Góð úrslit í Vági

Landsliðsvenjarin var sera væl nøgdur við úrslitini, sum svimjararnir fingu í kappingini, sum hevur verið í Vági síðstu tvey vikuskiftini

SVIMJING

Síðstu tvey vikuskiftini hevur svimjihøllin í Vági verið karmur um stóra svimjikapping, har flestu av bestu føroysku svimjarunum hava tikið lut.
Kappingin fekk eina sera góða byrjan, tá tveir svimjarar frá Tvøroyrar Svimjifelag ognaðu sær gullnál á teininum 800 m frí hjá kvinnum. Her var talan um Juttu Thomsen og Monu Simonsen, og leggjast kann afturat, at tíðirnar hjá teimum báðum vóru so góðar, at báðar svumu undir gamla føroyska metið á hesum teini. Sostatt hevur Jutta Thomsen nýggja metið á teininum 800 m frísvimjing hja kvinnum.

Støðið er hækkað
Eftir kappingini fingu vit okkum eitt prát við landsliðsvenjaran í svimjing, Jón Bjarnason. Hann var sum vera mann glaður fyri kappingina, og ikki minst fyri tey úrslit, sum fleiri av okkara bestu svimjarum fingu í kappingini.
- Ja, eg eri sera væl nøgdur. Longu fyrsta dagin ognaðu tveir svimjarar sær gullnál, og eftir hetta hava fleiri onnur góð úrslit verið í kappingini. Eg dugi illa at ímynda mær, hvat er hent við føroyskara svimjing síðstu árini. Svimjiítróttin hevur gjørt stór framstig, og einki er at ivast í, at støðið er nógv hækkað.
Jón heldur eisini, at tað er sera týdningarmikið, at svimjingin heldur fast um góðu gongdina síðstu árini.
- Fleiri av ungu svimjarunum hava fingið sera góð úrslit seinastu árini, og hetta hevur sera stóran týdning fyri svimjingini. Svimjararnir sjálvir fáa betri hug, men hetta ger eisini áhugan hjá øðtum størri. Eg haldi tað vera sera týdningarmikið, at góða gongdin innan svimjingina heldur fram.

Betri venjingar og hægri krøv
Jón sigur, at ein av grundunum til góðu gongdina hjá svimjarunum kann vera venjingarnar og krøvini, sum vera sett til teir. Hann dylir tó ikki fyri, at miðvís venjing má til.
- Fyrst og fremst mugu svimjararnir venja miðvíst fyri at hava nakran møguleika at klára seg innan svimjing. Eg haldi tó eisini, at venjingarnar eru blivnar betri, og hetta kann vera ein av grundunum til góðu gongdina innan svimjing seinnu árini. Krøvini eru eisini blivin størri til tann einkulta svinjaran, og av tí at krøvini eru blivin størri, so hava svimjararnir meir at miðja fram ímóti. Hetta kann eisini vera ein av grundunum til gongdina.
Jón leggur afturat, at tað eru nógvir góðir svimjarar í landinum í løtuni, og hann metir breiddina á elitusvimjarunum í Føroyum at vera størri í dag, enn hon helst áður hevur verið.

Pál í evropeisku elituni
Landsliðsvenjarin var eisini sera glaður fyri tíðirnar, sum svimjararnir á longu teinunum fingu í kappingini í Vági.
- Nógvir svimjarar vilja helst svimja stuttu teinarnar, men tá ið eg bleiv settur sum landsliðsvenjari, fóru vit beinanvegin at kanna, hvørjar teinar svimjararnir vóru best egnaðir at svimja. Tá vísti tað seg, at fleiri føroyskir svimjarar vóru betur egnaðir at svimja longu teinarnar, so hetta fóru vit at arbeiða við.
Úrslitini á longu teinunum vór sera góð í kappingini í Vági. Umframt tíðirnar hjá Juttu Thomsen og Monu Simonsen á 800 m frí teinunum, so setti Pál Joensen úr Vágs Svimjifelag eisini nýtt føroyskt met á teininum 800 m frí hjá monnum, umframt at hann eisini setti nýtt bólkamet í bólki 5 á teinunum 1500 m frí.
Landsliðsvenjarin sigur eisini, at 16 ára gamla Pál Joensen úr Vágs Svimjifelag kann røkka heilt langt innan svimjing.
- Við nýggja føroyska metinum á teininum 800 m frí hevur Pál sett 9. bestu tíð fyri juniorar í Evropa. Pál er bert 16 ára gamal, so hann er 2 ár yngri enn elstu juniorarnir í Evropa, so hetta er ein sera góð tíð. Pál veit eisini, at hann er góður, men hann hevur bæði beinini væl plantað í jørðini. Hann er longu góður, men við røttu veningini kann hann gerast sera góður, og leggjast kann afturat, at hann er nógv tann besti í sínum aldri í danska kongaríkinum.
Tað vóru tó ikki bara hesi, sum fingu góð úrslit. Onkur av svimjarunum á styttru teinunum fekk eisini góð úrslit, og m.a. kláraði Shaila Millum Garðarnar frá Tvøroyrar Svimjifelag Oyggjaleikakravtíðina, so hon verður at síggja á sínum fimtu Oyggjaleikum í summar.
Sum heild var landsliðsvenjarin, Jón Bjarnason, sera væl nøgdur við úrslitini, og hann duldi ikki fyri, at hann ætlaði, at føroysku svimjararnir skuldu fáa okkurt gullheiðurmerki heim við av Oyggjaleikunum á Rhodos í summar.