Hann eigur vakrasta veðr í Føroyum

Í gjárkvøldið varð avdúkað, hvør eigur vakrasta seyð í Føroyum. Níggju steyp vóru at kappast um. Les her, hvør fekk tey

Óli í Hjøllum í Porkeri, sum er á myndini, eigur tann vakrasta veðrin í Føroyum.

 

Tað varð adúkað á hátíðarhaldið á Búnaðarstovuni í Kollafirði í Gjárkvøldið.

 

Í heyst hava seyðasýningar verið kring alt landið og tey, sum fingu virðislønir í teimum seyðasýningunum kundu síðani melda til at vera við í eini landsseyðasýning, sum hevur verið fyri alt landið.

 

Seyður úr øllum landinum var við, uttan úr Vágum og úr Sandoy, haðani eingin hevði meldað til.

 

Kappast varð í trimum bólkum, besti veðragjólingur, besti veturgamli veðrur og besti eldri veðrur og einir 60-70 fólk vóru samankomin á Búnaðarstovuni at fylgja við.

 

Á Búnaðarstovuni vóru bara eigararnir til staðar. Av tí at ridluskriði er staðfestir, er bannað at flyta seyð úr Streymoy.

 

So hevði nakar seyður, verði førdur til Kollafjarðar til sýningina, slapp ikki av aftur oynni.

Tí hava sýnsmenn ístaðin ferðast kring landið at sýna seyðin. 

 

Hans Martin Andreasen í Kvívík, sum samskipar seyðasýningina, sigur, at endamálið við seyðasýningunum er at finna tann mest feilfríu seyðin.

 

Í hesum sambandi verður hugt eftir hornunum, beinunum, ullini, hvussu seyðurin ber seg o.s.fr.

 

Talan er um kynbótararbeiði, tí ein feilfríur seyður klára seg betri enn ein seyður, sum hevur ymiskt at dragast við.

 

Sýnsmenninir hava verið fimm í tali, Frits Poulsen úr Sumba, Júst Rubeksen í Havn, Jógvan Christiansen á Skála, Poul  Samuelsen úr Vík og Eyðun Eliasen úr Mikladali.

 

Men tá ið seyðirnir vórðu dømdir, vórðu hægsti og lægsti karakterur sáldaðir frá hvørja ferð, so tað vóru bara karakterirnir hjá  trimum sýnsmonnunum, sum taldu við.

 

Tey høvdu fingið Bjørn Kalsø, landsstýrismann og bónda, at handa steypini og tey, sum áttu tann besta seyðin, og fingu steyp, vóru:

 

Verðagjólingar:

Nr. 1: Jaspur Brattalíð Innan Glyvur

Nr: 2: Petur Andreasen í Klaksvík

Nr. 3: Birgitta Eddiesdóttir í Kollafirði

 

Veturgamlur veðrar:

Nr 1: Tummas Marni Joensen í Kvívík

Nr 2: Magnar Holm í Porkeri

Nr 3: Ólavur Reinert í Norðradali

 

Eldri veðrar

Nr. 1: Óli í Hjøllum í Porkeri

Nr. 2: Thorvald Lützen í Syðradali

Nr 3: Heini Mohr í Klaksvík.