Vágbingar vendu tummulin niðureftir

Vágs Býráð tvíheldur um, at miðnámsskúlin skal byggjast í Vági og tað hevur eisini givið honum byggiloyvi. Men Býráðið ætlar eisini at tosa við Landsstýrið um at byggja røktarheim í Suðuroy

Miðnámsskúli og røktarheim

? Tað er eitt tekin um eitt frískt samfelag, at borgararnir eru vaknir og fylgja við tí, sum hendir.
Við hesum orðunum heilsaði Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági teimum 200 mótmælisfólkunum, sum vóru møtt á býráðsfundi í Vági týskvøldið.
Tað var ikki av ongum, at 200 vágbingar gingu kravgongu týskvøldið.
Býráðsfundurin týskvøldið var nevniliga tann týdningarmesti hjá býráðnum nakrantíð, vóru tað nógv, sum hildu.
Á hesum fundinum skuldi býráðið nevniliga viðgerða ætlanina hjá landsstýrinum at flyta ætlaða miðnámsskúlan í Vági og leggja hann í ein skúladepil í Hovi, saman við heilsuskúlanum og at byggja røktarheim í Vági ístaðin.
Um tað var kravgongan sum gjørdi munin skal vera ósagt. Men í øllum førum samtykti ein meiriluti í Býráðnum at halda fast við, at miðnámsskúlin skal byggjast í Vági.

Tá ið býráðsfundurin var settur, royndi Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri, at fáa málið um ætlanina hjá landsstýrinum útsetta til næsta býráðsfund.
Hon helt, at tað var rætt at útseta málið so at tey, sum ikki hildu at tey vistu nóg nógv um málið, kundi fáa tað neyðugu kunningina.
? Fyri borgarunum hava vit skyldu til at kunna okkum so væl sum gjørligt um tey mál, vit hava til viðgerðar, segði hon.
Tí mælti hon til, at málið varð útsett til næstafund, so at býráðið kundi fáa fund við landsstýrið fyri at fáa vita itøkiliga, hvørjar ætlanirnar vóru.
Hinvegin hildu býráðslimir hjá tjóðveldisflokkinum, at tað vóru fá mál, sum tað varð kunnað so væl um, sum hetta, og at tey, sum ikki vóru kunnað um tað nú, vórðu tað ongantíð.
Urslitið var, at uppskotið um at útseta málið, varð felt og sostatt kom tað til viðgerðar.

Eiga at tosa við landsstýrið
Tá ið so málið kom til viðgerðar, helt borgarstjórin, at tað var rætt at ganga landsstýrinum á møti um at koma á fund um ætlanina at byggja skúyladepil í Hovi og røktarheim í Vági.
Hon helt, at tað var rætt at fáa fund við landsstýrið fyri at vita, akkurát, hvør ætlanin er.
? Hetta er ikki tað sama sum at avreiða miðnámsskúlan av bygdini, tí vit skulu ikki taka endaliga støðu til málið nú. Men tað er rætt at fáa málið lýst frá øllum síðum og tí haldi eg, at vit eiga at tosa við landsstýrið fyri at fáa málið lýst.
Kirstin Strøm Bech vísti bæði til Økismenningarálitið, eldraálitið og ráðstevnuna í Øravík fyrr um dagin.
? Allastaðni verður víst á, at fólkatalið minkar og at tað serliga er stórt trot á størvum til konufólk og almennum størvum sum heild.
Hon vísti á, at í kreppuárunum fluttu ikki færri 840 fólk úr Suðuroynni og av teimum vóru heili 416 konufólk í burðardyggum aldri.
? Tí eigur býráðið at viðgera alt, sum kann skapa almenn arbeiðsplás í oynni, segði hon.

Ongin munur
Jógvan Krosslá segði, at ágangurin á miðnámsskúlan var øgiligur og hann dugdi ikki at síggja nakran mun á, antin hann verður bygdur í Vági ella í Hovi.
Men hann helt at Vágs Býráð av øllum, kundi ikki siga ja til at flyta miðnámsskúlan úr bygdini.
Hans Joensen var púra samdur. Hann vísti á, at nú var komið so langt, at tað er klárt at byggja heilt skjótt. Hann metti, at skúlin kundi skapa trivnað í bygdini og hann helt, at býráðið kundi ómøguligt lóggeva 45 milliónir úr bygdini.
Men hann tók avgjørt undir við, at ellisheim verður bygt fyri tað og hann helt, at býráðið kundi á einum seinni fundi bjóða landsstýrinum ókeypis grundstykki til eitt ellisheim.

Halda fast
Tað endaði við, at Dánjal Bjarkhamar skeyt upp, at býráðið samtykti at halda fast um støðuna hjá undanfarna býráðið um, at skúlin skal byggjast í Vági, sum ætlað.
Men harafturat vildi hann hava býráðið at samtykkja at tosa við landsstýrið um at byggja røktarheim í Suðuroy.
Og Hetta uppskotið varð samtykt. Seks býráðslimir atkvøddu fyri og tríggir atkvøddu ikki.
Teir, sum atkvøddu fyri, vóru Ásgerð Stenberg, varaborgarstjóri, Jógvan Krosslá, Hans Joensen, Dánjal Bjarkhamar, Sølvi Andreasen og Poul Augustinussen.
Tey, sum atkvøddu blankt vóru sostatt Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri, Eyðfinn Mørk og Svenning Borg.

------------------------------------------------------

kravgongainnia.jpg

Býráðslimir í Vági vóru umgyrdir av mótmælisfólki, tá ið tað viðgjørdi ætlanina hjá landsstýrinum um at flyta miðnámsskúlan til Hovs og at byggja røktarheim í Vági ístaðin