Kaldbaksvegurin aftur steingjast eina nátt, tá ein kaðal skal leggjast undir vegin, men annars skuldi friður verið av arbeiðinum á hesum vegastrekkinum. [...] at Kaldbaksvegurin skuldi steingja í nakrar dagar meðan arbeitt var við at gera eina seyðasmogu undir vegnum á Sandvíkum. Eftir at eisini landsstýrismaðurin í vinnumálum legði seg út í málið, broytti
Tað var ein bumba í føroyska fótbóltsheiminum, tá ið landsliðsleikarin Jákup á Borg undan hesum kappingarárinum valdi at fara úr barndómsfelagnum B36 yvir til grannarnar og arvafíggindarnar í HB. Nú hava [...] kappingarár, er tann, at landsliðsmaðurin á tann hátt sleppur undan at hugsa um næsta ár, tá farið verður undir endaspurtin í landskappingini. Hava avtalir við teir flestu Stjórin í Havnar Fótbóltur, sum er pa [...] fyri komandi kappingarár, men Steinfinn Mittelstein váttar, at HB og Heine Fernandez longu eru farin undir samráðingar, tí báðir partar tykjast áhugaðir í at halda fram við samstarvinum.
dømið er málið um skrásett parlag. Í hvassorðaðum lesarabrævi leggur hann floksformannin Høgna Hoydal undir at seta heimsmet í manipulatión og føra fram størstu lygnina, sum higartil er serverað føroyingum [...] skrásett parlag, sum hann málber seg. Orsøkin til, at Tórbjørn setti seg við telduna, og legði formannin undir at siga ósatt er hon, at Høgni Hoydal áhaldandi fer í sjálvdrátti út til fjølmiðlarnar at siga sína [...] flokkinum halda, sigur hann Hví hevur tú ikki neyðugu floksdisciplina, og heldur ósemjuna innanfloks ? Í hesum førum er tað ikki eg, sum ikki haldi floksdisciplina. Hóast vit hava tosað saman fleiri ferðir, koyrir
reiðarínum ØK. Heimafturkomin gjørdist hann stýrimaður á Dagstjørnuni, sum hoyrdi undir Strandferðsluna tá og síðani undir Vaktar- & Bjargingartænastuna. Tá Smyril kom til landið í 1975 var ein dani, Mecklenburg [...] vinnulívsmaður hevur Óli gott mót og fellur ikki í fátt. Vónandi - og væntandi - verður vunnið á hesum trupulleikunum eisini. Óli er giftur við Marthu Weyhe av Selatrað, og tey búgva við Marknagilsvegin
einar átta og í mesta lagi tíggju dagar. Men hóast túrarnir eru stuttir, blotnar fiskurin skjótt undir hesum umstøðum. Sagt verður frá nógvari ræðæti vestanfyri. Mest í bili Meginparturin av fiskinum, sum [...] Johannesen, virkisleiðari á virkinum hjá Fiskavirking í Miðvági, sigur, at bæði skipini vóru full undir lúkurnar. Smáur fiskur Hann sigur, at upsin framhaldandi er rættiliga smáfallandi, og tað er hýsan
Meginfortreytin er, at farið verður alt fyri eitt undir at gera tunnilin millum Hovs og Øravík. Hesin tunnil skuldi langt síðan verið gjørdur. Verður ikki farið undir hesa verkætlanher og nú, kunnu vit gloyma [...] myndugleikarnir í høvuðsstaðnum skilja. Fyrr enn suðuroyingar skilja hetta og taka avleiðingarnar av hesum beiska veruleika, kemur eingin vend í skeivu gongdina í oynni. Tað er hesin veruleiki, ið liggur aftanfyri
børnini, HB og KÍ. Bæði runda tey runda dagin í ár, og umframt øll tiltøkini, sum verða hildin í hesum sambandi, so er einki at ivast í, at eitt meistaraheiti í bestu mansdeildini hevði komið serstakliga [...] og ivaleyst verður tað so, at tað verður antin Ramus Nolsøe elle Eli Christiansen, sum taka sæti undir liðini á Símuni Eliasen í miðverjuni. Í aðrar mátar er tó lítil ivi um uppstillingina. Móti B36 seinast [...] drigist við ryggskaða seinastu tíðina, og hann er neyvan tøkur. Hartil noyddist Ove Nysted at gevast undir venjingini hóskvøldið, og í Klaksvík bóru tey ótta fyri, at talan kann vera um fipurskaða. Eisini
beint omanfyri húsini hjá honum og Karini. - Tað sær út til, at lopið er skrædnað úr einum stíggi undir hamaranum og er komið oman móti hegninum, sum er millum húsini. Har er skriðan so steðgað. Hann vísir [...] er oman úr hamrinum. - Í slíkum veðri kann lop spyrjast burtur úr, um tað nógva vatnið sleppur inn undir bakkan. Tá kann tað trýsta so nógv, at tað ríður undan og kemur oman móti ovastu húsunum. Er lopið [...] verið í Lamba. - Men tað munnu teir gomlu vita betur um at siga, um so er, leggur hann aftrat. Í hesum førinum steðgaði skriðulopið beint omanfyri húsini hjá Tórfríði og Karini og gjørdi tíbetur tað ongan
sær rættiliga óvanligar leiklutir í alskyns litføgrum skóleistum við strípum og duskum. Heilt upp undir iljarnar Verkstovan byrjaði við eini sansaligari uppdagingarferð gjøgnum sjónleikarahúsið. Byrjað [...] øll boð um at lata seg úr skónum og í skóleistarnar, so sansaliga ferðin kundi kennast heilt upp undir iljarnar gjøgnum trolið, sum Anna Sofía á Egilstrøð snildisliga hevði klætt gólvið við. Við heitari [...] nýhugsan var eisini ætlað sum tað fyrsta í eini røð av øðrvísi tiltøkum í Sjónleikarahúsinum. Við hesum vónar Gulla saman við nevndini í húsinum at sjónleikarahúsið kann gerast eitt mentanarligt vakstrarhús
200 metra rygg, 50 metra frí og 100 metra frí. Í hesum seinasta er annars at viðmerkja, at Elspa fyri stuttum gjørdist fyrsta føroyska kvinnan, sum fór undir minuttin á teimum 100 metrunum. Hetta verður ofta [...] ofta sagt at vera eitt sálarligt mark, og koma svimjarar fyrst undir hetta, er ofta skjótt at koma enn longur niður. Tað staðfesti Elspa eisini um vikuskiftið, tá hon kom heilt niður á 59,74. Altso ein