at fara av vøllinum. Nýggi maðurin var Hans Allan Niclassen [...] longum sendingum til Birgir Jørgensen, men tað var sjáldan, at hann fekk tamarhald á, og tá ið tað endiliga eydnaðist, so vóru heimamenninir um hann beinanvegin. Uppspælið hjá KÍ var ikki nógv øðrvísi, enn tað [...] við høvdinum móti málinum hjá Bjarna Johansen. Aðru ferðina sendi hann úr eitt sindur spískum í tvørtræið, og hina ferðina tveitti hann seg fram í tómrúmið, men stútarin úr lutfalsliga góðari støðu fór
ára gamal, so hann er 2 ár yngri enn elstu juniorarnir í Evropa, so hetta er ein sera góð tíð. Pál veit eisini, at hann er góður, men hann hevur bæði beinini væl plantað í jørðini. Hann er longu góður [...] Monu Simonsen á 800 m frí teinunum, so setti Pál Joensen úr Vágs Svimjifelag eisini nýtt føroyskt met á teininum 800 m frí hjá monnum, umframt at hann eisini setti nýtt bólkamet í bólki 5 á teinunum 1500 [...] góður, men við røttu veningini kann hann gerast sera góður, og leggjast kann afturat, at hann er nógv tann besti í sínum aldri í danska kongaríkinum. Tað vóru tó ikki bara hesi, sum fingu góð úrslit. Onkur