Kendur føroyskur listamaður deyður

Kendur listamaður úr Skúvoy, sum búði í USA, er deyður 93 ára gamal

Føroyski listamaðurin Hans Skálagarð, sum stóran part av lívinum búði í USA, er deyður 93 ára gamal. Tað veit VP at siga.

Hans Skálagarð var serliga kendur fyri at mála skip, og sagt verður, at hann hevur málað fleiri enn 3.500 málningar av skipum úr øllum heiminum. Onkrir av málningum hansara hanga í Hvítu Húsunum í Washington.

Hans Skálagarð var føddur 7. februar 1924 í Skúvoy, har hann vaks upp sum eitt av sjey systkjum. Hann byrjaði at mála sum smádrongur og fór tíðliga til sjós.

Áhugin at mála kom longu, tá hann flotaði holabátar í Skúvoy sum smádrongur, og gjøgnum eitt langt lív á sjónum og sum ferðandi um allan heim hevur hann nomið sær kunnleika, sum er heilt einastandandi á hansara øki. Skipbrot hevur hann yvirlivað ótrúliga fýra ferðir undir seks ára krígssigling.

 
Hans hitti í 1950’unum Mignon Hack í San Francisco, og tey giftust í 1955. Tey búsettust í USA. Konan doyði fyri tveimum árum síðani. Tey fingu eina dóttir og áttu eisini ommu- og abbabørn og langommu- og langabbabørn.

Amerikanskir ummælarar halda, at tað er ein sjáldsamur admirálur, sum ikki hevur listarverk av Hans Skálagarð hangandi á onkrum veggi. Verkstaður og gallarí hansara, "Skalagard's Square-Rigger" í Carmel í Kalifornia, er kent um stóran part av USA.

 

Hans hevði listaframsýningar frá Singapore til Buenos Aires, í Japan, Italia og øðrum londum. Hann hevði óteljandi framsýningar í USA seinastu fimmti árini. Millum annað hevði hann stórar sýningar í Legion of Honour í San Fransisco, Naval Post Graduate í Monterey í California, Los Angeles County Maritime Museum og Allen Knight Maritime Museum.

 

Listaverk hansara hanga í stjórnarbygningum í Skandinavia, eins og Hvítu Húsini í Washington hevur prýtt veggir sínar við maritimum málningum hjá Hans Skálagarð.

 

Hans Skálagarð fekk tann heiður at taka ímóti seks gullheiðurslønum, eini silvur, eini "Statue of Liberty"-heiðursløn, umframt at vann sær heitið "Maestro" - allur heiðurin latin av italskum akademium. Ævisøgu hansara finnur tú bæði í amerikansku "Who's Who in American Art" og í "Who is Who in the World".