føroya fólk, um tey taka undir við landsstýrisins ætlanum. Hesi viðurskifti røra júst við tað mest grundleggjandi í einum hvørjum fólkaræði. Sum altíð stýrisskipanarviðurskifti og grundlóg eru fyri fólkið [...] u greitt at vita um fólkaviljin er fyri hesi ætlan ella hann er ímóti, áðrenn farið verður í gongd. Ríkisstjørnin fær somuleiðis greitt at vita hvar føroya fólk stendur í hesum máli. Tað skuldi verið óneyðugt [...] føra hesar samráðingar. Sambandsflokkurin heldur at hetta er at meta við eina kolvelting, sum Føroya fólk sjálvt má fáa loyvið at taka støðu til, við eini fólkaatkvøðu. Landsstýri skal áseta sjálvan dagin
Um summarið er altíð úr at gera í ferðavinnuni. Av hesi orsøk eru tað heilt fitt av summarstørvum til ung innan hesa vinnuna. Tað kann verða eitt nú sum tænari, hjálparfólk á gistingarhúsi ella ferðaleiðari [...] høvdu áður arbeitt sum eitt nú tænarar, og tað er sjálvsagt ein fyrimunur, tí at tey so eru von við at umgangast fólk og at ganga fólki til handa. Ein av ungu flogternunum, sum Yngd hevur tosað við, sigur [...] sigur, at tað er eitt stuttligt men strævið arbeiði at verða flogterna. Tú kemur í samband við nógv fólk, og so kemur tú eisini runt til fleiri lond. Tó so, tey hava lítla tíð og onga orku til at fara og hyggja
rakt av hesi sjúkuni. Í dag verða 90 % grødd. Umfatandi gransking Tað verður nógv granskað í ymsu krabbameinssjúkunum yvir allan heim. Nógv fólk hava ein varhuga av, at framstigini í granskingini eru fá og [...] krabbameinstilburðunum, serliga krabbameini í maga, langa og tjúkktarmi, og hvør sjúkrajournalur er kannaður og nærlisin. Hesi árini hevur hann verið knýttur at Kræftens Bekæmpelse, men fór í gjár aftur [...] verið lágt prioriterað øll áttatiárini. Sjálv viðgerðin er góð, men tað munar lítið, um fólk ikki sleppa í viðgerð. Fólk bíða upp í tríggjar mánaðir at sleppa í stráluviðgerð, har forskriftin er, at tú í mesta
um dagarnar hevur verið hildin í hinum norðurlondunum. Tey eru sjálvandi nógv framman fyri okkum, tí tey hava størri orku at arbeiða við. Tey eru eisini lutvíst við at fíggja okkara virksemi, sigur Jákup [...] millum lækna og sjúkling. Ein serfrøðingur innan samskifti sum eisini er lækni helt skeiðið. - Tað eru ofta trupulleikar í samskiftinum millum lækna og sjúkling. Tá ið tú fært eini ring boð er ringt at [...] partur av lestrinum. Annars er tað individuelt, hvussu ein lækni er, summir duga betri at tosa við fólk, men teir sum ikki duga, mugu læra tað, sigur Jákup Olsen. Farna árið hevur nógv verið skrivað í donsku
hevði tíðina 33,5, so her var lítil og eingin munur. Góð heystveitsla Tað eru fimm kappríðingar, sum avgera FM í kappríðing. Tær eru Leynavatnsstevnan hjá Føroya Ríðingarfelag, Várkappríðingin hjá Vága R [...] skipaði fyri tí seinastu av teimum fimm FM-kappríðingunum í ár. Sólin skein í Marknagili, og nógv fólk nýttu henda møguleikan til at njóta tað góða veðrið og samstundis hyggja eftir kappríðingini. Serliga [...] Kristfrí Jacobsen á baki føroyameistari 1998. Eigari er Rólant Reinert. Leygardagin var sera javnt millum hesi bæði og Foki við Súsannu í Búðini. Bæði rossini komu á mál í tíðini 33,2, og triðja rossið á mál var
Frumsagnir eru søgur um gudar og hetjur, um upphav og enda, um skapan og oyðing, lív og deyða. Orðið frumsøgn er úr grikska orðinum mythos og kann merkja frásøgn, orð ella ætlan. Griksku frumsagnirnar eru ótømandi [...] og rithøvundar íblástur úr griksku frumsagnunum. Men tær griksku sangirnar eru bara ein partur av frumsøgn heimsins. Har, ið fólk hava livað, hava frumsagnir verið. Tey hava sagt søgur, hvussu heimurin varð [...] 5000 indiánatjóðirnar í Amerika hava hvør sína frásøgn um skapanina. Og bera vit hesar frásagnir saman, síggja vit eina hugtakandi mynd. Sagnirnar í hesari bók eru bara ein lítil partur av gudasøgunum
frá, hvussu norska oljuvinnan er bygd upp umsitingarliga og hvussu teir ymsu tættirnir í hesi vinnu virka hvør á sínum øki. Á ferðini var eisini høvi hjá løgmanni at fáa rættiliga neyvt innlit í tilbú [...] oljufeløg, sum vilja vera við í leitingini við Føroyar sigur løgmaður og leggur dent á, at eingi lyfti eru givin frá nøkrum av pørtunum um leiklutin í eini komandi oljuvinnu. Víða um Løgmaður kom víða um á
Hansara mongu talur bæði á Løgtingi og í Fólkatingi eru víðagitnar og respekteraðar - og avgjørt ikki minni av hansara andstøðufólki. Vit hoyra enn í dag fólk úr øllum flokkum siga: Petur Mohr Dam var ein stór [...] Havi tí valt tvær greinir við sama evni, nevniliga hugtakinum »Frælsi« ! Tær eru skrivaðar við 30 ára millumbili, men út frá hvør síni fortreyt. Onnur mest lýsandi munin á frælsi undir sosialistiskari skipan [...] einsamallur. Her eru tí ávísar endurtøkur. Nøkur fá brot úr hugleiðingum um »Hitt falsa og hitt sanna frælsi« sum hann skrivaði í 1933/34 Frælsi Hitt falsa og hitt sanna frælsi. »Ikki hvør og ein, ið rópar
komandi sunnudag, telur knapt sjeyti fólk. Umframt teir átjan spælararnar eru tólv hjálparfólk og sekstan onnur umboðsfólk frá kekkiska fótbóltssambandinum. Millum hesi eru ein rúgva at stuðlum ella sponsorum [...] tað verður rópt á listanum yvir tey, ið koma higar. Og so eru tað tíðindafólkini, sum eru tólv í tali. Tey flestu umboða bløðini, men har eru tríggir frá einari sjónvarpsstøð, og tveir koma frá einari
Teir eru í løtuni á triðja plássi. Hini liðini, sum kappast um næstfremsta plássið í 3. deild, eru VB og B68, men tað er tætt, og onnur kunnu eisini koma upp á tal. Kortini er ivasamt, um hesi liðini [...] Skála og Strendur eru um veturin hondbóltsbygdir. Tær standa saman um 1. deildarliðini hjá St.ÍF - bæði hjá monnum og kvinnum. Um sumrarnar ganga tey heilt nógv uppí kappróður. Tey á Skála hjálpa viðhvørt [...] minuttir vóru farnir. B36 fekk sítt mál, tá tað restaðu átta minuttir. Skála-FS 2-1 (1-1) Venn, sum eru betri fyri nú, enn teir vóru fyrr á sumrinum, vóru ikki komnir ála at geva stigini burtur. Teir stríddust