Hotel Djuurhus við Áarvegin: Tjøra húsini við hjálp frá kranabili

Viðlíkahald
Ragnhild Ellingsgaard

Við Áarvegin standa eini gomul hús, eisini kallaði Hotel Djuurhus ella Vertshúsið. Elsti partur av húsium er eini 300 ára gamal, meðan nýggjasti parturin stavar heilt afturi frá aldarskiftinum um ár 1800 ? 1900.
Fyrr var vanligt, at hús í Føroyum vórðu tjøraði, og fyri einum ári síðani hildu íbúgvarnir á Hotel Djuurhus, at hesi húsini áttu eisini at fáa ein umgang við tjøru.
Seinasta summar fekk húsið so sín fyrsta umgang á hesum sinni, og í hesu vikuni var túrurin komin til enn ein umgang.
Men tá ein ikki hevur hug at órógva ferðsluna, sum koyrir í stórum tali eftir Áarvegnum, so eru góð ráð dýr.
Um íbúgvarnir settu ein stiga ella eitt stillads upp á vegnum, so hevði hetta tarnað ferðsluni, og hesum vildu íbúgvarnir helst sleppa undan.
Tey funnu tó eina aðra loysn, og ringdu eftir einum kranabili. Bilurin stillaði seg í túnið, síðan varð málarin lyftur upp við krananum og lokið latið av tjørublikkinum.
Jórun í Dali, sum leigar ein part av húsinum til teknistovu, er væl nøgd við hesa loysn.
- Tá vit smíðaðu á húsinum fyri eini tíð síðani, máttu vit lata alla gøtuna aftur. Hetta tarnaði sjálvandi ferðsluni, og hesum vildu vit sleppa undan hesuferð. Men kranabilurin royndist okkum heilt væl, og vit eru væl nøgd við úrslitið, sigur hon í stuttari viðtalu.
Á Hotel Djuurhus rúmast eisini radio-verkstaðið hjá soninum Brandi í Dali. Brandur eigur sjálvur húsini, meðan Jórun leigar ein part til teknistovu sína.