Fyrstu tríburar føddir á lívi í Føroyum

Tað var ein stórhending hendan 7. oktober í 1965, tá Judith Nolsøe í Dali átti tríburar á Dronning Alexandrines Hospital (nú Landssjúkrahúsið) í Havn

Tað var ein stórhending hendan 7. oktober í 1965, tá Judith Nolsøe í Dali átti tríburar á Dronning Alexandrines Hospital (nú Landssjúkrahúsið) í Havn.

 

Judith Nolsøe var 25 ára gomul, tá hon átti tríburarnar. Hon og maðurin, Ólavur Groth Nolsøe, áttu framman undan 7 ára gamla dóttur, Maritha, og 3 ára gamlan son, Emil. So lítla húskið í Dali vaks brádliga við trimum børnum.

 

Bæði Sosialurin og Dimmalætting høvdu søguna á forsíðuni tvær ferðir. Hvørki av bløðunum megnaði at fáa myndina av mammuni og teimmum trimum børnunum í fyrsta blaðið eftir føðingini, men í bæði bløðini høvdu myndina á forsíðuni í næstu útgávu

 

Dimmalætting skrivaðir soleiðis:

 

»Føroyski trillingar

Í fyrrakvøldið átti føroysk kona trillingar á Dronning Alexandrines hospitali. Tað er frú Judith Nolsøe, 25 ára gomul, úr Dali, sum átti tveir dreingir og eina gentur, ið vigaðu ávikavist 2200, 3400 og 3500 gram.

 

Bæði mamma og tey trý børnini liva væl.

 

Tað hevur hent av og á aður, at trillingar eru føddir í Føroyum, men hetta er fyrsta ferðin í nýggjari tíð, tað hevur eydnast at bjarga øllum í verðina á lívi«.

 

Tveir dagar seinni eru teir fýra dalbingarnir aftur á forsíðuni á Dimmalætting – hesaferð við mynd, sum Bambus hevur tikið.

 

Tá skrivar Dimmalætting m. a. soleiðis«

 

»Hendingin hevur vakt stóran ans, blómur tilmammuna og gávur til smádreingirnar báðar og gentuna komu út á hospitalsstovuna sama dag og dagarnar eftir. – Her er mynd tikin av mammu og teimum trimum nýføðingunum. (Bambus foto)«

 

Sosialurin visti at siga, at hetta var fyrstu ferð síðani 1772, at tríburar vóru føddir í Føroyum. Blaðið skrivaði eisini, at tey trý børnini tilsamans vigaðu stívliga 17 pund!

 

TRÝST HERfyri at síggja forsíðuna á Sosialinum 13. oktober 1965

 

TRÝST HER fyri at síggja forsíðuna á Dimmlætting 13. oktober 1965

 

 

Tey trý systkini eru:

Gunnar Nolsøe, býr í Hirtshals, skipari á Beinur.

Hedvig Winther, býr í Skopun og starvast sum fíggjarleiðari hjá Sandoy Seafood

Julian Nolsøe, býr í Vestmanna, skipari á Polar Nanoq