?Høgni Hoydal koyrir áhaldandi solo í málinum um skrásetta parlagið, hóast stór ósemja er um málið í flokkinum. Flokkurin hevur fleiri ferðir átalað framferðarháttin hjá honum, men tað rínur ikki við. Tá hann ikki vil lurta eftir, var eg noyddur at siga mína hugsan á annan hátt, og tí varð lesarabrævið skrivað.
Løgtingsmaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum av Glyvrum, Tórbjørn Jacobsen, hevur gjørt tað enn einaferð. Uttan mun, um tað er løgmaður ella floksformaður, ið standa honum í vegin, fýrir buldrutti tingmaðurin ikki fyri at siga sína persónligu hugsan alment.
Seinasta dømið er málið um skrásett parlag.
Í hvassorðaðum lesarabrævi leggur hann floksformannin Høgna Hoydal undir at seta heimsmet í manipulatión og føra fram størstu lygnina, sum higartil er serverað føroyingum í málinum um skrásett parlag, sum hann málber seg.
Orsøkin til, at Tórbjørn setti seg við telduna, og legði formannin undir at siga ósatt er hon, at Høgni Hoydal áhaldandi fer í sjálvdrátti út til fjølmiðlarnar at siga sína persónliga hugsan um málið uttan, at hann tekur atlit til sjónarmiðini í flokkinum.
?Hvørja ferð hann úttalar seg alment, dettur hansara persónliga meining hjá honum aftur á flokkin, og tað er ikki rætt, tá fleiri flokslimir eru rúkandi ósamdir við hansara sjónarmiðum, sigur Tórbjørn Jacobsen
Ongar avleiðingar
Spurdur, um hann hevur fingið ákoyringar frá floksfeløgum fyri at alment leggja eftir formanninum, svarar Tórbjørn, at hann hevur einki hoyrt enn.
?Eg havi ikki gjørt annað enn at siga mína meining, og er eri líkaglaður við, hvat hini í flokkinum halda, sigur hann
Hví hevur tú ikki neyðugu floksdisciplina, og heldur ósemjuna innanfloks ?
Í hesum førum er tað ikki eg, sum ikki haldi floksdisciplina. Hóast vit hava tosað saman fleiri ferðir, koyrir Høgni kortini solo. Tað er floksdisciplinin hjá Høgna sum haltar, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Avgerðin tikin
Í Degi og viku hóskvøldið kom undan kavi, at Tórbjørn Jacobsen bæði hevur tikið seg aftur sum næstformaður í starvsnevndini og í tingbólkinum. Eysturoyartingmaðurin leggur dent á, at avgerðin at taka seg aftur sum næstformaður varð tikin áðrenn lesarabrævið varð skrivað, og hevur einki við málið um skrásett parlag at gera.
Tórbjørn Jacobsen vil ikki greiða nærmari frá, hví hann hevur tikið seg aftur, men sigur í stuttari viðmerking, at avgerðin er tikin av persónligum áðum.