m um ár 1800 ? 1900. Fyrr var vanligt, at hús í Føroyum vórðu tjøraði, og fyri einum ári síðani hildu íbúgvarnir á Hotel Djuurhus, at hesi húsini áttu eisini at fáa ein umgang við tjøru. Seinasta summar [...] umgang á hesum sinni, og í hesu vikuni var túrurin komin til enn ein umgang. Men tá ein ikki hevur hug at órógva ferðsluna, sum koyrir í stórum tali eftir Áarvegnum, so eru góð ráð dýr. Um íbúgvarnir settu [...] stillads upp á vegnum, so hevði hetta tarnað ferðsluni, og hesum vildu íbúgvarnir helst sleppa undan. Tey funnu tó eina aðra loysn, og ringdu eftir einum kranabili. Bilurin stillaði seg í túnið, síðan varð
Umframt Sølva áttu tey Jonu og Leif. Leif búsettist í Havn. Beiggarnir hjá Betty vóru Andreas og Pól Nikkels Hentze sum undirritaði kendi og bleiv giftur inn í teirra familju. Eg skal nevna her, at Svenning [...] skilji, sigldi hann eisini sum skipari og bestimaður. Mær er fortalt, at Sølvi var sera vælavhildin skipari. Seinast í 50-árunum fór Sølvi at hjálpa til í Eldhúsi hjá verfaðirnum og bleiv hann ein partur av [...] Sølvi giftist við Tórdis sum er dóttir Jógvan og Gretu úr Eldhúsi. Sølvi og Tordis fingu tvey børn og tey búgva í Havn. Sølvi fór sum so nógvir aðrir dreingir á Sandi til skips. Hann var eitt nú við Oyrasker
Codaavgjaldi. Tað svarar til uml. 600.000 krónur um árið. Halda føroysku tónaskøldini, at tey fáa ov lítið, mugu tey tosa við felagið Coda, tí vit kunnu ikki blanda okkum uppí, hvussu pengarnir verða býttir [...] útrokningar gjørdar, sum vístu, at í mun til aðrar útvarpsstøðir letur ÚF meiri í avgjaldi fyri hvønn tónleikatíma. Orsøkin til, at tann gamli sáttmálin varð broyttur var, at Útvarpið skuldi gjalda meiri [...] senditíðin varð økt og tað mettu tey í Sortudíki ikki vera rímiligt. Codaavgjaldið eigur at verða mett eftir tónleikanýtsluni. Gamli sáttmálin varð uppsagdur, tí hann forðaði fyri, at vit kundu menna útvarpið
virkað fyri at hjálpa øðrum og hevði bjargað mongum mannalívið, so stóð hansara lív ikki til at bjarga. Okur máttu ásanna at: ”Best sum sólin fagrast skínur, deyðin inn um dyrnar trínur” At Jan var vældámdur [...] heima hjá sínum gomlu foreldrum, tá hann var her suðuri. Og honum unntist at hava tey longi, tí tað eru ikki nógv ár síðani, tey eru farin. Tað var tí ein stórur skelkur fyri okum øll, ja allar suðuroyingar [...] minnast aftur á farnar løtur. Saknurin og tómrúmið eftir Jan, hava fingið okum at taka til pennin og skriva nøkur orð niður fyri at minnast okra góða lækna og starvsfelaga, sum so brádliga bleiv tikin frá okum
bara karakterirnir hjá trimum sýnsmonnunum, sum taldu við. Tey høvdu fingið Bjørn Kalsø, landsstýrismann og bónda, at handa steypini og tey, sum áttu tann besta seyðin, og fingu steyp, vóru: Verðagjólingar: [...] 60-70 fólk vóru samankomin á Búnaðarstovuni at fylgja við. Á Búnaðarstovuni vóru bara eigararnir til staðar. Av tí at ridluskriði er staðfestir, er bannað at flyta seyð úr Streymoy. So hevði nakar seyður [...] sýnsmenn ístaðin ferðast kring landið at sýna seyðin. Hans Martin Andreasen í Kvívík, sum samskipar seyðasýningina, sigur, at endamálið við seyðasýningunum er at finna tann mest feilfríu seyðin. Í hesum
knappliga fóru at leika í, og fólk á Heimaey noyddust at rýma frá húsi og heimi á miðjari nátt. Hjúnini høvdu júst bygt sær nýggj hús, men tey høvdu einki val og noyddust at rýma frá øllum tey áttu. Stívliga [...] bar oyggin, at fólk noyddust at hava vatntanga, og tá ið vatnið minkaði í tanganum, kom tangabátur út í oynna við vatni, sum bilar koyrdu og pumpaðu í tangan í húsunum. Neyðugt var tí altíð at spara vatn [...] til Runavíkar. Tey fiskavirki, sum vóru í oyggjunum tá, høvdu vatngerara, sum gjørdi vatn úr sjógvi. Viðhefta mynd er av einum gomlum vatntanga á Heimaey, sum fór í knús í 1973, tá tað fór at goysa so ógvusliga
Sosialurin visti at siga, at hetta var fyrstu ferð síðani 1772, at tríburar vóru føddir í Føroyum. Blaðið skrivaði eisini, at tey trý børnini tilsamans vigaðu stívliga 17 pund! TRÝST HER fyri at síggja forsíðuna [...] 3500 gram. Bæði mamma og tey trý børnini liva væl. Tað hevur hent av og á aður, at trillingar eru føddir í Føroyum, men hetta er fyrsta ferðin í nýggjari tíð, tað hevur eydnast at bjarga øllum í verðina [...] forsíðuna á Sosialinum 13. oktober 1965 TRÝST HER fyri at síggja forsíðuna á Dimmlætting 13. oktober 1965 Tey trý systkini eru: Gunnar Nolsøe, býr í Hirtshals, skipari á Beinur. Hedvig Winther, býr í Skopun
hitti í 1950’unum Mignon Hack í San Francisco, og tey giftust í 1955. Tey búsettust í USA. Konan doyði fyri tveimum árum síðani. Tey fingu eina dóttir og áttu eisini ommu- og abbabørn og langommu- og langabbabørn [...] part av lívinum búði í USA, er deyður 93 ára gamal. Tað veit VP at siga. Hans Skálagarð var serliga kendur fyri at mála skip, og sagt verður, at hann hevur málað fleiri enn 3.500 málningar av skipum úr øllum [...] 1924 í Skúvoy, har hann vaks upp sum eitt av sjey systkjum. Hann byrjaði at mála sum smádrongur og fór tíðliga til sjós. Áhugin at mála kom longu, tá hann flotaði holabátar í Skúvoy sum smádrongur, og gjøgnum
Skattstovu Føroya vísir tað seg, at skattainntøkurnar higartil í ár hava verið væl hægri í mun til somu tíðarskeið undanfarnu árini. Hóast verandi samgonga hevur samtykt at veita 90 milliónir krónur í skattalætta [...] kommunur hava ta seinastu tíðina hækkað kommunuskattin, men hóast inntøkurnar í kommunuskatti tí áttu at verið hægri, so er inntøkurnar frá kommunuskattinum hægri, enn flestu kommunur høvdu roknað við. [...] sum verða latnar av landsskattinum, so eru fyribils skattainntøkurnar í ár munandi hægri í ár enn tey undanfarnu árini. Í 2004 var A-inntøkan hjá føroyingum góðar 6,7 milliardir krónur og alt árið í fjør
millum tey fáu, sum ikki búgva á Christiania, men sum kortini eru sloppin inn á frístaðin, nú hann er stongdur. Orsøkin til avbyrgingina er millum annað, at íbúgvarnir á Christiania ynskja frið at arbeiða [...] fyri fríðstaðin. Christiania keypti og yvirtók økið frá danska statinum herfyri, sum tey frammanundan ikki áttu, hóast tey hava búleikast á økinum við Christianshavn síðani 1971. - Øll vikan fer við fundum [...] mongu matstovurnar, spælistøðini og verkstøðini eru stongd. - Har eru hvørki fólk, hundar ella bál at síggja, har tað vanliga hendir eitt sindur av hvørjum. Alt er stongt og forskallingsplátur við skeltum