Formenn í skuggaspæli

Jan Christiansen, býráðslimur í Havn, heldur tað vera púra burturvið, at Heðin Mortensen og Edmund Joensen hava samstarvað um nýtt tinghús, uttan at býráðið hevur verið kunnað um málið yvirhøvur

Hóast Jan Christiansen fegnast um fagra veðrið í morgun, er hann ikki sørt skakaður av tíðindunum um nýtt tinghús, sum býráðið varð kunnað um fríggjakvøldið.

- Ongin býráðslimur hevur verið kunnaður um hesa risa verkætlan. Her er talan um skuggaspæl hjá Heðini Mortensen, og tað kann ikki vera rætt í einum demokratiskum samfelag, sigur Jan Christiansen, sum umframt at vera umboð fyri Fólkaflokkin í Tórshavnar Kommunu, eisini er 2. varaborgarstjóri og fyrrverandi borgarstjóri í Havn.

Hann greiðir frá, at býráðið fyrstu ferð varð kunnað um málið fríggjakvøldið, tá býráðslimir í skundi vórðu innkallaðir til fundar, tá løgtingið eisini varð kunnað á fyrsta sinni. Talan er um ætlanirnar hjá Edmundi Joensen, tingformanni, og Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn, um at Tórshavnar Kommuna skal keypa verandi tinghús við umsitingarbygningi, og at tingið so skal byggja nýtt niðri á Eystaru Vág. Sambært Heðin Mortensen, kundi býráðið keypt fyri 80 milliónir, og nýtt tinghús kemur at kosta landinum 122 milliónir.


Kommunan byggja

- Her eru fleiri ting, sum bara eru so langt úti, at tað finnast ikki orð fyri tí, sigur Jan Christiansen við Sosialin. Og hann greiðir frá, at í fyrsta umfari kann hann als ikki góðtaka, at býráðið ikki hevur verið við í arbeiðinum frá fyrstu tíð, umframt at hann heldur tað vera burtur úr vón og viti at leggja Eystaru Vág undir heilt.

- Hetta málið fær ikki undirtøku í býráðnum. Tað kann eg leggja høvdið á blokkin uppá, sigur Jan Christiansen. Hann heldur eisini, at tað er burturvið, at løgtingshúsið enn ikki er liðugt umvælt, so finnur formansskapurin útav, at tað er óegnað.

- Og so at rokna við, at kommunan bara kann keypa tað fyri einar 100 milliónir. Men tað er kortini lætt at skilja, at Edmund Joensen vendir seg til kommununa, tí hon hevur keypt ognir upp púra vilt seinasta árini. Til dømis Degns Hús fyri 5 milliónir, sum nú vera sett í stand fyri 1,5 milliónir. Nógvir borgarar venda sær til kommununa um at keypa bygningar, tí hon hevur lagt eitt so høgt støði, sigur Jan Christiansen.

Spurdur um tað ikki er tiltrongt at umsitingin verður savnað á einum stað, sigur hann tað vera rætt.

- Men tað hevði verið meira hóskandi, at kommunan byggir okkurt nýtt sjálv. Okkurt, sum tekur støði í tørvinum hjá kommununi og verður bygt til endamálið.


Tign valdast

Tað hevur verið ført fram, at landið hevur tørv á einum tignarligum tinghúsi. Hvat heldur Jan Christiansen um tað?

- Tignarligt og tingnarligt, tað valdast. Heldur áttu fólk at lært av 80’inum. Heðin Mortensen hevur skaltað og valtað við pengunum hjá skattaborgarunum í fleiri ár nú, men eg helt, at Edmund hevði meira skil enn hetta. Og hetta projektið kemur ikki at kosta 122 milliónir, tað sær ein og hvør við einum hálvum eyga. Tað kemur nærri at kosta minst 200 milliónir, sigur Jan Christiansen.


Kongabrúgvin er heilag

Fyrrverandi borgarstjórin í Havn heldur at rættari var um býráðið varð tikið við í tilgongdina beinanvegin.

- So høvdu vit kanska sett ein arbeiðsbólk, sum kundi arbeitt við einari virðiligari loysn fyri kommununa og umsitingina. Og tá hevði mann í øllum førum ikki gjørt av at leggja ein stóran kassa úti á Kongabrunni, sum er heilag fyri havnarborgarar, sigur Jan Christinsen. Eisini førir hann fram, at um tingið vil byggja nýtt, so skal tað vera vælkomið.

- Men ger tað í samráð við býráðið, staðfestir hann, sum eisini heldur tað vera eina háðan móti Tryggingarsambandinum at byggja beint upp fyri vindeyguni á nýggja og stásiliga bygninginum hjá teimum.

- Harumframt er tað ein háðan móti okkara ungu og dugnaligu arkitektum at biðja ein gamlan pensioneraðan arkitekt um tekna nýtt tinghús, sigur Jan Christiansen hvassliga.


Heðin var prísurin

Hann rópar alla verkætlanina fyri stórheitsvanvid og forfongd.

- At keypa tinghúsið fyri kanska 100 milliónir er enn eitt tekin um, at vit hava ein borgarstjóra, sum ikki hevur skil fyri pengum, og enn eitt dømi um, at Heðin er tann ringasti borgmeistarin, sum kundi verið valdur. Hetta eru flestu býráðslimir samdir við mær í, eisini teir, sum valdu hann, sigur Jan Christiansen. Og hann endar við at staðfesta:

- Men tey kendu prísin, tá tey kubbaðu á sinni. Heðin var prísurin fyri at sleppa undan at sita í minniluta. Tey kendu hansara forfeingiligheit, og bleiv hetta prísurin fyri teirra egnu forfeingiligheit.